Jóannes Eidesgaard skjýtur nú aftur eftir Johnny í Grótinum, og spyr, hvat peningastovnarnir ætla at gera fyri at fáa gongd á búskapin aftur Fyrr í vikuni heitti Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, á landsstýrið um ikki at seta ein tálmandi politikk í verk.
Hann segði tá, at sum støðan er nú, er tað í andsøgn við alt búskaparligt vit og skil, og heitti á landsstýrið um at føra ekspansivan fíggjarpolitikk.
Nú skjýtur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, aftur, og spyr, hvat peningastovnarnar ætla at gera fyri at fáa gongd á búskapin.
- Nú Johnny í Grótinum er komin við góðum ráðum um fíggjarpolitikkin, fari eg at loyva mær at spyrja bankamannin Johnny í Grótinum: Hvat ætla peningastovnarnir at gera fyri at fáa gongd aftur á búskapin? spyr Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at ?Tað er skilaleys stýring í fíggjarheiminum seinastu árini, sum hevur ført heimsbúskapin út í ringasta búskaparkreppu nakar veit um í nýggjari tíð. Almennu kassarnir hava sprænt hundarð tals milliardir inn í fíggjarheimin og politiska skipanin kring allan heimin hevur nú tikið á seg stóran váða fyri at bjarga fíggjarkervinum eftir at peninga og fíggjarstovnar í skilaloysa hava stýrt seg út av eggini.?
Tí spyr landsstýrismaðurin út til Johnny í Grótinum: ?Hvat ætla peningastovnarnir at gera fyri hesar milliarda innspræningar frá skattaborgarunum fyri at fáa gongd aftur á búskapin??