um, at tað skal bera til hjá honum at spæla á landsliðnum: Í fyrstu atløgu útilokaði eg møguleikan at vera við í landsdystunum, men nú havi eg eina vón um, at tað skal bera til. Læknin segði, at talan [...] seinna hálvleiki at bróta stórutá: Eg helt talan var um dygt slag, og at pínan fór at hvørva aftur. So eg spældi, inntil dysturin var liðugur. Tá eg vaknaði mikumorgunin varð tað mær greitt, at alt ikki ruggaði [...] talan er um reint brot, sum liggur væl. Hann roknar við, at tað verður grógvið saman aftur um tíggju dagar, og at tað tá verður møguleiki fyri aftur at spæla fótbólt, sigur skilagóði vongverjin úr Reykjavík
Teir halda eisini, at slík framferð kann fáa fíggingarstovnarnar at aftra seg við at fíggja fiskiflotan í framtíðini. Tí heita teir á landsstýrismannin um at broyta ætlanina fyri ikki at skapa ótryggleika [...] Teir siga, at síðani í nítiárunum eru tað bara flakatrolararnir, sum hava fiskað kvotuna, eftir at línuskipini ikki megnaði at fáa lønandi rakstur burtur úr hesum fiskiskapi. Teir meta, at tað er best [...] best hóskandi at fiska hesa kvotuna við flakatrolarunum, tí frystiorkan er stór og tí at skipini eru væl hóskandi at fiska á fjarðleiðum við við tað, at tey eru stór og kunnu hava nógva olju og útgerð umborð
fer at virka fyri at fáa pening settan av til nýggjan Hvalbiartunnil í kørmunum, sum nú verða lagdir. Hon spyr eisini, um landsstýrismaðurin metir, at farleiðin til Hvalbiar er trygg fyri fólk at koyra [...] ítøkilig átøk landsstýrismaðurin hevur í hyggju at seta í verk fyri at betra um trygdina á farleiðini til Hvalbiar? Í viðmerkingum til grein 52 spurningin sigur hon, at farleiðin til Hvalbiar er ein afturvendandi [...] afturvendandi trupulleiki. Javnan eru greinar í miðlunum, sum vísa á, at grót ríður oman á Kolavegin, og tað er at undrast á, at fólkaskaði ikki hevur staðist av hesum. Tað sama ger seg galdandi í Hvalbiartunlinum
avgerð um at gevast fyri fyrst, sigur Egil á Bø. Hann greiðir frá, at feløg, sum hann hevur verið í samband við liggja langt uppi á stigatalvuni, og staðfestir, at har hevur verið klárt, men av tí, at hjartað [...] Somuleiðis greiðir Egil á Bø frá, at tað er møguleiki fyri, at hann verður at síggja aftur á einum vølli. - Mann skal ongantíð siga ongantíð, og ongin veit, hvat morgindagurin hevur at bjóða, sigur hann Egil á [...] hann ikki taka av. Hann staðfestir eisini, at spæliloyvið verður verandi í EB/Streymi. Viðvíkjandi landsliðnum er Egil á Bø sera harmur, at hetta kann merkja, at hann ikki longur verður við har. - Eg havi
Fairplay sagt, at Bonaduce kom inn á pallin uttan at vera bjóðaður og at hann kom við onkrari niðursetandi viðmerking. Sjálvur sigur Fairplay eisini, at hann bert vildi klemma Bonaduce og at hesin púra mistulkaði [...] støðuna. Bonaduce sigur, at hann ikki hevði planir um at gera nakran skaða á Fairplay. Hóast Fairplay varð noyddur at sita hjá tannlæknanum í 2½ tíma, hevur løgreglan valt at lata Bonaduce ganga frían [...] frían. Orsøkin til hetta er, at teir meta, at atburðurin hjá honum kemur undir ?sjálvforsvar?, tí Fairplay hevði uppført seg hóttandi yvir fyri honum. Ein filmur av hendingini er at síggja inni á youtube.com
