Misnøgd: ? Um tað eru pengarnir, sum eru trupulleikin, so eiga vit at fáa teir til vega, sigur Heðin Mortensen, formaður í bygginevndini.
? Vit hava lovað læknanum, at viðurskiftini uttanfyri skulu koma í rættlag, og tí eigur hetta at verða gjørt sum skjótast.
Heðin sigur, at tað einasta at gera nú er at fáa peningin til vega, og reisa málið politiskt, tí sum lækni uppbyggir tú tær ein kundaring, og soleiðis verður trýstið á læknan eisini størri.
? Eg skal reisa málið sjálvur á næsta fundi, vit fara at hava, sjálvt um hatta ikki rættiliga er mítt øki. Tá sagt verður, at ongir pengar eru, og ætlanin er samtykt, so kunnu vit ikki bara seta okkum hendur í favn, og siga her verður onki gjørt, tí pengarnir eru ikki til tað. Men politiskt er hatta ikki nakar trupulleiki, sigur Heðin Mortensen at enda.