Tríggir vinnarar í Wijk aan Zee

Líkt var til, at Veselin Topalov fór at vinna ársins fyrstu superstórmeistarakapping, men hann snávaði somikið seinastu umførini, at Teimour Radjabov og Levon Aronian fingu hægstrataða telvaran í heiminum aftur

Talv

19 ára gamli Teimour Radjabov leyp hvøkk á tey flestu við sínari flúgvandi byrjan. Hvørki Veselin Topalov, Viswanathan Anand ella Vladimir Kramnik megnaðu at fylgja við. Og tað varð eisini ein annar maður, ið fekk steðgað Radjabov; nevniliga Levon Aronian. Aronian hevði svarta fólkið í 8. umfari ímóti oddamanninum, men fekk kortini skjótt fyrimun og vann eisini trygt.
Topalov blandaði seg síðani av álvara í oddastríðið, og hevði Radjabov og Aronian í hølunum alla kappingina.

Kompromileysa telvingin á breddan
Topalov vann sær miðskeiðis í kappingini 3,5 stig av 4 og áðrenn 11. umfari varð bulgarska stórmenni fremst við 7,5 stigum. Topalov hevði tá vunnið fimm talv og leikt fimm javnleikir. Serliga sigrarnir á Anand og Alexei Shirov vóru vakrir.
Og tá Topalov hevði vinnandi fyrimun í talvinum ímóti Peter Svidler, sá alt sera ljóst út hjá honum. Men eitt mistak vendi gongdini, og Svidler vann talvið.
Kramnik hevði undan talvinum ímóti Topalov í 12. umfari vunnið tvey talv og leikt níggju javnleikir. Eitt rættiliga vanligt úrslit hjá tí altíð støðuga Kramnik, sum sjáldan telvar kompromileyst.
Kramnik hevði ongan trupulleika at fáa javnt við svørtum ímóti Topalov. Ein uppgerð sum nógv gleddu seg til, tí í HM-dysti teirra í heyst vóru jú ákæringar um snýt og trlduhjálp í sentrum. Teir heilsaðu ikki uppá hvønn annan áðrenn talvið í Wijk, sum siðvenja annars er.
Meðan Topalov steðgaði upp ímóti endanum, vunnu Aronian og Radjabov seg upp á liðina á Topalov.
Serliga er úrslitið hjá Aronian og Radjabov framúrskarandi, meðan Topalov svaraði væl aftur eftir HM-tapið ímóti Kramnik. Magnus Carlsen hevði tað torført í Wijk. Hann leikti níggju javnleikir og tapti fýra talv. Kramnik og Aronian vóru teir einastu, sum ikki taptu nakað talv.

Javnt í Klaksvík
Seinasta vikuskiftið vóru tveir dysti í 1. deild á skránni. Í Klaksvík var oddabrak millum Klaksvík 1 og Vestmanna, og úrslitið varð 2-2. Bæði liðini høvdu avboð; Steintór Rasmussen á heimaliðnum og Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Vestmanna.
Vestmenningar høvdu vinnandi støður á øllum fýra borðunum, men klaksvíkingar stríddust manniliga. Eitt nú vendi Ólavur Simonsen gongdini á 3. borði, tá hann leingi hevði havt vánaliga støðu ímóti Jákup á Rógvu Andreasen. Heini Olsen og Rani Nolsøe høvdu ivasamar støður ímóti John Rødgaard og Sjúrði Thorsteinssyni, men báðir fingu kortini javnt.
Samson Højgaard fekk tíðliga greiðan fyrimun ímóti Finnbjørn Vang, og við hinum trimum úrslitinum, endaði dysturin tískil 2-2. Klaksvíkingar eru 1 stig framanfyri vestmenningar undan seinastu tveimum umførunum.
Sandavágsmenn vunnu 2,5 – 1,5 á einum skerdum havnarliði. Hvørki Martin Brekká, Finnbjørn Zachariassen ella Andrias Ziska vóru við.
Kappingin er nú býtt í tvey: Klaksvíkingar og vestmenningar telva um gullið, meðan restin telvar um bronsuna. Einki lið flytur niður, tí kollfirðingar tóku seg úr kappingini í heyst.

Hans Kristian vann á Oyrarbakka
Kollfirðingurin var greiður favorittur at vinna vikuskiftiskappingina Rókur Open, og Hans Kristian Simonsen vann eisini rímiliga trygt. 4,5 stig av 5 ognaði hann sær. Rógvi E. Nielsen leikti javnt ímóti vinnaranum, og Rógvi fekk eisini eitt flott 3. pláss við 3,5 stigum. Ein av javnleikum hansara var ímóti pápa sínum, Torkili Nielsen. Torkil hevði eina soltna kapping við 3 stigum.
Aðrir telvarar við 3,5 stigum vórðu Jákup F. Joensen (vann á Torkili) og Jón Gregersen. Hesir vunnu ratingvirðislønirnar.
Heldur óvæntað varð Margar Berg nr. 2 við 4 stigum. Hóast evnini eru har, hevur Margar ikki rættiliga fingið sítt gjøgnumbrot. Møguliga varð Rókur Open hansara gjøgnumbrot.
24 telvarar telvaðu við, og tað er á gongdari leið. Sagt verður frá Talvfelagnum Róki, at ætlanin er, at kappingin verður afturvendandi.