um kreppuna, sum fiskiflotin er við at koma upp í av tí, at oljan er blivin so ovurhonds dýr at raksturin ber seg ikki longur við tað, at tað er ikki meiri enn at bátarnir fiska fyri olju longur. Lem [...] tað at raka Suðuroynna serliga hart, tí har tað eru har, at teir flestu lemmatrolararnir eru. Í hesum sambandinum hevur spurningurin verið umrøddur um at lata teir stóru lemmatrolararnar sleppa at partrola [...] partrola. Tórbjørn Jacobsen segði, at hann hevði fingið at vita frá vitandi fólki á økinum, at sleppa lemmatrolararnir at partrola, kundi hvør trolari spart 15% av útreiðslunum til reiðskap og upp í 30% av
er áhaldandi at fáa lívfrøðiligu ráðgevingina at hvíla á so neyvum grundarlagi sum gjørligt, og umráðandi er at menna samstarv og forstáilsi millum vinnu og serfrøði. Ætlanin er eisini at varðveita økis-og [...] fara at miðja eftir, at alt tilfeingið verður gagnnýtt, og at allir úrdráttir úr veiddum fiski koma til virkingar og til gagns í framleiðsluni. Endurskoðan av fiskirættindum Skipað verður fyri, at fult [...] Javnaðarflokkurin eru eftir øllum at døma samdir um at halda fast um fiskidagaskipanina - við neyðugum tillagingum Samgonguskjalið, sum flokkarnir, ið nú eru samdir um at skipa samgongu, hava skrivað, er
fara ikki at kunngera nakra niðurstøðu fyrrenn í morgin Fer Samfylkingin við Sólrún Gísladóttir, uttanríkisráðharra, á odda, at taka seg úr stjórnarsamstarvinum við Sjálfstæðisflokkin. Fara tað at verða fleiri [...] David Oddson, fyrrverandi forsætismálaráðharri ? at leggja frá sær. Ella fer nýggj stjórn at verða skipað. Hetta eru spurningar, sum íslendingar bíða spentir at fáa svaraðar. Í dag hava umboð fyri stjórnar [...] til hvønn flokkin fyri seg at gera av, hvørjar skiftingarnar skulu verða, og forsætismálaráðharrin segði í dag, at Samfylkingin hevur ikki kravt av Sjálfstæðisflokkinum, at flokkurin hjá forsætismálar
spyr, hvat peningastovnarnar ætla at gera fyri at fáa gongd á búskapin. - Nú Johnny í Grótinum er komin við góðum ráðum um fíggjarpolitikkin, fari eg at loyva mær at spyrja bankamannin Johnny í Grótinum: [...] peningastovnarnir ætla at gera fyri at fáa gongd á búskapin aftur Fyrr í vikuni heitti Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, á landsstýrið um ikki at seta ein tálmandi [...] Grótinum: Hvat ætla peningastovnarnir at gera fyri at fáa gongd aftur á búskapin? spyr Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at ?Tað er skilaleys stýring í fíggjarheiminum seinastu árini, sum hevur ført heimsbúskapin
gerast, og at ein politisk ætlan er í gongd við hesum. So er spurningurin, hvørjar rationaliseringar kunnu gerast. - Tað er enn ilt at siga, hvat fer at henda, og tað er ikki nakað, eg fari at úttala meg [...] minni peningur er til eitt øki, so plagar hetta at merkja, at tænastan lækkar, men tað roknar Rósa Samuelsen ikki við fer at henda. - Tað er ongin, sum sigur, at pengarnir verða gagnnýttir á bestan hátt, sigur [...] fíggjarmálaráðharri víst á, at útreiðslurnar á almannaøkinum vaksa óvanliga skjótt, og mann tí fer at kanna, um nakrar rationaliseringar kunnu verða gjørdar har, fyri at halda halli á fíggjarlógini á