Soleiðis sum tíðirnar eru, fara vit ikki at brúka tríggjar milliónir upp á at fáa tveir hitapottar uttan fyri svimjihøllina í Gundadali.
Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Tey, sum gjørt sær vónir um at fáa tveir hitapottar uttan fyri svimjihøllina í Havn í næstum, verða helst vónbrotin. Tey høvdu fingu eina vón um at fáa hitapottar uttan fyri svimjihøllina, tí tað varð samtykt á seinasta býráðsfundi. Men hóast tað er er tað kortini greitt, at tað verður av ongum, í hvussu so er fyribils.
Tað hevur annars leingi verið arbeitt við at fáa tveir hitapottar uttan fyri Svimjihøllina, men kanningar hjá umsitingini hjá býráðnum siga, at tað fer at kosta heilar 2,5 til tríggjar milliónur krónur.
Nógv skilja ikki petti av, hvussu tveir hitapottar kunnu vera so dýrir, men tá ið málið var fyri á seinasta býráðsfundi, varð ført fram, at hetta var bara sjálv ímyndin av teimum tíðum, vit eru í, har allir prísir eru skrúvaðir upp í topp.
Tí mælti meirilutin í býráðnum til at sleppa ætlanini fyribils, men at taka hana upp aftur seinni. Meirilutin førir fram, at nógv øki eru at brúka pengar til, sum eru nógv meiri átrokandi enn at fáa tveir hitapottar í Gundadal.
Men tað var ein strika í rokningini, at Marin Katrina Frýdal úr meirilutanum fekk ikki møtt á býráðsfundi og at Jógvan Arge varð møttur sum varamaður fyri hana. Og hann vildi ikki ganga í takt við restina av meirilutanum og tískil atkvøddi hann saman við minnilutanum. Úrslitið av tí var at tað varð samtykt at hitapottarnir skulu setast upp.
Trýst HER og les, hvussu Jógvan Arge "snýtti" meirilutan í Tórshavnar Býráð
Men enn eru ikki allar súður syftar, tí av tí at talan er um eina eykajáttan, skal tað samtykkjast tvær ferðir í býráðnum. Og sostatt skal tað fyri í býráðnum eina ferð afturat, og tað verður helst á næsta býráðsfundi.
Og tað kann sigast við toluligari vissu, at tá fer tað ikki at verða samtykt, og sostatt fellur tað burtur, tí tá verður Marin Katrina við á fundinum,. Gunvør Balle sigur, at tey hava nógv onnur mál, sum eru nógv meiri átrokandi at brúka pening upp á enn at seta hitapottar upp við svimjihøllina.
So hitapottarnir eru ein íløga, sum má víkja til eina ferð seinni, tá ið fíggjarliga rásarrúmið eina ferð verður frægari, sigur hon.