Kyndil skal helst vinna

Klassikarin í føroyskum manshondbólti verður á skránni leygardagin, tá ið Kyndil tekur ímóti VÍF. Kyndil skal helst vinna dystin fyri at leggja trýst á StÍF á øðrum plássi, meðan VÍF kann leggja sjógv niður til Kyndil, um teir vinna dystin

Verður tosað um nakran klassikara í føroyskum manshondbólti, so er talan sjálvandi um dystirnar ímillum Kyndil og VÍF. Kappingin ímillum hesi bæði liðini hevur verið sera stór síðstu árini, tí at liðini aloftast hava ligið og kappast um fremsta plássið, og tí er hesin dysturin blivin róptur fyri klassikarin.
Hjá gestunum úr Vestmanna hevur gingið sum eftir ánni í størsta partinum av árinum. Teir hava spælt seg í finaluni í Coca Cola-kappingini, og í landskappingini hava teir ligið fremst í nógvar vikur.
Hava úrslitini verið góð ígjøgnum kappingarárið, so hava vestmenningar ikki fingið so nógv burtur úr í endaspælinum. Av fyrsta fýra dystunum hava teir fingið fimm stig, so nú skulu teir royna at økja enn meir um úrtøkuna, tá teir vitja hjá Kyndli.
Gongdin hjá Kyndli hevur verið júst øvugt av gongdina hjá vestmenningum. Kyndil fekk eina ræðuliga byrjan uppá kappingarárið, og eitt skifti lógu teir eisini aftast í grundspælinum. Teir komu tó spakuliga fyri seg, og undan vetrarsteðginum høvdu teir vunni ðseg uppá fjórða pláss.
Í fyrsa dystinum í endaspælinum taptu teir so fyri H71 og so máttu teir aftur ein túr niður á aftasta plássið, men eftir hetta hava teir veruliga fingið gongd á. Tveir sigrar og ein javnleikur hava ført við sær, at Kyndil nú hevur ein erligan møguleika at blanda seg í stríðið um annað finaluplássið.
 
<B STRONG góðar< til sigurin fysta hevur normal"$?$end$!$Kyndil>
Kyndil og VÍF hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir fyrr í ár. Fyrsti dysturin var eisini allar fyrsti dysturin á árinum, tá liðini møttust í Vestmanna. Henda dystin vunnu vestmenningar tepurt.
Var nógvur spenningur í fyrra dystinum, so var klassamunur í seinina dystinum í grundspælinum. Her bukaðu vestmenningar snøgt sagt Kyndil av, so nú skal Kyndil royna at hevna tey bæði tapini.
Sum Kyndil hevur spælt síðstu dystirnar, so er hetta als ikki óhugsandi.
Kyndil skal eisini helst vinna dystin, tí tapa teir sunnudagin, so kunnu teir enda við at vera fýra stig aftanfyri strandingar, og so er munurin í so stórur upp til annað plássið, sum gevur atgongd til FM-finaluna.