Tað hevur gingið sum ætlað

Avloysaraskipið hjá Smyrli hevur roynst, sum vit væntaðu, sigur stjórin á Strandferðsluni

Higartil hevur tað gingið soleiðis sum vit væntaðu, at tað fór at ganga.

 

Tað staðfestur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, nú Smyril er farin av landinum í dokk, og grikska ferjan, Galaxy, er komin til Føroya at røkja suðuroyarsiglingina hesar næstu tríggjar vikurnar.

 

Galaxy fór í sigling leygarmorgunin og stjórin á Strandferðsluni sigur, at tað hevur gingið sum væntað.

 

Annars hevur ljóðað, at Galaxy hevur rullað nakað illa. Hilmar Eliasen heldur, at nakað kann vera um tað, tí hóast hon hevur stabilisatorar, eru teir ikki so framkomnir sum teir á Smyrli, ið alla tíðina arbeiða í sjónum.

 

Men hann sigur, at var eitt av endamálunum við at drála við at senda Smyril av landinum, tí nú summarið nærkast, verður tað alsamt betri at sigla.

 

Hann ásannar eisini, at biladekkið er ikki líka høgt sum tað á Smyrli, og tað í nógvum førum er tað akkurát at tað gongur at fáa stórar lastbilar inn á dekkið. Men so vítt hann veit, hevur tað ikki bila, uttan í einum føri, har ein last mátti umskipast, tí bilurin gekk ikki undir dekkið, tí tað var so lágt.

 

– Vit vita av, at Galaxy hevur sínar viðmerkingar, men støðan er tann, at úrvalið av skipum, sum kunnu brúkast yvirhøvur, er ógvuliga avmarkað, tí krøvini eru so hørð, at tey lúka rætt og slætt ikki krøvini at sigla her um leiðir og tí hava vit fingið Galaxy hendanvegin, sigur Hilmar Eliasen.

 

– Og veruleikin er eisini tann, at Galaxy er bygt í 1979, og tí er hon ikki á sama stigi sum Smyril er á, leggur stjórin afturat.

 

– Men eg haldi, at hjá manningini er semja um, at hon er kortini væl frægari enn Regina Baltica, og onnur skip, sum áður hava verið avloysaraskip. Ein fyrimunir við Galaxy er, at hon er lutfalsliga lág og tekur tessvegna ikki so nógvan vind á seg.

 

Hann vísir eisini á, at biladekkið er ikki so arbeiðsligt, sum tað á Smyrli, og tí tekur tað longri tíð at fáa bilar umborð og í land, enn fólk eru von við, leggur hann afturat.

 

Eitt nú eru portur á biladekkinum við tí endamálið at býta dekkið sundur, verður tað ov nógv alda og tað skal manningin eisini leggja upp fyri, tá ið bilar koyrdir umborð fyri fráferð.

 

– Vit skulu ikki samanbera Galaxy við Smyril, sum er serbygdur til Suðuroyarsiglingina, tí aftur ímóti Smyrli, hevur Galaxy sínar avmarkingar, sigur Hilmar Eliasen.