400 sekkir av klæðum til Rumenia

Seinastu tvær vikurnar hevur Eydnan á Oyrarbakka verið full av klæðum og fólkum, sum hava skilt og pakkað í fleiri enn 400 sekkir. Nú verða klæðini send til fátækraøki í Rumenia

Í fyrrakvøldið var lívligt í Eydnuni á Oyrarbakka. Í sjálvum salinum rungaði tónleikurin, føturnar ferðaðust skjótt eftir gólvinum tí fólk vandu linedance. Uppi á pallinum vóru fetini ikki minni týtt, men av øðrum orsøkum.
Har runnu bæði kvinnur og menn millum borð, skiltu og pakkaðu klæðir av øllum alvi. Seinastu tvær vikurnar hevur verið møguligt hjá fólki í Sundalagnum at fara framvið felagshúsinum á Oyrarbakka, við gomlu og brúktu klæðum teirra, sum tey ikki hava so stóra gleði av longur. Men hesi klæði kunnu vera til gleði aðrastaðni og hjá øðrum fólkum, og tískil hava fólk í Sundalagnum brúkt fleiri kvøld í vikuni upp á, at skilja og pakka klæðir. Og tað hevur veruliga verið brúk fyri nógvum góðum kreftum, tí tað komu einki minni enn 600 stúgvandi fullir sekkir inn.
Hetta eru fólk í Sundalagnum rættiliga bilsin yvir. Tá innkomnu klæðini vóru liðug skild og pakkað, var talan um akkurát 400 sekkir, stúvstappaðir av klæðum. Teir eru nú á veg til Vestmanna, har samkoman Saron syrgir fyri, at klæðini koma til fátækraøki í Rumenia, sum eitt slag av humaniterum hjálpararbeiði.
Fyrireikararnir til innsavningina í Eydnuni lata at, at tey eru sera væl nøgd, og at tey aftur komandi ár fara at savna klæðir inn.