Myndin er frá DM 2025

13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroyar til DM í inniróðri

DM í inniróðri verður aftur í ár róð í Gladsaxe, hesaferð – 24. januar 2026

Myndin er frá DM 2025

Róðrarsamband Føroya:

 

Á hvørjum ári er DM í inniróðri eitt fast hæddarpunkt hjá føroyskum ungdómsrógvarum, og aftur í ár fer ungdómslandsliðið hjá Róðrarsamband Føroya til Danmarkar at umboða Føroyar í kappingini. Hetta er ein dagur, har spennandi róðrar, stórar upplivingar og dýrabarar royndir ganga hond í hond.

 

DM í inniróðri verður aftur í ár róð í Gladsaxe, hesaferð – 24. januar 2026. Á skránni eru bæði sprint og teinarógving, har yngru bólkarnir kappast á 2–4 minuttir, meðan eldru íðkararnir skulu royna seg á klassiska 2000 metra teininum.

 

Í hesum sambandi hevur landsliðsvenjarin, Tobias Skaalum Kempf, úttikið 13 ungar og evnaríkar íðkarar úr feløgum kring alt landið.

Til DM hava hesi fingi landsliðsboð:

 

U11 dreingir – Rókur Kruse, Eiðis Róðrarfelag

U12 dreingir – Ravnur Restorf, Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag

U12 gentur – Jóhanna Karstinsdóttir, Eiðis Róðrarfelag

U13 dreingir – William Holm Kilgour, Vágs Kappróðrarfelag

U14 gentur – Amanda Santos Davidsen, Argja Róðrarfelag

U15 dreingir – Rókur Strøm, Argja Róðrarfelag

U15 dreingir – Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag

U15 dreingir – Yngvi Beder Grástein, Vágs Kappróðrarfelag

U15 gentur – Sirið Mørkøre, Eiðis Róðrarfelag

U15 gentur – Victoria Høghamar, Eiðis Róðrarfelag

U15 gentur – Anna Drós Sommer, Eiðis Róðrarfelag

U17 gentur – Vár í Húsunum, KÍF Kappróður

U19 dreingir – Pauli Joensen, Kappróðrarfelagið Tindur

 

Úttøkan er úrslit av góðum avrikum hjá íðkarunum og málrættaðum arbeiði, hjá feløgum og íkara. Landsliðið er longu farið undir fyrireikingarnar fram ímótir DM. Nakrar landsliðssamlingar hava verið hildnar, har dentur var á teknikk.

 

“Vit hava tikið út ein sterkan og fjølbroyttan hóp við ungum íðkarum, sum hava víst bæði arbeiðsvilja og framgongd í venjingunum. Fleiri av teimum eru við fyri fyrstu ferð, og fyri onnur er hetta eitt náttúrligt næsta stig í menningini. DM er ein fantastiskur pallur hjá teimum at fáa royndir, læra at kappast undir trýsti og kenna, hvat tað merkir at vera partur av einum landsliði,” sigur landsliðsvenjarin Tobias Skaalum Kempf.

 

Við í ferðalagnum verða Annika V. Dalsgarð, umboð fyri RSF, og Annika Jacobsen, liðleiðari, sum saman við venjaranum skulu tryggja góðar karmar um kappingardagin.

 

RSF ynskir øllum íðkarum góða eydnu og gleðir seg til at fylgja teimum, tá tey skulu royna seg á altjóða pallinum og fáa virðismiklar royndir við heim í føroyskan kappróður. Summi eru við fyri fyrstu ferð ímeðan onnur hava royndir frá í fjørð og 2024.

 

Myndin er frá DM 2025