Ætlanin at flyta læknamiðstøðina hevur ikki verið viðgjørd í býráðnum, sigur Gunnvá við Keldu.
Í síðstu viku bakkaði Jógvan Skorheim og avlýsti ætlanirnar um at flyta læknamiðstøðina í Klaksvík inn í Røktarheimið.
- Klaksvíkar kommuna verður ikki royndarkommuna, segði hann tá.
Ætlanin fekk nógva mótstøðu eftir at hon bleiv alment kend, bæði frá læknunum í læknamiðstøðini, frá øðrum kommunupolitikkarum og frá borgarum í Klaksvík. At enda kendi borgarstjórin seg so noyddan at bakka.
Hann hevur tó fleiri ferðir sagt, at tað var breið semja í býráðnum um at flyta læknamiðstøðina, men hesum noktar Gunnvá við Keldu, býráðslimur fyri Fólkaflokkin.
- Aftur og aftur hava vit hoyrt borgarstjóran tvíhalda um, at málið í sambandi við flyting av Læknamiðstøðini er væl viðgjørt í býráðnum, bæði í 2010 og í 2016. Hetta er ósatt, sigur hon.
Les eisini Borgarstjórin sigur ikki sum er
Ætlanin at flyta læknamiðstøðina hevur sín uppruna í heildarætlanini fyri heilsutænastur í Norðurøkinum frá 2016. Gunnvá við Keldu sigur, at gaman í bleiv hendan heildarætlanin samtykt, men við tí viðmerking, at einstøku átøkini skuldu leggjast fram sum sjálvstøðug mál, áðrenn tey blivu sett í verk.
- Eftir hetta hevur ongin viðgerð verið yvirhøvur... Ein bólkur arbeiddi í fleiri mánaðir við hesum áliti, eins og væl av peningi er brúktur uppá hetta arbeiði, tí átti tað at verið ein sjálvfylgja, at vit sum politikarar fingu loyvi at viðgerða hetta mál ordiliga, og at borgararnir fingu kunning um, hvat hetta innibar fyri teir, sigur Gunnvá við Keldu um heildarætlanina, sum er niðurskrivað í ein bókling upp á 92 síður.
- Tað er gott, at borgarstjórin er bakkaður í hesum máli. Hinvegin kann tykjast løgið, at hann hevur koyrt hetta mál so langt uttan veruliga býráðsviðgerð, og at hann síðani vendir og sigur, at Klaksvíkar Kommuna ikki verður royndarkommuna, somuleiðis uttan nakra býráðsviðgerð. Eitt er, at ætlanin ikki er kjølfest í lokaløkinum, spurningurin er eisini, hvussu langt ein borgarstjóri kann fara uttan at hava býráðið við sær, sigur Gunnvá við Keldu, sum heitir á borgarstjóran um at leggja málið fyri veruliga viðgerð aftur.
- Við virðing fyri teimum, ið hava arbeitt við hesi heildarætlan, vil eg enn einaferð heita á býráðsleiðsluna um at leggja málið fyri til veruliga viðgerð, so vit fáa staðfest, um semja er at arbeiða víðari við nøkrum av hinum 9 átøkunum í ætlanini, nú átak 2 so dyggiliga varð skotið niður av leikum og lærdum, sigur hon.










