Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru eftir øllum at døma samdir um at halda fast um fiskidagaskipanina - við neyðugum tillagingum Samgonguskjalið, sum flokkarnir, ið nú eru samdir um at skipa samgongu, hava skrivað, er ikki almannakunngjørt enn. Men, sum Portalurin hevur skilt, hava flokkarnir sett sær fyri, at allar tilfeingisvinnur skulu vera lívfrøðiliga-, fíggjarliga og umhvørvisliga burðardyggar og skulu geva størst møguligt búskaparligt avkast.
Vit hava eisini skilt, at hesir tríggir flokkarnir vilja halda fast um verandi fiskidagaskipan, sum tó fær neyðugar tillagingar.
Eitt annað mál, sum Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru samdir um, er áhaldandi at fáa lívfrøðiligu ráðgevingina at hvíla á so neyvum grundarlagi sum gjørligt, og umráðandi er at menna samstarv og forstáilsi millum vinnu og serfrøði.
Ætlanin er eisini at varðveita økis-og gýtingarfriðingarnar, men hesar skulu eftirmetast, so høvuðsfiskasløgini fáa neyðugu verjuna.
Flokkarnir fara at miðja eftir, at alt tilfeingið verður gagnnýtt, og at allir úrdráttir úr veiddum fiski koma til virkingar og til gagns í framleiðsluni.
Endurskoðan av fiskirættindum
Skipað verður fyri, at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindunum, soleiðis at brúksskyldur fylgja við brúksrættinum til fiskatilfeingið.
Sett verður skipanarnevnd at orða tilmæli til politiska myndugleikan um ta skipan, sum skal vera galdandi, eftir at øll fiskiloyvi sambært løgtingssamtykt fella aftur til landið í 2018. Nevndin skal eisini viðgera spurningin um útlendska kapitalpartin í vinnuni og spurningin um brúksskyldu og umsetiligheit av fiskid










