Skulu hava loyvi at fiska í fjørðinum

Framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, tekur ikki undir við at forða føroyingum at fara út í fjørðin at fáa sær eitt kók - Tað er munur á vinnuligum fiskiskapi og fiskiskapi til húsbrúk. Munur tá ið firðir vera niðurringdir av línu til vinnuligt endamál, og so tá ið føroyingurin fer út í fjørðin við snøri ella tráu, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður.

Hann vísir á, at fiskiveiðan er ogn Føroya fólks, og heldur tað ikki vera rímiligt at frátaka hendan sjálvsagda rættin, sum hann tekur til, frá størsta partinum av føroyingum.

- Fiskiskapur til húsbrúks er ein brøkpartur av samlaðu veiðuni, meðan avmarkingar ið skulu gerðast eiga at vera gjørdar fyri vinnuliga fiskiskapin. Her eiga vit ikki at gloyma, at tað eru nógvir frítíðarfiskarar ið dríva vinnuligan fiskiskap sum hjávinnu. Tráðan og snørið skal ikki vera stóri syndarin, sigur framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum í fiskivinnumálum.