achelor í sjúkrarøktafrøði á Sygeplejeskolen í Århus. 85 ára føðingardagur Hósdagin 20. august fyllir Anna Maria Davidsen, vanliga nevnd Mia, 85 ár. Dagurin verður hildin á Ellisheiminum í Runavík frá [...] Hansen av Norðoyri. Vígslan verður á Skúlaheiminum við Marknagil kl. 13.00, og eftir vígsluna verður receptión. Øll eru hjartaliga vælkomin. Døgurði verður fyri innboðin á Hotel Føroyum. Brúdleyp Leygardagin [...] í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19. Brúdleyp Leygardagin 29. august kl 15.00 giftast í Vesturkirkjuni Súsanna Jacobsen og Hávarður í Stórustovu, Argir. Døgurði verður fyri innboðin á Hotel Føroyum kl 18
Khuldah Chandi, Pakistan og Sámal Mikkelsen, Klaksvík. Bústaður: 6-1, 1 Firpark Court Dennistoun G31 2GA Glasgow, Scotland. 75 ár Leygardagin 15. des. verður Absalon Lydersen á Kirkju 75. ár. Hann heldur [...] prógv sum Cand.ling.merc. í enskum við profilinum Tolk & Translatør á Handelshøjskolen i Århus. 70 ár Týsdagin 18. des. verður Oda Højgaard á Toftum 70 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Gullbrúdleyp [...] við okkum, verða vinaliga biðin um at siga frá á tlf. 456276 ella 227266 í seinasta lagi 19. des. Leygardagin 29. decembur hava Elinborg og Sólvit Simonsen á Sandi gullbrúdleyp. Tey ið vilja heilsa teimun
millum Kyndil og VÍF, og ein av hesum var á skránni í høllini á Hálsi í gjárkvøldið. Undan dystinum lá VÍF á triðja plássi, men við einum sigri kundu teir liggja seg á fyrsta plássi í bestu mansdeildini. Árið [...] Kyndil lá undan dystinum á aftasta plássi við tveimum stigum. VÍF vísti stórspæl Liðini løgdu óvanliga hart fyri frá byrjan av, og longu eftir tríggjar minuttir var støðan 3-3. Munurin á liðunum var ikki tann [...] serliga Regin Joensen á høgra vongi dugdi at gera sær dælt av hesum. Kyndil royndi tó at kempa seg aftur í dystin, og tá fimm minuttir manglaðu av fyrra hálvleiki høvdu teir kempa seg upp á 9-12, og nú tóktist
Sum tvey ára gamal fór Trúgvi niður á Ríkissjúkrahúsið at verða kannaður, og har kundu tey skjótt staðfesta, at tað einasta á kroppinum, sum hann hevði tamarhald á, vóru eyguni. Av tí at einki stað [...] stað var í Føroyum fyri børn við slíkum breki, kom hann at búgva á ymsum stovnum í Danmark. Longst búði hann á Geelsgård, og har fekk hann nógvar góðar vinir, sum hann seinni vitjaði og hevði samband við [...] gavst ikki fyrr enn gátan var loyst. Honum dámdi væl at búgva á Eirargarði. Hvønn morgun fór hann saman við hinum búfólkunum niðan á Virkni, har tey kunnu fáast við ymisk ítriv. Hetta at kunna fara
liðum, sum á pappírinum ikki skuldu volt teir stóru trupulleikarnar. Í Vestmanna kom KÍF soleiðis á odda 19-18, tá tíggju minuttir vóru eftir, men so slerdi VÍF turbona til. Við fimm málum á rað punkteraðu [...] Við einum sigri í hesum dystinum kundu teir á oddaliðnum mest sum staðfesta finaluplássið. Ein setningur, sum tó ongantíð varð rokkin. Kyndil setti seg nevnliga á dystin frá byrjan. Eftir fyrstu varisligu [...] brádliga glið á spælið. Kanska slappaði Kyndil eisini av, ella kanska var tað byrjandi panikkur, sum fór at gera um seg. Undir øllum umstøðum, so fóru hoyvíkingarnir nú at eta seg inn á teir grønu. At
