gjørdi ikki mun á fólki, í hennara verð vóru øll líka, hon var bara, sum hon var, óhátíðarlig beint fram og ektað. Serligan tokka hevði Anja til eldri fólk, henni dámdi so væl at vitja og tosa við tey gomlu [...] tykkum í vitanini um, at Anja er farin til ein betri bústað, har eingin sorg, sjúka ella pína er longur. Gud hevur tikið eina av Sínum vøkru blómum heim til Sín. Hann sá hana, har hon sat í mongdini klovin
móðirætt, har flest allir mammubeiggjarnir eisini høvdu sína yrkisleið á sjónum. Verður farið longur aftur í tíðina, so vóru eisini aðrir undangongumenn innan føroyska fiski- og sjóvinnu í móðirætt [...] at hann longu sum 14 ára gamal fór sín fyrsta túr til skips, eins og søgan nærum varð skrivað frammanudan, at Atli fylgdi í fótasporunum á faðirinum, tá hann nøkur ár seinni tók næsta stigi, [...] Nøkur ár eftir at felagið í 1984 tók sítt størsta tak nakrantíð, og lat byggja tann størsta og mest framkomna rækjutrolaran tá á døgum, fór Atli umborð – fyrst sum stýrimaður, og seinni sum skipari
Begga verið ein partur av okkara familju. Tað sýnist so veruleikafjart, at tú ikki ert millum okkum longur. Tá eg siti og hugsi um, hvussu eg best kann lýsa tín persón, er niðurstøðan heilt einføld, tú vart [...] øll okkurt gott at minnast aftur á. Og ikki minst tit tríggir Magni, René og Djóni. Tit tríggir komu fram um alt annað hjá Beggu. Sjálvt tá sjúkan hevði gjørt so mikið um seg, at tú visti hvønn veg tað bar
takksamur fyri hvørja góða løtu sum lívið gav tær. Nú tá tú ikki er her longur renna oftani seinastu løturnar saman við tær, fram fyri meg. Tað dirvi tú sýndi lagnutungu seinastu dagar tínir, var merkisvert
i løgtingsmanni úr Fuglafirði, sum 75 ára gamalur hevði lagt árarnar inn. Lívstráðurin rakk ikki longur, eftir at hann nú í nøkur ár hevði verið plágaður av herviligari sjúku. Dan Reinert Petersen var [...] aktivur javnaðarmaður á heilt ungum árum. Hann lat við seg koma, har hann var og legði sínar meiningar fram við treysti. “Sum ein av ellivu systkjum í einum heimi, har ein fiskimannainntøka var álitið, hvat
har hann var. Hann var ein álítandi maður og vildi øllum tað besta. Var eg til gongu, ella koyrdi fram við heiminum hjá tykkum báðum, og Einar sat við vindeygað, so fall altíð ein heilsan okkara millum [...] Marin, børnunum og Karim, má Harrin styrkja teg og tíni í sorgini, nú Einar ikki er millum okkara longur. Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt, tað er nú tómt og oyði, har ikki sæst eitt fuglakykt, ei heldur
hugdi niðan á heimið hjá Eiriki, tað var so óveruligt, at hann ikki var millum okkum longur. Tá komu mong góð minni fram fyri meg, um tær mongu hugnaligu løtur, vit høvdu saman, tær løtur takki eg tær fyri [...] tann sami Eirikur. Byrjaði at skemta beinanvegin og práta um gamlar dagar. Men álvarsemi kom eisini fram, tá ið hann greiddi frá, at hann skuldi niður á Ríkissjúkrahúsið. Alt gekk væl, hann kom fyri seg
25. september 2013 var, kundi enda soleiðis, er ikki til at skilja. Boðini vóru tung, at tú ikki longur vart millum okkum. Tað var, sum steðgaði heimurin upp fyri meg, men sjálvt um eg stóð í stað og var [...] var í sorg, sá eg at heimurin fór víðari í sama lag. Ikki kundi eg skilja, at tú ikki longur var millum okkum, eg vildi ikki trúgva tí, eg hevði jú akkurát sæð teg, tosað við teg, ja, verið í Suðri í [...] natúrliga, ikki við gráturødd. Lívið er framvegis dýrabart, tað er eins og tað altíð var; tað heldur fram øld eftir øld. Deyði og lív hoyra saman. Hví skuldi eg fari úr huga, um eg fór úr eygsjón? Eg bíði
men sum hon kortini helt fram at geva okkum langt upp í nítiárini. Omma dugdi tíbetur so deiliga væl at skilja sína egnu støðu. At hon gjørdist eldri, og tí ikki kundi halda fram í heilt sama girði sum hon [...] truplari sjúkralegu við eyðsýndum líðingum hevði omma givið upp ondina og var nú ikki millum okkum longur. Tá eg eina løtu seinni stóð á vegnum niðan í Heygadal og leit oman yvir bygdina sum nú í næstan
Hevði ikki vant meg við, at mamma ikki var ímillum okkum longur, eftir knapt 94 ár her á foldum. Brádliga komu deyðsboðini um Guðruna vinkonu míni bert 64 ára gomul. Nú er so Jónsvein eisini farin fáar [...] Guðrun, stákaðist millum spískamarið, kolkomfýrin og vaskið. Johan, pápin, sat við fasta borðið framman fyri vindeygað, og fekk sær drekkamunn av undirkoppinum - hevði ikki stundir at bíða til drekka