við hjálp frá einum professara í fornfrøði og einum søgufrøðingi eitt øgiligt álop á skriftirnar í Dimmu nr. 19. Hann pettar gamla testamenti sundur, klárt til at koyra í pappírskurvina. Nú kann Hans Andrias [...] frá øllum profetunum og útlegði fyri teimum tað, sum í øllum skriftunum var sagt um Hann. Hatta kann vera nokk. Bert hesar viðmerkingarnar til seinast. Í greinini stendur at Ísrael var tvey ríki áðrenn Dávids [...] jødadómin við templinum í Jerúsalem, sum miðdepli. Bíblian sigur júst tað øvugta. Josias royndi at fáa fólkið aftur til tað upprunaliga, eftir Móselóg, aftaná at lógbókin var funnin í templinum, har hon hevði
Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið hevur í umbúnað at keypa ein skjóttgangandi gummibjargingarbát við føstum botni, ið kann sigla við yvir 40 míla ferð. Báturin, ein portugisiskur Valiant Vanguar, er góðkendur [...] er eingin ivi um, at bygdini tørvar ein slíkan bát, sigur Fríðálvur Bláhamar, sløkkiliðsleiðari í Vestmanna. Nevnast kunnu eitt nú útróðurin, alsamt vaksandi ferðavinnan við bátum her úr bygdini og stevnurnar [...] búnum til manningina kann sløkki- og bjargingarliðið fáa bátin fyri 250.000 kr frá P/f Stubbanum í Vestmanna, sigur Fríðálvur Bláhamar.
uppgerð sum nógv gleddu seg til, tí í HM-dysti teirra í heyst vóru jú ákæringar um snýt og trlduhjálp í sentrum. Teir heilsaðu ikki uppá hvønn annan áðrenn talvið í Wijk, sum siðvenja annars er. Meðan [...] hevði svarta fólkið í 8. umfari ímóti oddamanninum, men fekk kortini skjótt fyrimun og vann eisini trygt. Topalov blandaði seg síðani av álvara í oddastríðið, og hevði Radjabov og Aronian í hølunum alla kappingina [...] tað torført í Wijk. Hann leikti níggju javnleikir og tapti fýra talv. Kramnik og Aronian vóru teir einastu, sum ikki taptu nakað talv. Javnt í Klaksvík Seinasta vikuskiftið vóru tveir dysti í 1. deild á
starvið í Vinnuframastovuni júst hetta. Elin hevur verið í Danmark í næstan 24 ár, men seinastu mánaðirnar hevur hon verið í farloyvi frá starvinum sum blaðstjóri. Hon hevur hesar mánaðirnar verið í Føroyum [...] væl áleiðis, og fysiskt liggja stovnarnir lið um lið í Vágsbotni, men enn eru nógvar avbjóðingar fyri Elina. Tíðin var búgvin Elin gevst sostatt í starvinum, sum blaðstjóri á danska ókeypis tíðarritinum [...] so skal tað vera nú. Dóttir mín er so vaksin, at hon er flogin úr reiðrinum. Eg eri komin til eitt mark í mínum lívi, og um eg skal flyta heimaftur, so skal tað vera nú, og eg trívist væl her. Vil menna
hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). Al-Anon fundur er hvørt týskvøld kl. 21.00 í Havnaskrivstovuni í Runavík. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19 [...] Simonsen greiðir frá túrinum í Kenya. Mánakvøld kl. 20 bønarmøti. Vetrarstevnan á Sandoynni 2007 Vetrarstevnan verður hildin í Skopun. Møtini verða í Missiónshúsinum og í Samljóð í døgunum 31. jan. til 4. febr [...] kl. 20 Møti í Samljóð. Leygarkvøldið kl. 20 Møti í Samljóð. Sunnudagin kl. 14 Familjumøti í Samljóð (Allar familjur eru vælkomnar). Kl. 18 Stevnan endar í Samljóð. Innsavnan til arbeiðið í Missiónshúsinum
