Minningarorð um Bergtóru Eidesgaard

Tann 1. mars andaðist Begga, bert 53 ára gomul.

Begga var ættað úr Vági, dóttir Einu og Dánjal Jacob Mikkelsen. Hon var einasta genta í einum systkinaflokki uppá fýra. Begga var gift við Magna bróðir, tey eiga tveir synir René og Djóna.
Eg var smágenta, tá Magni og hon funnu saman, so alt tað eg kann minnast, hevur Begga verið ein partur av okkara familju. Tað sýnist so veruleikafjart, at tú ikki ert millum okkum longur.
Tá eg siti og hugsi um, hvussu eg best kann lýsa tín persón, er niðurstøðan heilt einføld, tú vart í roynd og veru framúrskarandi á so nógvum økjum.
Tað er ikki av tilvild, at eg fyrst nevni tykkara heim. Tú dugdi so ómetalig væl at fáa eitt hús til eitt hugnaligt heim, bæði tá ræður um innrætting og atmosferu. Serliga hugnaligt var um høgtíðirnar, prýtt við alskyns heimagjørdum prýðum, ja sjálvt í Havn sita nógvar nissur hvørji jól og hugna um hjá okkum, alt nissur, sum tú so evnaliga hevur gjørt.
Ávegis at vitja tykkum, plagdu mínar gentur at spyrja, um vit skuldu eta hjá tykkum. Tað elskaðu tær, og hvør gjørdi ikki tað? Tú kundi uppá onga tíð borðreiða við einari flottari máltíð, og altíð smakkaði líka væl. Serliga væl minnast vit hin summardagin, vit fóru niðan á Ryskivatn. Tú hevði, meðan ongin varnaðist, bakað pannukøkur, sum vit hitaðu á heimagjørdari grill í haganum.
Undantikið, tá synirnir vóru lítlir, hevur tú verið á arbeiðsmarknaðinum. Tú hevur í nógv ár arbeitt á Ellis- og Røktarheiminum á Tvøroyri. At tú vart góð við títt arbeiðspláss, vísti tú so týðiliga, tá tit savnaðu pening til ein buss. Í mánaðir brúkti tú hvørja fríløtu at binda, seyma o. a. Tað var eisini uppí fleiri posar av pløggum og lutum, tú gavst til hesi tiltøk.
Eg havi mangan undrast yvir, hvussu tú fekst tíð til alt tað, tú gjørdi. Hvørja summarferiu, ja mangan heilt út í august og september, vart tú álitið í bønum, tú arbeiddi sum ein hestur og man hava fingið nógvar byrður av hoyggi til høldar.
Seinasta summar var tú farin undir at høgga og laga grót oman fyri húsini hjá tykkum við Kráir. Ikki júst nakað fittligt arbeiði fyri eitt konufólk, men tú vart so røsk, eitt konubrot.
Altíð vart tú klár við eini hjálpandi hond, um tað so var at koma norður um fjørð at matgera, tapeta, mála, leggja gólv á, ja tú kundi hjálpa við øllum, tí tú dugdi alt. Tú hevur mangan rætt mær tína hjálpandi hond, tað var ongantíð ein spurningur, um tú hevði tíð.
Sum prestur so gott segði til tína jarðaferð, so ræður ikki bert um at liva leingi, men eisini um at liva eitt lív við innihaldi, og Begga tað gjørdi tú, hjálpsom og virkin, sum tú vart, sjálvt um eg so inniliga hevði ynskt, at tú fekst fleiri ár. Vit, sum hava kent teg, hava øll okkurt gott at minnast aftur á. Og ikki minst tit tríggir Magni, René og Djóni. Tit tríggir komu fram um alt annað hjá Beggu. Sjálvt tá sjúkan hevði gjørt so mikið um seg, at tú visti hvønn veg tað bar, var tað ikki teg sjálva, tú hugsaði um og tók synd í, men um hvussu maðurin og synirnir fóru at klára tað, at tú ikki var hjá teimum við tínum kærleika og umsorgan.
Har er tómligt hjá tykkum nú við Kráir, men vónandi fara tit, sum frá líður, at ugga tykkum við øllum teimum góðu minnunum, tit hava um konu og mammu tykkara.
Begga, tú hevur enn einaferð prógvað, at tað ræður um at njóta hvønn dag. Vit vita ikki, hvussu nógvar vit hava eftir. Í august vóru vit øll saman í veitslulag, tá sonur tykkara René og Kirstin hildu brúdleyp. Tín partur lá, sum altíð, ikki eftir í allari stákanini, og í dag eitt hálvt ár seinni ert tú, aftaná eina ræðuliga sjúkralegu, farin, ótrúligt.
Við hesum orðum lýsi eg frið yvir minni um teg góða Begga.

Eyðdis