Seinnapartin hava stjórnarflokkarnir fundast um spentu støðuna, men teir fara ikki at kunngera nakra niðurstøðu fyrrenn í morgin Fer Samfylkingin við Sólrún Gísladóttir, uttanríkisráðharra, á odda, at taka seg úr stjórnarsamstarvinum við Sjálfstæðisflokkin. Fara tað at verða fleiri útskiftingar millum ráðharrarnar, og fer leiðslan í Seðlabankanum ? og tað vil fyrst og fremst siga David Oddson, fyrrverandi forsætismálaráðharri ? at leggja frá sær. Ella fer nýggj stjórn at verða skipað.
Hetta eru spurningar, sum íslendingar bíða spentir at fáa svaraðar.
Í dag hava umboð fyri stjórnarflokkarnar báðar ? Sjálfstæðisflokkin og Samfylkingina ? fundast. Eftir fundin boðaðu formenninir báðir, Geir Haarde, forsætismálaráðharri, og Sólrún Gísladóttir, uttanríkisráðharri, frá, at eingin niðurstøða verður kunngjørd fyrrenn í morgin. Í kvøld er innanhýsis fundarvirksemi á skránni í báðum flokkum.
Samfylkingin hevur kravt, at talan verður um fleiri útskiftingar í stjórnini. Tað er upp til hvønn flokkin fyri seg at gera av, hvørjar skiftingarnar skulu verða, og forsætismálaráðharrin segði í dag, at Samfylkingin hevur ikki kravt av Sjálfstæðisflokkinum, at flokkurin hjá forsætismálaráðharranum skal skifta ávísar ráðharrar út ella at leiðslan í Seðlabankanum skal skiftast út.
Tað hevur ljóðað, at Samfylkingin hevur havt samráðingar við aðrar flokkar um skipan av stjórn, men Sólrún Gísladóttir segði í dag, at hon og hennara fólk hava ikki tosað við aðrar flokkar.
Íslendingar eru á gosi yvir, at tað ikki hevur havt politiskar og umsitingarligar avleiðingar, at búskapurin er farin í spønir.