úr Svøríki. Tað eru sjónleikarar úr Avalon sjónleikarhúsinum í Stokkhólmi, sum koma til Havnar at vitja í dag, og teir steðga til mánadagin 17. august. 12 fólk eru við á ferðini og tey fara at vísa okkum [...] Gudalæra?, og tað, sum Avalon-Leikhúsið fer at framføra í Havn hesar báðar dagarnar, er tann útgávan av finska tjóðarkvæðinum, sum tey framførdu í Stokkhólmi. Avalon Sjónleikhúsið varð stovnað í 1994 og er eitt [...] finsku mytuni Kalevala. Tvær framførslur verða og tær verða báðar í sjónleikarhúsinum. Tann fyrra verður leygardagin tann seinna verður sunnudagin. Báðar verða klokkan 16. Men sum vanligt, tá ið Havnar
sigur, at tað fer at kosta teimum einar 250.000 krónur at koma ígongd. Longu nú hava tey fingið tilsøgn um so mikið av stuðuli, uttan at hava gjørt nakað serligt fyri tað, at hann væntar ikki, at tað verður [...] reint og og gott vellir úr. ? Ætlanin er í fyrstu syftu at senda í Havnini. ?Men endamálið er heilt greitt at senda um alt landið sum frálíður. Men tað verður, er óvist, tí tað krevst nógv útgerð at røkka [...] einkarrættin. Og fyrireikingarnar til tað fyrsta lokalútvarpið eru komnar so mikið áleiðis, at ætlanin er at verða til reiðar at senda longu tann fyrsta januar. Kristiligt tilfar alt samdøgurið Tað eru kristiligar
sigur, at umsóknin verða avgreidd so skjótt sum tilber. Tað er síðani, at útvarpið og sjónvarpið tann 1. januar misti einkarrættin at senda ávikavist útvarp og sjónvarp, at tað ber til hjá øðrum at fara [...] fara undir lokalútvarp. Og tað ljóðaði einaferð, at tað var stórur áhugi at hjá einstaklingum og bólkum at fara undir sendingar, helst útvarpssendingar. Men fyribils úrslitið er so, at bara tann eina umsóknin [...] landsstýrinum og bíða eftir at verða avgreidd. Signar á Brúnni, landsstýrismaður sigur, at at umsóknirnar nú fáa tað viðgerð, tær skulu hava. Men hann sigur, at fyrst skal ein nevnd setast at gera reglugugerð
aftur, og nógv vinnutól verða lítið brúkt. Tí er spurningurin, um møguligt er at fáa meiri arbeiðið í øðrum vinnugreinum, smiðum, verkstøðum o.s.fr. ÚR Noregi ljóðar, at har hava vinnuvirki so nógv at gera [...] gera, at nógvar fyritøkur innan oljuvinnuna hava steðgað íløgum fyri ikki at leggja meiri brenni til upphitaða búskapin og fyri at sleppa undan at flyta inn meiri fremmanda arbeiðsmegi. So spurningurin er [...] TAÐ er at fegnast um, at Føroya Banki - Okkara Banki - klárar seg væl og hevur eitt stórt avlop teir fyrstu seks mánaðirnar í ár. Men, sum roknað varð við, tá tær stóru burturleggingarnar ímóti tapum vórðu
so er tað við »medgift« pr. mdr. fyri at pleyga seg sjálvan og prýða húsið, so at hann kann útbúgva seg og tjena enn meira pengar. Føroya fólk Tíðin er kmin, at menn og landið mugu geva kvinnum og børnum [...] landinum. Nógvar kvinnur og børn eru tyngd, troytt og ólukkulig. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at vit fáa gott arbeiði og útbúgvingarmøguleikar, men eisini at vit fáa tann stuðul og kærleika frá monnum, [...] einsamallar og berjast fyri lívinum, hava ógvuligar ringar møguleikar fyri at klára seg í Føroyum. Tað er kalt millum manna, dýrt at liva, ringt at fáa bíligan bústað, ringt at fáa arbeiði, ringt at útbúgva
