Víkingur tættari at heiðursmerkjum

Sannførandi avrik í 2. hálvleiki bar í kvøld 2-0 sigur við sær í útsetta dystinum ímóti NSÍ í Runavík

Úrslitini seinastu nógvu ferðirnar siga, at í løtuni er Víkingur besta liðið, og í kvøld hava steypavinnararnir enn eina ferð vunnið. Í føgrum fótbóltslíkindum í Runavík eydnaðist tað at vinna grannauppgerðina ímóti NSÍ 2-0.

Undan steðginum høvdu bæði liðini sínar møguleikar, og tá skiftust liðini at vera omaná.

Tíðliga í 2. hálvleiki sendi sera væl upplagdi Hallur Hansson við høvdinum bóltin í málið eftir horna frá Bárði Hansen úr høgru, og eftir tað koppaði spælið orduliga gestunum til fyrimunar.

Víkingur hevði eina røð av møguleikum, og eftir fínt álop, tá ið tað eydnaðist Finni Justinussen at sneiða seg inn um Andras Gango í NSÍ málinum, var Sølvi Vatnhamar púra blankur, tá ið hann setti bóltin í málið.

Síðstu løtuna hevði NSÍ tríggjar risa møguleikar eftir horna, men Pól Jóhannus Justinussen misnýtti.

Úrslitið í kvøld ber við sær, at Víkingur liggur heilt væl á bronsuplássinum. Tað eru nú fimm stig aftur til EB/Streym og fjórða plássið, og tað eru seks stig upp til HB á silvurplássinum.

Tapið í kvøld ber við sær, at vánirnar hjá NSÍ at vinna seg fram til europeiska luttøku minkaðu. Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis ikki hevur vunnið ímóti øðrum enn trimum teimum niðastu. Úrtøkan ímóti Skála, B68 og AB er 27 stig í 9 dystum. Í trettan dystum ímóti hinum liðunum er úrtøkan fýra stig – í fýra javnleikum.

Hetta var triðja ferðin á rað, at Víkingur fór av vøllinum, uttan at tað er eydnast mótstøðuliðnum at skora mál. Allar ferðirnar eru sigrarnir vunnir aðra staðni enn á heimavøllinum í Sarpugerði. Eftir 1-0 í steypafinaluni ímóti HB var úrslitið sunnudagin 2-0 ímóti B36 í Gundadali, og í kvøld var úrslitið 2-0 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík. Víkingur hevur nú spælt tólv landskappingardystir á rað uttan at tapa. Síðsta tapið var 25. mai, tá ið B36 vann 2-1 í Sarpugerði.

 

NSÍ-Víkingur 0-2 (0-0)

0-1: Hallur Hansson 52.

0-2: Sølvi Vatnhamar 61.

Dómari: Rúni Gaardbo

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Monrad Holm Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Magnus Olsen (Sjúrður Jacobsen, 73.), Justinus R. Hansen (Haraldur R. Højgaard, 64.) – Andy Olsen (Meinhard Olsen, 64.), Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

Gult kort: Justinus R. Hansen, Árni Frederiksberg, Haraldur R. Højgaard

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Súni Olsen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus (Gunnar Vatnhamar, 81.), Hallur Hansson – Heðin Hansen (Sámal Jákup Joensen, 90.), Finnur Justinussen, Philip Djordjevic (Magnus Jarnskor, 88.)

Gult kort: eingin 

Støðan eftir 22 umfør

B36 49

HB 45

Víkingur 39

EB/Streymur 34

NSÍ 31

KÍ 30

ÍF 25

AB 22

B68 13

Skála 12

 

23. umfar

Sunnudagin 21. september

ÍF-AB

NSÍ-B36

B68-KÍ

EB/Streymur-Víkingur

HB-Skála

 

LIÐUGT

0-2

90) 0-2

3 minuttir lagdir aftrat.

Sámal Jákup Joensen avloysir Heðin Hansen hjá Víkingi.

 

88) 0-2

Magnus Gregersen er komin inn í staðin fyri Philip Djordjevic hjá Víkingi. Í løtuni er sannlíki størri fyri, at víkingarnir skulu økja um leiðsluna.

 

84) 0-2

Hjá NSÍ hevur tað stóran týdning fyri fótbóltsspælið, at Sjúrður Jacobsen er komin inn á miðvøllin. Hann hevur leingi verið skaðadarvaður.

 

81) 0-2

NSÍ hevur síðstu løtuna havt tvey hornaspørk, og eftir at Árni Frederiksberg legði innfyri var í tveimum førum Pól Jóhannus Justinussen í frálíka góðum støðum at skora, men hann misnýtti.

Fyri fyrstu ferð í kvøld hevur Víkingur skift út. Gunnar Vatnhamar er komin á vøllin í staðin fyri Hans Jørgen Djurhuus.

 

77) 0-2

Tað kann vera skjótt at venda gongdini, um liðið, sum liggur undir, minkar um munin, tá ið støðan er 2-0. Men í løtuni bendir einki á, at tað skal eydnast NSÍ at svara aftur. Fótbóltsspælið hjá Víkingi er trygt og sannførandi.

 

73) 0-2

Haraldur R. Højgaard hjá NSÍ hevur sæð gult fyri fríspark. Sjúrður Jacobsen er komin inn á NSÍ miðvøllin í staðin fyri Magnus H. Olsen.

 

70) 0-2

NSÍ spennir álopsbogan. Meinhard E. Olsen er komin í álopið í staðin fyri miðvallaran Jústinus R. Hansen, og Haraldur R. Højgaard er komin á miðvøllin í staðin fyri Andy Olsen.

