Spyr um pengar til Hvalbiartunnilin

Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, spyr Kára P. Højgaard, landsstýrismann, um hann fer at virka fyri at fáa pening settan av til nýggjan Hvalbiartunnil í kørmunum, sum nú verða lagdir. Hon spyr eisini, um landsstýrismaðurin metir, at farleiðin til Hvalbiar er trygg fyri fólk at koyra á, og hvørji ítøkilig átøk landsstýrismaðurin hevur í hyggju at seta í verk fyri at betra um trygdina á farleiðini til Hvalbiar?

Í viðmerkingum til grein 52 spurningin sigur hon, at farleiðin til Hvalbiar er ein afturvendandi trupulleiki. Javnan eru greinar í miðlunum, sum vísa á, at grót ríður oman á Kolavegin, og tað er at undrast á, at fólkaskaði ikki hevur staðist av hesum. Tað sama ger seg galdandi í Hvalbiartunlinum, har tað javnan liggur grót á vegnum. Spurningurin er, hvussu leingi fólk skulu bíða eftir nýggjum tunli, og hvørjar ábøtur landsstýrismaðurin ætlar sær at gera á Kolavegnum, og á farleiðini sum heild fyri at betra um trygdina.

– Spurningurin um nýggjan Hvalbiartunnil má eftirhondini vera at meta sum ein bráðfeingis trupulleiki. Viðurskiftini eru als ikki á nakran hátt nøktandi, hvørki fyri vanliga ferðslu, vinnulív ella nakran. Fólk eru ótrygg við farleiðina, og mong setast aftur, tí tey meta farleiðina so ótrygga, at tey ikki tora at koyra. Fólk í Hvalba, og føroyingar allir, mugu nú fáa vissu fyri, at nýggjur tunnil kemur sum skjótast, tí verandi støða er ótolandi, sigur Sirið Stenberg.