aðrir tónar enn gomul sálmaløg, sum stumm sótu á bekki og lýddu á. Lítið vistu útróðrarmenninir, ið mangan móðir og troyttir slitu upp land og settu bátin á lunn ella í lunnbót, at Bach og Mozart fóru at [...] Moniku, tá ið hon í sínum ungu árum lærdi violinspæl á tónlistaskúlanum í Winthertur, ið liggur einar 20 minnutir frá Zürich, sum er heimstaðurin hjá Moniku. Á hesum skúla var Willy Gohl rektari. Hann helt hetta [...] nógvar mennandi løtur verið á hesum klettum saman við Willy Gohl, sum Ólavur hevur tikið stig til, og vit onnur hava notið gott av. Hugsið tykkum til! Í øðrum samfeløgum á stødd við okkara, er kanska bert
kvøld ber við sær, at Víkingur liggur heilt væl á bronsuplássinum. Tað eru nú fimm stig aftur til EB/Streym og fjórða plássið, og tað eru seks stig upp til HB á silvurplássinum. Tapið í kvøld ber við sær, [...] javnleikum. Hetta var triðja ferðin á rað, at Víkingur fór av vøllinum, uttan at tað er eydnast mótstøðuliðnum at skora mál. Allar ferðirnar eru sigrarnir vunnir aðra staðni enn á heimavøllinum í Sarpugerði. Eftir [...] er komin á vøllin í staðin fyri Hans Jørgen Djurhuus. 77) 0-2 Tað kann vera skjótt at venda gongdini, um liðið, sum liggur undir, minkar um munin, tá ið støðan er 2-0. Men í løtuni bendir einki á, at tað
Slovenia. 4 leikbannaðir Hjá føroyingunum á Ólafsfirði hevur einki vilja borið til í ár, liðið, sum telur 4 føroyskar leikarar, hevur havt eina sera vánaliga byrjan upp á árið, og seinastu vikurnar er niður [...] Arge nú aftur hevur fingið gongd á málskjótingina. Álopsmaðurin, sum hevur drigist við drúgvan skaða í ár, skeyt fyrsta landskappingarmál sítt, tá ÍA um vikuskiftið vann 4-1 á Fram. Sogndal flúgvandi Hjá teimum [...] Burtursæð frá einum keðiligum tapi á skrivaraborðinum, hevur talan bert verið um sigrar í august mánaði, so einki er at siga til, um sjálvsálitið er gott í løtuni. Tapið á skrivaraborðinum ger tó, at tað
dystinum upp á so stutta tíð. Avrikið hjá føroysku dreingjunum staðfesti, at munurin upp til hinar er nógv minkaður. Finnland kom á odda í yvirtíðini í 1. hálvleiki, og føroyski málverjin tók ábyrgdina á seg. [...] mikudagin fóru á Old Trafford vóru danir eftir við hús. Og ómenniskjaliga sektin tóktist bera góða frukt, tí hósdagin vann Danmark óvæntað 1-0 á Noreg. Í hinum bólkinumm vann Ongland 1-0 á Qatar, og Ísland [...] Um teir yngru skulu vísa teimum eldru veg, so kunnu teir á íslendska a-landsliðnum rokna við dyggari mótstøðu, tá teir annan mikudag við øllum yrkisspælarunum koma í Gundadal at spæla móti Føroyum. Í gjár
Olsen, at hon er so mikið væl fyri, sum hann yvirhøvur minnist hana á nøkrum VÍF-liði, ið hann hevur leikt á. Hann heldur, at miðalhæddin á leikarunum, serliga skjúttunum, er so høg, sum hon ikki hevur verið [...] leikt á besta liðnum hjá VÍF í meiri enn tólv ár. Til dagligt starvast Ingi í Føroya Banka í Vestmanna, og har koma sjálvsagt nógv fólk inn á gólvið, og tað eru tey fæstu, sum ikki hava hondbóltin á máli [...] Daniel Rapa og Sámal Joensen gera teir VÍF til eitt lið, sum hevur eina sera stóra breidd av góðum langskjúttum. Heldur avbjóðing enn upplivilsi Ingi Olsen er ikki sørt spentur upp á dystirnar ímóti finska