rivalisering millum liðini. Í løtuni liggur tað tó nakað serligt í at vinna StÍF í steypakappingini. Teir hava verið einaráðandi har seinastu árini, men tað má fáa ein enda í finaluni í ár, tá ið vit spæla ímóti [...] na í HM, meðan vit als ikki luttaka í altjóða kappingum, sigur Bárður. Rástyrkin manglar - Royndirnar hjá teimum føroysku leikarunum eru ov fáar. Nú havi eg hugt at HM kappingini í manshondbólti í sjónvarpinum [...] skilja okkum út her einsamøll í Atlantshavinum, samstundis sum øll onnur lond síggja fyrimunir í at taka seg saman í størri eindir. Tað er ein mótsøgn. Vit kunnu ikki útihýsa okkum í norðuratlantshavinum. Bárður
Hjá gestunum úr Vestmanna hevur gingið sum eftir ánni í størsta partinum av árinum. Teir hava spælt seg í finaluni í Coca Cola-kappingini, og í landskappingini hava teir ligið fremst í nógvar vikur. Hava [...] blanda seg í stríðið um annað finaluplássið. Kyndil og VÍF hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir fyrr í ár. Fyrsti dysturin var eisini allar fyrsti dysturin á árinum, tá liðini møttust í Vestmanna. Henda dystin [...] eitt skifti lógu teir eisini aftast í grundspælinum. Teir komu tó spakuliga fyri seg, og undan vetrarsteðginum høvdu teir vunni ðseg uppá fjórða pláss. Í fyrsa dystinum í endaspælinum taptu teir so fyri H71
síðstu dystirnar, og í seinastu sjey dystunum hava teir bert fingið eitt stig, sum teir fingu síðsta vikuskiftið í Vestmanna. Hjá hoyvíkingum hevur heldur ikki gingið heilt eftir vild, men í endaspælinum hava [...] Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir fyrr í ár. Fyrsta dysturin var í høllini á Hálsi, og her vann Neistin tryggan sigur, men í seinna dystinum var H71 oman á. Hesa ferð vunnu teir trygt [...] verið tann allarbesta í hesum kappingarárinum hjá Neistanum og H71. Undan innanhýsis dystinum sunnudagin liggja tey á ávikavist 5. og 6. plássi, og tí verður lagt upp til eitt brak í botninum henda dagin
Í fyrrakvøldið var lívligt í Eydnuni á Oyrarbakka. Í sjálvum salinum rungaði tónleikurin, føturnar ferðaðust skjótt eftir gólvinum tí fólk vandu linedance. Uppi á pallinum vóru fetini ikki minni týtt, [...] hesi klæði kunnu vera til gleði aðrastaðni og hjá øðrum fólkum, og tískil hava fólk í Sundalagnum brúkt fleiri kvøld í vikuni upp á, at skilja og pakka klæðir. Og tað hevur veruliga verið brúk fyri nógvum [...] Hetta eru fólk í Sundalagnum rættiliga bilsin yvir. Tá innkomnu klæðini vóru liðug skild og pakkað, var talan um akkurát 400 sekkir, stúvstappaðir av klæðum. Teir eru nú á veg til Vestmanna, har samkoman
eigur bygdarhúsið í bygdini, og er ætlanin nú at brúka tað sum ungdómshús, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu. Fyri skjótt tveimum árum síðani heittu nøkur foreldur í Vestmanna á kommununa at útvega [...] ein leist, eftir hvørjum virksemið í húsinum skal skipast. - Tað verða tó tey ungu sjálvi, sum koma at standa fyri dagliga virkseminum í húsinum, verður sagt úr Vestmanna. [...] útvega ungdóminum í bygdini høli til ymiskt virksemi í frítíðini. Um sama mundið kom spurningurin fram um keypið av bygdarhúsinum. Hetta tók sína tíð at fáa avgreitt, men nú er hetta klárt, og er ætlanin