fyrsta orðabók í vón um, at onkur legði hetta til merkis. Tað er so, at einki bókstavarað er góðkent í Føroyum. Vit hava góðtikið eitt skert (føroyskt ) bókstavarað í sínari tíð, men hava ikki dugað at sæð [...] sæð, at tað røkkur ikki at hjálpa okkum víðari. Í royndum má tíverri sigast, at hetta føroyska bókstavaraðið er ein forðing, tá ið vit skulu sláa orð upp á øðrum málum enn føroyskum. Í mønina fer tað bó [...] bókstavaraðið, sum vit fyrst læra: tað føroyska. Nú læra vit ikki bara føroyskt, so best er at ríka okkara bókstavarað við ikki bara nummarplátuni hjá Regin Eikholm, men eisini við íslendska »Þ« og danska
Framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, tekur ikki undir við at forða føroyingum at fara út í fjørðin at fáa sær eitt kók - Tað er munur á vinnuligum fiskiskapi og fiskiskapi [...] eiga vit ikki at gloyma, at tað eru nógvir frítíðarfiskarar ið dríva vinnuligan fiskiskap sum hjávinnu. Tráðan og snørið skal ikki vera stóri syndarin, sigur framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum í fiskivinnumálum [...] og so tá ið føroyingurin fer út í fjørðin við snøri ella tráu, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður. Hann vísir á, at fiskiveiðan er ogn Føroya fólks, og heldur tað ikki vera rímiligt at frátaka hendan
Tað fellur ikki einum og hvørjum í lut at liggja í millum tvær bingjur og so slepp næstan snikkaleysur frá tí, minni enn so. Tað man heldur ikki verða nakað at ynskja eftir heldur. Men so heppin var ein [...] hjá Eimskip í Havn leygardagin. Teir arbeiddu við at lossa tá hann brádliga lá ímillum tvær bingjur. Ikki ein ynskistøða at vera í, og eftir tí sum løgreglan sigur frá, so sá støðan ikki út til at verða [...] Maðurin var síðani koyrdur á sjúkrahúsi, men har vísti tað seg, at hann hevði verið so ótrúliga heppin í óhappinum, at hann var næstan sloppin púrasta snikkaleysur. Tó avgjørdu læknarnir at hava mannin liggjandi
Tí er einki at siga til, at tíðirnar hjá rennarunum ikki vóru so góðar, sum tær onkra tíð hava verið, men hetta merkti ikki lagið kortini. Serliga ikki, tá tey eftir kappingina vórðu boðin til Svangaskrað [...] skipaði Roysnið fyri árliga nýggjárshálvmarathon. Runnið var av Funningsvegnum og út á Toftir Veðrið var ikki av tí besta, men kortini vóru 19 luttakarar møtt til kappigina. Serliga hevði vindurin hug at arga [...] fyrstur á mál. Hann hevði tíðina 1.27.04. Hjá kvinnunum var Petra Gardar Neumann fyrst um málstrikuna í 1.51.26, og hjá veteranunum var tað Pól Sundskarð, sum var fyrstur á málið. Hann hevði tíðina 1.37.57
Men í Miðvági og í Vágum var tað dagurin hjá Almu, og um tit ikki uppdagaðu tað, ja so gerst ikki við. Gud fyrigevi tykkum at tit heldur vilja síggja ræðusøgur enn sólskinssøgur, tær skorta jú ikki í f [...] eisini. Gingin eru meira enn áttati ár síðan fólk í Miðvági seinast fylti hundrað, vónandi gongur ikki so long tíð til næstu ferð, vónandi verður okkurt tá í Kringvarpinum at frætta. [...] Føroya, tí hvørki SVF ella ÚF møttu upp! Og í tíðindasendingunum mánadagin vóru eingi tíðindi um Almu, tað megnarkvinnu, sum mestsum hvønn dag fylgir við í Útvarpi og Sjónvarpi, tí hon er nevniliga so
Inntakið í Áardali Bíggjarmegin má bíða. Tað eru ikki pengar til tað í ár. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Oyvindi Brimnes, stjóra á Landsverki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Men við Sosialin [...] skal verða liðugt í hesum árinum. Tað eru ikki nógvir pengar eftir at arbeiða fyri hjá Landsverki. Men so mikið er kortini, at arbeitt verður av allari makt við at fáa tunnilsinntakið í Gásadali liðugt. [...] Sosialin fyrr í heyst segði hann, at arbeiðið upp á tunnilsinntakið i Gásadali fór at verða boðið út í ár. Og tað skuldi so ætlandi gerast líðugt áðrenn nýggjár. Meira rakk játtanin ikki til, segði stjórin
kuldanum og regninum høvdu teir ikki nógvar málmøguleikar at klappa fyri. Og dysturin endaði málleysur. Christian Høgni Ja-cobsen var ikki á liðnum hjá Esbjerg. Gestirnir trýstu í 2. hálvleiki fyri at fáa s [...] sigursmálið, men teir komu ikki nærri enn onkur vandamikil hornaspørk og innlegg úr vinstru. Í síðstu løtu royndi heimaliðið at trýsta. Tað eydnaðist teimum ikki at skora, og tað hevði verið synd fyri Esbjerg [...] fer í vetrarfrí. At tað av álvara var vorðið vetrarligt ? bæði hjá spælarunum áskoðarunum ? sást væl mánakvøldið, tá AaB hevði vitjan av Esbjerg. Hóast oysandi regn møttu 5.576 áskoðarar upp. Í kuldanum
Kina Árni Joensen: ? Størri demokrati, men ikki meiri enn ein flokk. Vit fara ikki at apa okkum eftir vesturlendskum siði. Tað var boðskapurin í røðuni hjá kinesiska forsetanum, Jiang Zemin, tá hann setti [...] lokkinum í Beijing í gjár. Alt bendir á, at hetta var hansara seinasta setanarrøða, tí á landsfundinum skal flokkurin velja nýggjan formann, sum síðani skal taka við sum forseti næsta vár. Í Kina verður [...] fer at taka við. Í setanarrøðuni ávaraði Jiang Zemin teir 2000 lut-takararnar ímóti korrupsjónini í Kina. Hann segði, at tað er umráðandi at rudda alla korrupsjón burtur. Er flokkurin ikki førur fyri tí,
hatta ikki rættiliga er mítt øki. Tá sagt verður, at ongir pengar eru, og ætlanin er samtykt, so kunnu vit ikki bara seta okkum hendur í favn, og siga her verður onki gjørt, tí pengarnir eru ikki til tað [...] vit at fáa teir til vega, sigur Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini. ? Vit hava lovað læknanum, at viðurskiftini uttanfyri skulu koma í rættlag, og tí eigur hetta at verða gjørt sum skjótast. Heðin [...] tað. Men politiskt er hatta ikki nakar trupulleiki, sigur Heðin Mortensen at enda.
tá ið tey vóru eftir skrelli í Havn. Í einum skrelliposa í Sámalsgøtu, var hol komið á ein posa, og upp úr holinum stakk ein knívur. Av tí sama varð posin ikki tikin og ruskmennirnir hava gjørt vart við [...] brennistøðina í Havn, liva lívið farligt. Skrelliposin er bara ætlaður til vanligt húsarhaldsskrell, men tað hendur seg meiri enn so, at ymsir hvassir lutir eisini eru í posarum. Tað hendi aftur í morgin, tá [...] fyribils taka teir ikki rusk aftur frá hasum ávísa bústaðinum. Men hetta høvi brúkar Tórshavnar Býráð enn eina ferð til at heita á fólk á um ikki at koyra hvassar lutir, so sum knívar, og annað, í ruskposan.