Bókstavaraðið var sett saman til orðabókina ORÐASKYN - Mín fyrsta orðabók í vón um, at onkur legði hetta til merkis.
Tað er so, at einki bókstavarað er góðkent í Føroyum. Vit hava góðtikið eitt skert (føroyskt ) bókstavarað í sínari tíð, men hava ikki dugað at sæð, at tað røkkur ikki at hjálpa okkum víðari. Í royndum má tíverri sigast, at hetta føroyska bókstavaraðið er ein forðing, tá ið vit skulu sláa orð upp á øðrum málum enn føroyskum. Í mønina fer tað bókstavaraðið, sum vit fyrst læra: tað føroyska.
Nú læra vit ikki bara føroyskt, so best er at ríka okkara bókstavarað við ikki bara nummarplátuni hjá Regin Eikholm, men eisini við íslendska »Þ« og danska »å«.
Nógvar orðabøkur eru útkomnar síðan 1994. Eingin orðabókaútgevari hevur tikið okkara góða hugskot upp og skipa teirra orðabøkur eftir sama leisti, sum var nýttur til ORÐASKYN.










