Fótbóltsliga hevur gingið skiftandi hjá føroysku útisetunum, nú flestu teirra koma heim til landsdystin móti Slovenia.
4 leikbannaðir
Hjá føroyingunum á Ólafsfirði hevur einki vilja borið til í ár, liðið, sum telur 4 føroyskar leikarar, hevur havt eina sera vánaliga byrjan upp á árið, og seinastu vikurnar er niðurflytingarhóttanin vorðin alsamt meira sjónlig.
Um vikuskifti taptu teir botndystin móti Stjarnuni í einum dysti, har venjarin, Jens Martin Knudsen, ikki kundi nýta Sámal Joensen ella John Petersen vegna leikbann.
Komandi umfar skal Leiftur royna seg móti Fram, sum er liðið beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Skal Leiftur hava møguleika at verða verandi í deildini, er alneyðugt við einum sigri, og helst skal hesin vera við fleiri málum.
Fortreytirnar undan dystinum eru tó ikki av teimum bestu, tí fýra leikarar, teirra millum Jens Martin Knudsen, eru leikbannaðir undan dystinum.
Uni skoraði
Hjá Una Arge og ÍA hevur gingist nakað betri, og hóast teir eru nakað langt frá oddinum, tá tosað verður um gullmerki, so hevur ÍA avgjørt møguleika at sleppa út i Europa komandi ár.
Sæð við føroyskum eygum, er tað gleðiligt, at Uni Arge nú aftur hevur fingið gongd á málskjótingina. Álopsmaðurin, sum hevur drigist við drúgvan skaða í ár, skeyt fyrsta landskappingarmál sítt, tá ÍA um vikuskiftið vann 4-1 á Fram.
Sogndal flúgvandi
Hjá teimum trimum landsliðsleikarunum, sum royna seg í norskum fótbólti, hevur gingið við fullari ferð seinastu vikurnar. Burtursæð frá einum keðiligum tapi á skrivaraborðinum, hevur talan bert verið um sigrar í august mánaði, so einki er at siga til, um sjálvsálitið er gott í løtuni.
Tapið á skrivaraborðinum ger tó, at tað verður torført hjá Sogndal at vinna sær beinleiðis uppflytan í bestu deildina. Fimm stig eru upp til annað plássið, nú seks umfør eru eftir at leika.
Gongur framá í Danmark
Ein spildurnýggjur maður er í landsliðshópinum til dystin móti slovenum. Johan Byrial Hansen, sum í fjør skrivaði sáttmála við OB, er fyri fyrstu ferð úttikin til landsliðið.
Um hetta er byrjanin til eina nýggja merkistíð í føroyskum fótbólti skal ikki gitast um, men í øllum førum er hetta fyrstu ferð, at ein leikari, sum er heimahoyrandi í øðrum landi, er úttikin til føroyska landsliðið.
Johan hevur føroyska mammu, og tí er eingin trupulleiki í úttøkuni, men undir øllum umstøðum verður spennandi at vita, hvussu nýggi leikarin fer at standa seg í hópinum. Aðra staðni hevur tað í fleiri ár verið vanligt, at leikarar verða bidnir um at spæla fyri okkurt landslið, um eitt nú omman er ætta hagani. Eitt tað besta dømi um hetta man vera Írland, har fyrrverandi landsliðsvenjarin, Jack Charlton, bar orð fyri at vera betri ættargranskari enn venjari.
Johan hevur í ár verið á vølli tríggjar ferð fyri OB, sum í løtuni er á 9. plássi í superliguni.
Fremsta føroyska liðið í superliguni er heldur óvæntað AGF, har Óli Johannensen er í hópinum. Seinasta hálva árið ella so hevur Óli tó ikki verið at sæð á vøllinum, men sunnudagin var hann aftur at síggja, og yvirhøvur stóð hann seg væl, hóast AGF mátti lúta 3-1 fyri Herfølge.
Hjá Herfølge hevur annars ikki gingist eins væl og í fjør, tá liðið gjørdist meistari. Í løtuni er liðið næstniðast, men seinastu dystirnir hava kortini givið ábendingar um eina ávísa framgongd.
Todi Jónsson hevur higartil verið fastur fúsur í byrjunaruppstillingini hjá FCK, og hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild, bendir einki á, at hann skal missa miðvallarsessin, sum hann nú hevur vant seg við. Sunnudagin var hann millum teir mest eyðsýndu í 2-1 sigrinum hjá FCK móti Brøndby. Ein sigur, sum hevði ómetaliga stóran týdning fyri FCK, tí vónirnar um eitt gott hál komandi dystirnar nú tykjast nógv bjartari.
Heildarmetingin er positiv
Sum heild kann helst staðfestast, at fótbóltsliga eru flestu útisetar okkara sera væl fyri í løtuni. Minuttirnir, sum teir fáa á vølli tykjast undir ongum umstøðum at fækka, og hóast ítróttarliga gongdin hjá ymsu feløgunum er ymiskt, so tykjast positivu lutirnir at viga væl meira enn teir negativu.
Heimligu landsliðsleikararnir skuldu helst verið á toppinum júst nú, so fortreytirnar fyri einum góðum úrslitið sunnudagin fáa valla verið betri.










