Tennurnar brotnaðu á pallinum

Ein amerikanskur tv-vertur verður ikki dømdur fyri, at hann blakaði ein fyrrverandi realityluttakara á gólvið undir einum awardshowi. Týskvøldið hevði amerikanska sjónvarpsrásin gjørt av at gera eitt awardshow fyri fyrrverandi realityluttakarar. ?Reality Awards? skuldi vera ein sending, sum hevði til endamáls at heiðra fyrrverandi realityluttakarum, men tað var ikki júst hetta, sendingin bleiv kend fyri?

 

Tað byrjaði við at tann fyrrverandi ?Survivor?-luttakarin, Johnny Fairplay, á pallinum hoppaði uppá mjødnina á amerikanska tv-vertinum Bonaduce. Hesin blakaði hareftir Fairplay upp um økslurnar á sær. Fairplay lendi á harða pallgólvinum, har hann breyt fleiri tenn.

Men Fairplay og Bonaduce eru vist ikki heilt samdir um, hvat veruliga hendi hetta kvøldið?

 

Við løgregluna hevur Fairplay sagt, at Bonaduce kom inn á pallin uttan at vera bjóðaður og at hann kom við onkrari niðursetandi viðmerking. Sjálvur sigur Fairplay eisini, at hann bert vildi klemma Bonaduce og at hesin púra mistulkaði støðuna.

 

Bonaduce sigur, at hann ikki hevði planir um at gera nakran skaða á Fairplay.

Hóast Fairplay varð noyddur at sita hjá tannlæknanum í 2½ tíma, hevur løgreglan valt at lata Bonaduce ganga frían. Orsøkin til hetta er, at teir meta, at atburðurin hjá honum kemur undir ?sjálvforsvar?, tí Fairplay hevði uppført seg hóttandi yvir fyri honum.

 

Ein filmur av hendingini er at síggja inni á youtube.com.