Pál Joensen prógvaði aftur sunnudagin, at hann er millum heimsins bestu svimjarar á 1.500 metra teininum. Til HM á stuttgeil í Katar bleiv hann nummar fýra og sett bæði persónaligt, føroyskt og norðurlendskt met við tíðini 14:26.54
Les eisini: Pál í ójavnari kapping
Vit hava eftirhondini vant okkum við, at Pál Joensen ger okkurt fantastiskt og fær eitt heiðursmerki afturfyri. Hesa ferð kom einki heiðursmerki um hálsin, men tú situr við eini kenslu av, at Pál enn eina ferð hevur flutt mørk. Hann hevur sett norðurlendskt met. Tað vil also siga, at ongin í londunum rundan um okkum hevur klárað at svomið teinin skjótari enn Pál.
Hann svimur teinin skjótari enn hann nakratíð hevur gjørt tað. Eisini enn tá hann svam teinin í sokallaðu svimjidraktunum, sum blivu bannaðar.
Les eisini: Kappingarneyti hjá Páli tikin fyri doping
Tú situr eisini við kensluni av, at Pál bara blívur betri og betri. Hann hevur langt síðani reist seg síðani OL leikirnar í London og hevur kós móti OL leikunum í Rio í Brasil.
Tað kann gott vera, at Pál Joensen ikki hevur eitt heiðursmerki um hálsin heim úr Katar, men hann hevur nógvan heiður uppibornan.
Hvar ert tú Sun Yang?
Í blaðnum fyri eini viku síðan viðgjørdu vit kappingarneytan hjá Páli Joensen, kinesiska Sun Yang. Hann bleiv í mai mánaði tikin fyri doping og fekk ein umstríddan dóm upp á bara tríggjar mánaðar, men tað kom ikki fram fyrr enn í november, tá hann longu hevði sitið bannið. Hann luttók í september í asiatisku leikunum og vann tríggjar gull.
Les eisini: Doping: Sun Yang útihýstur úr Avstralia
Men stuttligt nokk, so valdi hann ikki at luttaka til HM í Katar, nú tíðindini eru komin fram um doping royndina. Nei, Sun Yang sigur, at hann heldur fer at hava fokus á vetrar venjingini.
Sun Yang er síðani tíðindini komu fram um positivu dopingroyndina tveittur út úr Avstralina, har hann ikki sleppur at venja longur. Svimjiheimurin undrast á handfaringina av málinum og so nú hetta. Ongin Sun Yang til eitt HM meitsaraheiti í stuttgeil. Heimsmeistarin, sum heldur vil venja enn vinna gull. Ella tað plagar hann altíð.
Sun Yang, legg nú kortini á borðið…
Klumman í Sosialinum, 8. desember 2014