eisini møguleika fyri at fara á ymsar útferðir í Aberdeen og har um leiðir, sum Smyril Line fer at skipa fyri. Enn er ikki heilt greitt, hvussu nógvar útferðir verða gjørdar, men tær verða helst ikki so nógvar [...] so hetta skuldi gjørt tað møguligt hjá heilt fitt av fólki at komið við til Skotlands og stuðla okkara landsliði. Givið er, at hevur landsliðið møguliga einar 3-400 føroyingar at stuðla seg, so spenna [...] soleiðis fyri, at tey, sum koma við á ferðini, koma at búgva umborð á Norrønu, eisini meðan skipið liggur við kaj í Aberdeen. Hetta ger, at fólk sleppa undan at fáa sær kamar á gistingarhúsi í býnum og gjalda
heldur rak. Men tað er onki nýtt, tí soleiðis hevur altíð verið. Hann sigur, at pisurnar eru komnar væl undan í ár og at onki er at síggja deytt. Sjálvboðin stovnsrøkt Tað er ikki sørt, at tað er kampur um [...] undan, fór fyri skeyti og vit sóu ongar sildberar. Annars var gamalt at byrja at fleyga á syftunsøku 2. juli. ? Men tað er bara blivið fyrr og fyrr, at menn eru farnir at fleyga og seinastu árini hevur ikki [...] seinur á veg og vit hildu at tað gjørdi onki at fleygingin dró út, tí nú er tað ikki vinnuvegur hjá nøkrum longur. ? Teir flestu fleyga bara til húsbrúks og so mikið, at teir fáa latið skyldfólki og teimum nærmastu
eisini roynt at ringt til Julian, men tað vísir seg altíð at vera torført at fáa fatur í fótbóltsspælarum, sum ofta eru úti. Hjá Jákupi og Toda hjálpir tað væl, at teir hava telefonsvararar, men tað hevur Julian [...] til hann og greiddi frá, at Queens Park Rangers og Tranmere, sum bæði spæla í næstbestu ensku deildini, høvdu brúk fyri einum defensivum miðvallara, og at hann hevði havt samband við teir. ? Tað bleiv tó [...] fyri, at dreymurin er at koma enn longur fram sum fótbóltsspælari. ? Men eg havi tað fínt her í Kongsvinger, og eg havi framvegis nógv eftir at læra her, sigur hann. Í Onglandi fylgja agentar og onnur
Svangaskarði er tað fimta ferðin, at teir fara undir stóra takið at spæla í Europa Cup. Higartil hevur tað ongantíð eydnast at koma víðari úr innleiðandi umfarinum, og tað er einki at ivast í, at uppgávan hesa [...] Janus Rasmussen verða við í ár. Men tað eru framvegis nógvir spælarar, sum hava verið við so at siga hvørja ferð, og tað verður ikki minst teirra lutur, sum fer at gera av, hvussu GÍ fer at standa seg í kvøld [...] unglingalandsliðunum, so er tað nakað heilt annað, teir báðir ungu menninir fara at vera partur av í kvøld. Og tá kemur tað væl við at hinir spælararnir á liðnum vita, hvat tað snýr seg um. Allir gøtumenninir
Gøtumenn fara heilt víst at gera sítt besta, tá teir í kvøld klokkan 19 frenna inn á grasvøllin á Svangaskarði. Og tað er ikki heilt óhugsandi, at tað fer at bera til at fáa eitt hampuligt úrslit. Føroyingar [...] teir áttu at kunna framt, so var undirhaldið á heimavølli gott. KÍ tapti 3-2, men tá tað restaði eitt stórt korter, vóru teir á odda 2-1, og tað var spennandi. Áskoðararnir kunnu vóna, at GÍ fer at megna tað [...] jarðbundin venjari, og hann plagar ikki at billa sær inn, at nakað føroyskt lið kann røkka langt í Europa Cup. ? Vit taka hetta sum eitt upplivilsi, og skuldi tað gingið væl, so taka vit tað sum eitt upplivilsi