Skjótt verður tað fyrsta, føroyska lokalútvarpið veruleiki.
Tað eru kristiligar samkomur í Føroyum, sum í eina tíð hava arbeitt við at stovna eitt lokalútvarp.
Hetta letur seg gera, nú útvarpið og sjónvarpið misti einkarrættin.
Og fyrireikingarnar til tað fyrsta lokalútvarpið eru komnar so mikið áleiðis, at ætlanin er at verða til reiðar at senda longu tann fyrsta januar.
Kristiligt tilfar alt samdøgurið
Tað eru kristiligar samkomur í Føroyum, sum hava tikið stig til hetta lokalútvarpið.
Og tað verða sendingarnar sjálvandi merktar av. Tí endamálið við lokalútvarpinum er at senda kristiligt tilfar.
Samkomurnar, sum hava tikið stig til støðina, hava valt eina arbeiðsnevnd, at fyrireika ætlanina.
Í henni sita Dánjal á Dul Jacobsen, Jenis Av Rana og Preben Hansen, sum er formaður.
Preben Hansen sigur, at arbeiðið hevur ligið stil í summar, meðan feriurnar eru fingnar frá hondini.
Men fyrsti fundur í arbeiðsnevndini var mánadagin og nú væntar hann, at verulig gongd kemur aftur á málið.
Hann sigur, at tey søktu um sendiloyvi í juni mánaða og at landsstýrið ætlar at avgreiða umsóknina nú rættilig gongd er komið á aftur eftir summarfrítíðina.
? Men vit hava fingið at vita, at umsóknin verður viðgjørd við vælvild, sigur hann.
Áður hava fyrireikararnir havt fólk Íslandi at kunna seg við arbeiðið á eini líknandi støð har.
Preben Hansen sigur, at ætlanin er at víðka arbeiðsnevndina, tá ið ætlanin er komin longur áleiðis.
Í løtuni verður arbeitt við at gera viðtøkur fyri støðina og at fáa greiði á, hvussu hon skal skipast.
So nógvar sum gjørligt
Preben Hansen sigur, at ætlanin er at fáa so nógvar samkomur sum gjørligt upp í nýggju støðina.
? Støðin verður opin fyri øllum kristiligum samkomum.
?Endamálið er at boða Guds Orð.
? Og í tí sambandinum eru smámunirnir ímillum tær ymsu samkomurnar týdningarleysar.
? Hinvegin leggja vit dent á, at ongin kristilig samkoma skal føla seg settan uttanfyri.
Tó ger preben Hansen eisini vart við, at talan verður ikki um eitt lokalúvarp, sum skal senda kjaksendingar.
? Tí verður tað álagt samkomunum ikki at viðgerða evni, sum eru umstrídd, t.d. dópin.
? Støðin er fyri tey, sum hava tørv á at hoyra Guds Orð.
? Hetta verður ikki ein undirhaldsrás fyri trúgvandi, sigur Preben Hansen.
Kostar 250.000 krónur
Formaðurin í arbeiðsnevndini sigur, at tað fer at kosta teimum einar 250.000 krónur at koma ígongd.
Longu nú hava tey fingið tilsøgn um so mikið av stuðuli, uttan at hava gjørt nakað serligt fyri tað, at hann væntar ikki, at tað verður trupult at úvega peningin.
Tá ið sendiloyvið er fingið til vega, og meiri kjøt er komið á projektið, er ætlanin at fara meiri miðvíst til verka fyri at útvega stuðul.
Men tað er ongin treyt at stuðla tiltakinum fíggjarliga fyri at sleppa framat við sínum boðskapi.
? Øll sleppa framat og so stuðlar hvør eftir førimuni, sigur Preben Hansen.
Annars er ætlanin at tað mesta arbeiðið skal gerast við sjálvbodnari arbeiðskraft.
? Vit hava longu samband við fólk, sum hava góða rødd at lesa upp, og onnur, sum eru áhugað at hjálpa til.
Avgerð er ikki tikin um útgerðina, men tilboð er komið um brúka útgerð úr Íslandi.
Tað er heldur ikki gjørt av, hvaðani støðin fer at senda, hóast høli standa teimum í boði ymsastaðni.
Alt landið - alt døgnið
Nýggja lokalútvarpið hevur fingið navnið ?Lindin?.
Lindin merkir kelda. Í yvirførdum týdningi er útvarpsstøðin Lindin ein kelda, sum nakað reint og og gott vellir úr.
? Ætlanin er í fyrstu syftu at senda í Havnini.
?Men endamálið er heilt greitt at senda um alt landið sum frálíður.
Men tað verður, er óvist, tí tað krevst nógv útgerð at røkka til allar bygdir.
? Men er hampiliga lætt at røkka einum 60% av Føroya fólki.
Samráðingar mugu so verða við Telefonverkið um at seta støðir upp á mastrarnar hjá teimum.
Hvussu leingi, sent verður í fyrstuni, veit Preben Hansen ikki.
? Men endamálið er at senda alt samdøgurið, tí fyrispurningar uttanlands vísa, at tað eru rættiliga nógv, sum lurta eftir útvarpi um náttina.
Ætlanin er m.a. at senda upptøkur av kristiligum fundum upplestur. men nakað nógv verður eisini av tónleiki.










