Havnar Sjónleikarfelag fær vitjan úr Svøríki

Fara at framføra finsa tjóðkvæði Kalevala Tvær reisir í Havn

Í dag fær Havnar Sjónleikarfelag vitjan úr Svøríki.

Tað eru sjónleikarar úr Avalon sjónleikarhúsinum í Stokkhólmi, sum koma til Havnar at vitja í dag, og teir steðga til mánadagin 17. august.

12 fólk eru við á ferðini og tey fara at vísa okkum teirra útgávu av finsku mytuni Kalevala.

Tvær framførslur verða og tær verða báðar í sjónleikarhúsinum.

Tann fyrra verður leygardagin tann seinna verður sunnudagin.

Báðar verða klokkan 16.

Men sum vanligt, tá ið Havnar Sjónleikarfelag hevur útlendskar gestir, fara tey at skipa fyri útferðum, samkomum og øðrum tiltøkum fyri tey.

Eins og Havnar Sjónleikarfelag, var Avalon Sjónleikarfelagið við í ?Kulturby 98? tiltakinum í Stokkhólmi í juni í ár.

Tiltakið bar heitið ?Norrøn Gudalæra?, og tað, sum Avalon-Leikhúsið fer at framføra í Havn hesar báðar dagarnar, er tann útgávan av finska tjóðarkvæðinum, sum tey framførdu í Stokkhólmi.

Avalon Sjónleikhúsið varð stovnað í 1994 og er eitt yrkissjónleikarhús.

Men hetta tiltakið er í Havn er eitt áhugatiltak í samstarvi við ?Studie framjandet? , sum skipaði fyri sjónleikinum í ?Kulturby 98?.