Nú í juni mánað fer tiltikni umhvørvisverndarfelagsskapurin, Sea Shepherd, undir enn eina ferðferð ímóti føroyskum grindadrápi.
Tað staðfestir oddamaðurin í felagsskapinum, Paul Watson nú um dagarnar.
Men hann staðfestir samstundis, at hesaferð verður mannagongdin øðrvísi enn hesi seinastu árini, tá ið Sea Shepherd hevur verið í Føroyum við bæði skipum og fólki.
Tað verður ikki so lætt nú, tí fyrr í ár eru nýggjar reglur settar í gildi, sum geva føroyskum myndugleikum heimild at nokta skipum, sum teimum hjá Sea Shepherd, inn um føroyskt sjómark.
Samstundis eru reglur settar í gildi, sum gera, at føroyskir myndugleikar kunnu nokta limum hjá Sea Shepherd at virka í Føroyum uttan so at tey hava fingið arbeiðsloyvi.
Men Paul Watson hevur eisini áður staðfest, at í ár ætlar felagsskapurin sær ikki til Føroya við skipum.
- Tað er brúk fyri skipunum aðrastaðni, hevur hann áður gjørt greitt.
Hann sigur, at mannagongdin og framferðin fer at verða øðrvísi í ár og at átøkini hjá felagsskapinum fara at verða avdúkað skjótt.
Hann upplýsir ikki, hvørji átøkini vera, men eftir tí, felagsskapurin hevur upplýst, verða tey rættiliga umfatandi.
Hann staðfestir nevniliga, at felagsskapurin fer at raka raka viðurskifti, føroyingar virðismeta enn hægri enn teir virðismeta ta "blóðugu mentanina".
Hinvegin hevur hann áður sagt, at í ár ætlar Sea Shepherd at gera ein film um grindadráp, sum skal breiðast kring um í heiminum.
Men samstundis ætlar felagskapurin sær í hernað ímóti ferðavinnuni -bæði teirri føroysku ferðavinnuni og teirri donsku ferðavinnuni.
Endamálið er at fáa ferðafólk at boykotta Føroyar og Danmark, sum tey í Sea Shepherd tvíhalda um, eisini hevur ábyrgd av grindadrápinum í Føroyum.
- Vit vita, at føroyingar og danir stúra fyri, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri ferðavinnuna, at heimurin verður upplýstur um grindadráp, staðfesti Sea Shepherd fyri stuttum.
Tey vísa á, at ferðamannaskip hava longu boykottað Føroyar og endamálið hjá teimum er at fáa enn fleiri ferðamannafeløg at halda seg burtur frá Føroyum.
Tey fara eisini at royna at fáa útlendingar at boykotta føroyskar fiskavørur og tey fara somuleiðis at venda sær til filmsframleiðarar við áheitan um ikki at taka film upp í Føroyum.
Samstundis ætlar Sea Shepherd sær at fara lógarinnar veg, tí teirra páhald er framvegis, at grindadráp er brot á evropiskar og altjóða sáttmálar.