Styrkilandsdysturin millum Føroyar og Danmark bleiv ikki til tað, sum hann upprunaliga skuldi verða. Hetta skuldi verða fyrsti par-styrkilandsdysturin í nógv harrans ár, har greinarnar skulu gerast í felag av tveimum í senn.
Tveir teir sterkastu úr Føroyum og Danmark skuldi sostatt takast í par-styrkilandsdysti. Bjarni Nielsen og Jákup Súni Berg úr Føroyum og Mikkel Leicht og Nicolai Hansen úr Danmark.
Á dystardegnum komu tó boð um, at Mikkel Leicht mátti melda avboð vega sjúku. Hann var komin til landið, men tað var ongin kjansur fyri at hann kundi luttaka í kappingini.
Hoyr samrøðuna við Jákup Súna Berg við at trýsta á pílin undir myndini
Tað gjørdi, at talan bleiv um ein styrkilandsdyst millum Nicolai Hansen og føroya sterkasta mann, Bjarna Nielsen. Jákup Súni Berg valdi at traðka aftur og sostatt fóru fýra mánaðar av fyrireiking og venjing til fánýtis.
Fekk boðini um morgunin
Tað var tíðliga leygarmorgunin, at boð komu á fartelefonina hjá Jákup Súna, at styrkilandsdysturin, sum hann var ætlaður, fór í vaskið.
- Eg fekk boðini tíðliga í morgun, at Mikkel var so sjúkur, at hann tað var ikki hugsingur um, at hann kundi luttaka í kappingini. Tað fyrsta eg hugsaði var hvat vit gera nú, greiðir Jákup Súni Berg frá.
Í skundi var var roynt at fáa avloysara at koma hendan vegin, men tað gekk ikki. Millum annað passaði flúgvitíðirnar heldur ikki heilt, so tað hevði í besta lagið blivi ein forskotin styrkilandsdystur.
- Eg havi brúkt óhugnaliga nógva tíð um at fyrireika kappingina og gera útgerð, men so dettur alt niður á gólvið. Vit vildu so hava eina kapping alíkavæl, men tað hevði ikki verið rættvíst, um vit kappaðust tveir móti einum, so tað var sjálvandi Bjarni Nielsen, sum er føroya sterkasti maður 2014, ið skuldi takast við Nikolai, sigur Jákup Súni.
Í framtíðini er ikki óhugsandi, at liðini hava hvør sín varamann við til kappingina í fall at sjúka ella skaðar gera seg galdandi. Jákup Súni Berg hevur vant í fýra mánaðir til kappingina, sum nú endaði við at hann bara kundi hyggja at.
- Bjarni kláraði seg væl og tað kundi eins væl verið koppað okkara veg, sigur Jákup Súni at enda.
Nikolai Hansen vann 8-6 á Bjarna Nielsen.










