neyðugt hjá maskinmanninum at fara frá til at starta og sløkkja ljósmotorar. Eisini hevur skiparin møguleikan at brúka aksilgeneratorin sum el-motor fyri at hjálpa høvuðsmotorinum at dríva skrúvuna. Brúk er [...] er at koma til og úr Suðuroy. Men her er stór broyting á veg. Felagið vísir á, at tá ið nýggi Smyril kemur, verður munin skjótari at ferðast, og væntandi verða eisini fleiri fráferðir, soleiðis at Suðuroyggin [...] góðkenda sløkkiskipan umborð, fær skipið ikki loyvi at sigla. Tí er at vóna, at skipini skifta halon-skipaninar út í góðari tíð. Tað kemur eisini fyri, at skipaninar verða útloystar av ósketni. Hetta kann
spurningurin um eitt val ? at tað er greitt, at fortreytin fyri at kunna velja er, at man veit, hvat er at velja millum. Tvs. at vit mugu kenna okkara egnu fortreytir og hetta samfelagið. Vit mugu eisini kenna [...] vísir á, at eisini keikanturin hevur nakað við hetta økið at gera. -Man hevur sagt, at hetta kann blíva ein koddi. Vit skulu vera kappingarførir. Men tað er eingin grund til at vera so naivur at billa sær [...] in, er, at vit hava mist tíð. Hann er tí ikki samdur, tá oljumálaráðharrin sigur, at tað er góð tíð at kanna samfelagsligu árinini. -Skal man nú til at fylla øll hol út, sum eru neyðug fyri at gera gransking
við at breiðka brúnna um Stórá við Gjógv er nú komið so mikið áleiðis, at betongelementini eru sett upp. - Ætlanin er eisini at gera gonguteig og asfaltera vegin av nýggjum. Seinni er so ætlanin at seta [...] ferðslan og trygdin í tí sambandi vóru viðvirkandi til, at Sunda kommuna hevur valt at fara undir arbeiðið at breiðka brúnna. Í Sunda kommunu vænta tey, at arbeiðið verður liðugt í summar. [...] sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Tað vita tey í Sunda kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at vegurin verður sera nógv brúktur og so at siga allir bussar, sum vitja bygdina, koyra um brúnna til Gjáargarð
løgtingið eina lóg, sum sigur, at tað skal bera til hjá fólki at skifta ímillum Vodafone og Føroya, uttan at noyðast at broyta telefonnummar. Og Vinnumálaráðið sigur, at í dag verður tann skipanin sett [...] sambandi verður nú lættari hjá fólki at skifta veitara. - Við tað at forðingarnar fyri at skifta veitara, nú eru burtur, eru útlit fyri eini harðari kapping, og tað eigur at koma øllum viðskiftafólki til gagns [...] sett í verk. Sosotatt ber tað nú til at varðveita sítt egna telefonnummar, hóast skift verður frá einum televeitara, til hin. Endamálið við hesum er at skapa betri fortreytir fyri eini kapping ímillum teir
- Nú eru vit so nær við, at eg ivist ikki í at tað fer at eydnast at skipa eina CEF samgongu. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum eisini stendur á odda fyri samráðingunum um [...] sigur, at teir tríggir flokkarnir eru samdir um politikkin, og nú skal vikuskiftið brúkast til at fínpussa orðingarnar, og til at býta málsøkini ímillum flokkarnar. - Aksel V. Johannesen heldur, at tað kann [...] sindur av tíð, men hann er sannførdur um, at tað fer ikki at forkoma CEF samgonguni. Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Aksel V. Johannesen ætlar at hava alt klárt til tingfundin, sum verður
settur at gera eina heildarætlan fyri skapandi vinnur í Føroyum. Hann sigur, at eitt, sum vísir seg, er, at ofta er tað torført at fáa nakran at fíggja skapandi vinnur, hóast kanningar vísa, at tær eru [...] vinnur. Men nú skal ein heildarætlan gerast við tí endamáli at gera eggja hesum fólkum at seta seg niður í Føroyum og at geva teimum góð kor at virka undir. Tað sigur Oyvindur av Skarði, fulltrúi á Vinn [...] tryggar, sum aðrar vinnur. Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Oyvind av Skarði greiða frá arbeiðnum at gera eina heildarætland fyri skapandi vinnur
Fiskiveiðieftirlitið sigur, at venjingin var løgd soleiðis til rættis, at eldur skuldi vera umborð á Brimli, og so skuldu fólk frá Thetis koma umborð at hjálpa til við at sløkkja. - Ein roykmaskina varð [...] Brimli, síðani varð rópt á Thetis um at fáa hjálp til at sløkkja eld - og eisini vóru fýra av manningini umborð á Brimli saknaðir. Fiskiveiðieftirlitið veit at siga, at slíkar venjingar verða hildnar av og [...] og á millum skipini. - Hetta verður gjørt fyri at venja fólkið at brúka útgerðina og eisini fyri at venja samskifti og samstarv millum skipini, verður lagt aftrat.
leggur tó dent á, at tað er týdningarmikið, at fólkið er við, og at almenningurin eisini sleppur at eiga 40 prosent av atkvøðunum. Gissur sigur, at tað er eisini sera týdningarmikið, at eingin tónleikasjangra [...] fegnast um, at ein FMA - Faroese Music Awards - nú gerst veruleiki við góðum rammum í Norðurlandahúsinum. Gissur fegnast eisini um, at Berlin-múrurin millum miðlarnir er fallin, og at tað ber til at standa [...] tiltakinum. Undir myndini, har Gissur sæst saman við Gudmundi Djurhuus, tónleikasamskipara, ber til at hoyra eina samrøða við hann um FMA.
ES-londunum at semjast um at skipa eitt felags bankaeftirlit, tá teir hildu fund um málið í Bruxelles í gjár. Í fyrstu syftu er ætlanin, at tað nýggja bankaeftirlitið skal umfata evrulondini, og at Evropeiski [...] m, segði aftan á fundarslitið í gjárkvøldið, at tað er umráðandi at fáa eina semju innan árslok. Hann upplýsti samstundis, at ráðharrarnir hava avtalað at gera eina roynd afturat í næstu viku. [...] hugskotinum. Týski fíggjarmálaráðharrin, Wolfgang Schäuble, segði í gjárkvøldið, at tað er veruleikafjart at tosa um, at ein stovnur kann fylgja við, hvat 6.000 bankar fáast við. Olli Rehn, sum er kommiserur
stjórnin mælir nú Norðurkorea til at endurskoða avgerðina um at royna eina rakett seinni í hesum mánaðinum. Norðurkoreanska stýrið kunngjørdi fyrradagin, at verjan fer at royna eina langtberandi rakett ímillum [...] Uttanríkisráðið í Moskva sigur, at tað harmast tíðindini úr Norðurkorea, og ráðið vísir í sama viðfangi á ST-samtykt nummar 1.874, sum ger greitt, at Norðurkorea hevur ikki loyvi til at royna langtberandi rakettir [...] limaland í ST hevur Norðurkorea skyldu til at fylgja samtyktunum hjá trygdarráðnum, sigur russiska uttanríkisráðið. Norðurkorea sigur, at endamálið við rakettroyndini er at senda ein fylgisvein út í rúmdina, men