Leygardagin skipaði Roysnið fyri árliga nýggjárshálvmarathon. Runnið var av Funningsvegnum og út á Toftir
Veðrið var ikki av tí besta, men kortini vóru 19 luttakarar møtt til kappigina. Serliga hevði vindurin hug at arga rennararnar, sum allan teinin høvdu ættina mest sum beint ímóti.
Tí er einki at siga til, at tíðirnar hjá rennarunum ikki vóru so góðar, sum tær onkra tíð hava verið, men hetta merkti ikki lagið kortini. Serliga ikki, tá tey eftir kappingina vórðu boðin til Svangaskrað, har ein góður drekkamuður og pannukøkur vóru at fáa.
Hjá monnum var Sigurð Justinussen úr Bragdinum fyrstur á mál. Hann hevði tíðina 1.27.04. Hjá kvinnunum var Petra Gardar Neumann fyrst um málstrikuna í 1.51.26, og hjá veteranunum var tað Pól Sundskarð, sum var fyrstur á málið. Hann hevði tíðina 1.37.57.
Einstøku úrslitini hjá rennarunum síggjast annars á heimasíðuni, www.athletics.fo.