Sølvi Vatnhamar hevur misnýtt risa møguleika at økja um leiðsluna eftir framúr kontra.

 

65) 0-2

NSÍ hevur trupulleikar í verjupartinum, og rappfótaðu víkingarnir eru sera væl upplagdir.

Árni Frederiksberg hevur sæð gult fyri fríspark ímóti væl upplagda málskjúttanum Halli Hansson. Tað ber við sær, at Árni verður leikbannaður sunnudagin ímóti B36.

 

62) 0-2: Sølvi Vatnhamar 61.

Nú er brekkan øgiliga tung hjá NSÍ. Eftir gott álop og fríspæling frá Finni Justinussen, sum sneiddi framvið Andras Gango, setti Sølvi Vatnhamar fyri púra opnum máli bóltin inn um strikuna. Og Víkingur heldur fram at trýsta og spæla.

 

58) 0-1

Nú gongur tað fyri seg heilt og fult eftir treytunum hjá Víkingi. Gestirnir taka tað heilt róligt. Teir hava ongan skund at fara í álop, og teir megna væl at varðveita bóltin.

Hjá NSÍ snýr tað seg nú um at flyta fólkið longri fram í vónini at jagstra bóltin. Tað kemur illa við, at toppskjúttin og liðformaðurin Klæmint A. Olsen kennist vera ikki sørt darvaður av skaða.

 

53) 0-1: Hallur Hansson 51.

NSÍ legði bragdliga fyri beinanvegin eftir steðgin, og í tveimum førum var tætt við, men nú hevur Víkingur lagt seg framum. Bárður Hansen legði horna innfyri úr høgru, og við nærra stólpa stakk Hallur Hansson seg fram og upp, og hann plaseraði bóltin inn í handaru síðu av málinum.

 

HÁLVLEIKUR

 

0-0

Tað er framvegis málleyst við Løkin. Síðstu løtuna undan steðginum vóru møguleikar í báðum endum, og tað kundi bent á, at okkurt málið fer at koma í 2. hálvleiki. Fyrr í ár hava Víkingur og NSÍ spælt tvær ferðir í Gøtu. Í 8. umfari vann Víkingur 3-0, og í 21. umfari vann Víkingur 5-1.

Stutt undan steðginum sá NSÍ miðvallarin Jústinus R. Hansen gula kortið.

 

35) 0-0

Toppskjúttin Klæmint A. Olsen hevur fyri fyrstu ferð í kvøld verið um reppið at skora – í tveimum førum. Súni Olsen, sum er miðverji hjá Víkingi í staðin fyri leikbannaða Atla Gregersen, vardi fyri eftir innlegg frá Árna Frederiksberg, og so var tætt við, tá ið Klæmint eftir sending frá Jónhardi Frederiksberg royndi seg.

 

30) 0-0

Víkingur hevur havt fyrsta hornasparkið í kvøld.

Fótbóltsspælið er batnað. Kanska eru gestirnir eitt vet omaná, men tað gongur javnt á, og tað eru støðugt spentar støður í báðum endum.

 

25) 0-0

Aftur og aftur eru víkingarnir vandamiklir, eftir at heimaliðið hevur mist í uppspælinum á egnari hálvu.

Finnur Justinussen hevur enn eina ferð roynt seg í góðari støðu, og enn eina ferð var tað tætt við.

Andy Olsen hjá NSÍ hevur roynt seg úr góðari støðu. Tað bar fyrsta hornasparkið í kvøld við sær.

 

20) 0-0

Víkingur hevur fótað sær av álvara. Eftir lítlari løtu hevur tað í trimum førum verið tætt við eftir royndir frá Finni Justinussen, Halli Hansson og aftur Finni Justinussen. NSÍ verjuspælið er í løtuni ikki so sannførandi.

 

15) 0-0

Tað knípir hjá báðum pørtum at fáa tamarhald á miðvøllinum. Báðir partar hava gjørt fríspørk, og nú hevur dómarin givið til kennar, at kortini skjótt fara at koma úr lummanum.

 

10) 0-0

Enn er tað heilt langt millum spentar støður í brotsteiginum. Higartil hevur Víkingur ikki verið vandamikið, og NSÍ er framvegis væl meiri á bóltinum.

Áskoðararnir hava ikki verið so nógvir, men tað streymar støðugt til vøllin við Løkin.

 

6) 0-0

NSÍ hevur meiri breidd og tyngd, serliga í høgra borði. NSÍ hevur havt fyrstu skotroyndina, men tað var lætt hjá Geza Turi at verja fyri. Nógv mistøk fyrstu løtuna.

 

 1) 0-0

Fyrstu lítlu løtuna er ótryggleiki í Víkinga verjuni.

NSÍ verjir innara málið.

 

 

NSÍ-Víkingur kl. 18.00

Dómari: Rúni Gaardbo

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Monrad Holm Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Magnus Olsen, Jústinus R. Hansen – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Súni Olsen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson – Heðin Hansen, Finnur Justinussen, Philip Djordjevic

 

 

Heilt síðani á ólavsøku hevur støðutalvan haltað. Tá varð grannauppgerðin við Løkin í Runavík millum NSÍ og Víking útsett. Orsøkin var tann, at Víkingur stóð seg so væl í europeisku kappingini, at stundir ikki vóru at spæla landskappingardystin í 17. umfari.

Síðani tá hevur eftir hvørt umfar í landskappingini, tá ið støðutalvan er uppgjørd, verið mint á, at NSÍ og Víkingur hava spælt ein dyst færri enn hini feløgini.

Klokkan átta í kvøld hava øll feløgini spælt 22 dystir.