Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið hevur í umbúnað at keypa ein skjóttgangandi gummibjargingarbát við føstum botni, ið kann sigla við yvir 40 míla ferð.
Báturin, ein portugisiskur Valiant Vanguar, er góðkendur til 15 fólk, men kann taka 20-25 fólk umborð um ikki siglt verður – um t.d. bíðað verður eftir hjálp á einum vanlukkustað. Motorurin er ein 115 hk Mercury.
Tá hugsað verður um fjølbroytta virksemið á sjónum og við sjógvin, har ofta nógv fólk samlast, er eingin ivi um, at bygdini tørvar ein slíkan bát, sigur Fríðálvur Bláhamar, sløkkiliðsleiðari í Vestmanna.
Nevnast kunnu eitt nú útróðurin, alsamt vaksandi ferðavinnan við bátum her úr bygdini og stevnurnar – Fjarðastevnan og bátastevnan, har rættuliga nógv fólk savnast á og við sjógvin!
Báturin kann eftir 10 minuttum verða á nærmastu útróðrarleiðunum.
Eisini kann báturin brúkast til at leggja forðingar út í samband við oljudálking á sjónum. Her kann nevnast, at Vestmannahavnar Havn eigur neyðugu forðingarnar.
Sløkkiliðið hevur júst útvegað pumpu, sum skjótt kann siglast á vanlukkustað á sjónum, har hon bæði kann brúkast til at sløkkja og lensa við.
Fríðálvur Bláhamar sigur, at ætlanin er at vinnululívið og aðrir instansir sum hava við sjógvin at gera koma at fíggja bjargingarbátin.
Við allari nautiskari útgerð og búnum til manningina kann sløkki- og bjargingarliðið fáa bátin fyri 250.000 kr frá P/f Stubbanum í Vestmanna, sigur Fríðálvur Bláhamar.










