Um teir yngru skulu vísa teimum eldru veg, so kunnu teir á íslendska a-landsliðnum rokna við dyggari mótstøðu, tá teir annan mikudag við øllum yrkisspælarunum koma í Gundadal at spæla móti Føroyum. Í gjár spældu Føroyar og Ísland um sjeynda plássið í opnu NM kappingini, sum í hesi vikuni hevur verið í Onglandi, og føroysku U-16 dreingirnir prógvaðu, at tann tíðin er farin, tá føroyingar lúgvast skjótt og tapa stórt, serliga í síðsta dystinum. Úrslitið var 2-1 til Ísland, eftir at Føroyar í hálvleikinum høvdu verið á odda 1-0.
Mattias Davidsen, venjarin, hevði gjørt av at broyta uppstillingina frá 4-4-2 og til 4-3-3. Hetta varð gjørt fyri at geva álopinum størri tyngd, og dreingirnir fingu fleiri málmøguleikar, enn teir høvdu havt undanfarnu ferðirnar. Eftir 18 minuttir kom málið, sum dreingirnir høvdu bíðað 258 minuttir eftir. Hjalgrím Elttør varð feldur í brotsteiginum, og hann skoraði sjálvur úr ellivu metrum.
Møguleikar vóru báðar vegir, men í staðin fyri at føroyska leiðslan varð økt, so javnaðu íslendingar eitt korter inn í 2. hálvleik. Eftir horna dømdi dómarin úr Qatar brotsspark, tí handasti íslendingurin skuldi vera feldur. Teir í føroyska ferðalagnum vóru ikki samdir, og íslendingarnir vóru samdir við teimum, men tað taldi lítið, og brotssparkið varð umsett til mál. Tá tað restaðu tólv minuttir, fekk Ísland sigursmálið. Fríspark úr seytjan metrum rakti føroyska manngarðin, og returbólturin tók í einum av føroyingunum og snýkti seg dygst inn við stólparótini.
Føroyingar stríddust fyri at javna, og fyritreytirnar vóru til staðar, tí seinna partin av 2. hálvleiki vóru íslendingar bara tíggju. Høvuðsmaðurin á miðvøllinum varð rikin av vølli, tá hann royndi at filma seg til brotsspark. Dómarin vísti honum gula kortið fyri hetta, og tá hann fyrr í dystinum hevði sæð gult, kom skorpan úr lummanum.
Føroyska liðið móti Íslandi: Poul N. Joensen, B36 ? Arnhold Berg, Skáli, Vagnur Mohr Mortensen, HB, Kristian á Lakjuni, KÍ, Áki L. Hansen, NSÍ ? Jann Ingi Petersen, B68, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar ? Fróði Jóanesarson, NSÍ, Jón Rói Jacobsen, HB, Hjalgrím Elttør, KÍ
Avmarkað tap
Móti Finnlandi hósdagin gekk verri enn vónað og kanska eitt sindur betri, enn tað kundi roknast við í triðja dystinum upp á so stutta tíð. Avrikið hjá føroysku dreingjunum staðfesti, at munurin upp til hinar er nógv minkaður.
Finnland kom á odda í yvirtíðini í 1. hálvleiki, og føroyski málverjin tók ábyrgdina á seg. Hinir tóku tað fyri góða vøru, tá hann rópti, eg havi, men tíverri kom ein mótstøðumaður ímillum og stútaði í netið. Finnland økti, tá 69 minuttir vóru farnir. Ein stórur miðvallari dró frá føroyingunum og skoraði.
Um tað ikki sigur alt um spælbýtið, so boðar tað frá, at talan var ikki um spæl til eitt mál, tá føroyingar í 1. hálvleiki høvdu fýra hornaspørk og Finnland tvey. Føroyingar høvdu onkrar møguleikar, og teir hildu seg vera snýttar fyri brotsspark, tá Hjalgrím Elttør í 71. minutti varð feldur í brotsteiginum, men dómarin var ikki samdur við okkara monnum.
Føroyska liðið móti Finnlandi: Poul N. Joensen, B36 ? Arnhold Berg, Skáli, Vagnur Mohr Mortensen, HB, Kristian á Lakjuni, KÍ, Áki L. Hansen, NSÍ (Atli Danielsen, KÍ, 58.) ? Jann Ingi Petersen, B68, Hjalgrím Elttør, KÍ, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar ? Jón Rói Jacobsen, HB, Fróði Jóanesarson, NSÍ (Gilli Haraldsen, Hjørring, 60.). Hinir í hópinum vóru Rani D. Christiansen, HB, Sámal J. Samuelsen, EB/Streymur, Sólbjørn Olsen, B36, John Andersen, NSÍ og Dánjal Pauli Danielsen, Farum.
Donsku spælararnir vórðu harðliga sektaðir, tí teir ikki megnaðu at vinna móti Føroyum. Tá allir hinir spælararnir mikudagin fóru á Old Trafford vóru danir eftir við hús. Og ómenniskjaliga sektin tóktist bera góða frukt, tí hósdagin vann Danmark óvæntað 1-0 á Noreg. Í hinum bólkinumm vann Ongland 1-0 á Qatar, og Ísland og Svøríki spældu 2-2.
Í gjár vórðu endadystirnir spældir soleiðis. Ongland og Finnland skuldu spæla finalu klokkan 17, Danmark og Svøríki spældu um triðja plássið, og Noreg og Qatar spældu um fimta plássið.
Føroyska U-16 landsliðið kemur í Vágar seinnapartin í dag. Umframt spælararnar hava verið í ferðalagnum í Onglandi Mattias Davidsen, Bill Jacobsen og Jógvan Martin Olsen, venjarar, Rúni Mohr, ognarrøkil, Álvur Hansen, fysioterapeutur, Niklas á Líðarenda, dómari, og Karl Vidtfeldt hevur verið ferðaleiðari.