Vestmanna: Lív aftur í bygdarhúsið

- Ætlanin er, at ungdómurin skal skipa fyri ymiskum undirhaldi, spølum og samveru av ymiskum slagi í bygdarhúsinum, verður sagt úr Vestmanna.

Kommunan eigur bygdarhúsið í bygdini, og er ætlanin nú at brúka tað sum ungdómshús, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu.
Fyri skjótt tveimum árum síðani heittu nøkur foreldur í Vestmanna á kommununa at útvega ungdóminum í bygdini høli til ymiskt virksemi í frítíðini. Um sama mundið kom spurningurin fram um keypið av bygdarhúsinum.
Hetta tók sína tíð at fáa avgreitt, men nú er hetta klárt, og er ætlanin at tað nú skal verða møguligt hjá ungdóminum at hugna sær saman her, at arbeiða við teldum, at hyggja eftir sjónvarpi á stórskíggja og líknandi sum teimum ungu dáma væl.

Ungu skipa fyri
Tá bygningurin einaferð er klárur at taka í nýtslu, er ætlanin at hava opið gerandiskvøld.
Møguligt skal eisini vera hjá ungdómunum at venja tónleik í húsunum og at kunna skipa fyri smærri smærri konsertum, framsýningum og øðrum.
Herfyri vórðu tvær nevndir valdar til bygdarhúsið - ein fyri tey ungu og ein fyri foreldrini. Nevndirnar skulu saman við mentunarnevndini hjá kommununi gera ein leist, eftir hvørjum virksemið í húsinum skal skipast.
- Tað verða tó tey ungu sjálvi, sum koma at standa fyri dagliga virkseminum í húsinum, verður sagt úr Vestmanna.