Stillettir skulu lokka kvinnur í politikk

Hendan myndin skal eggja kvinnum at stilla upp.

Stillettirnar á nýggjari lýsingarherferð hjá Demokratia hava vakt ans á sosialu miðlunum. Í hesum døgum heitir Demokratia á kvinnur til at stilla upp til kommunuvalið í heyst. 

 

Og við lillaðum stilettum eggjar Demokratia til, at kvinnur seta seg á listarnar í teimum ymisku kommunum. Á Facebook halda summi, at myndir heldur fast í fordómunum – at kvinnur eru til pynt. Onnur halda, at lýsingin er fínasta slag. Tá tú trýstur á leinkjuna kemur tú millum annað til hendan tekstin á heimasíðuni hjá Demokratia. In.fo hevur tikið partar av tekstinum við - sí demokratia.fo fyri meira kunning.

 

"Lutfallið millum kvinnur og menn í kommunustýrum er 28% kvinnur og 72 % menn, sostatt er langt eftir enn á mál fyri at røkka javnstøðu í demokratiskari umboðan í kommunum.

 

Onkursvegna kann tað tykjast sum nógv okkara ikki hava nóg stórt álit á, at kvinnur kunnu bjóða seg fram sum umboð fyri fólkaræðið.

 

30 kommunustýri eru í Føroyum. Fyrst er at siga, at í summum kommunum stendur væl til við jøvnum kynsbýti: Í Streymoynni eru tað Kvívík, Tórshavn og Vestmanna, í Suðuroynni eru tað Fámjin, Hov og Tvøroyri, og í Norðoyggjum hava allar kommunur uttan Viðareiði javnt kynsbýti.

 

 

Demokratia hevur sent fyrispurning út til kommunur og politiskar flokkar og spurt, hvønn dent tey leggja á at tryggja javnbjóðis uppstilling á listunum. Framsókn, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava svarað spurningunum og nakrar kommunur, har ongin politisk uppstilling er. Svarini eru í høvuðsheitunum positiv. Vit í Demokratia høvdu ikki væntað annað, so er bara spurningurin, hvørt vilji liggur aftan fyri orðini, og at flokkar og fólk fara at gera tað, tey kunnu, at tryggja kvinnum pláss á listunum. Greitt er, at flokkarnir hava eina stóra ábyrgd at liva upp til, ímeðan tað kanska kann vera truplari at fáa javnstøðu á listum, sum ikki eru flokspolitiskir, av tí at slíkir listar jú onga endamálsorðing hava at liva upp til.

 

 

Í Demokratia eru vit fullgreið yvir, at tað kann vera langt ímillum orð og gerð, men okkara fyrispurningar eru sendir út fyri at minna á tann ójavna, sum er í nógvum kommunustýrum, og harvið vóna vit at skapa meira tilvit, soleiðis at enn meira verður gjørt fyri at fáa javnvág í.

 

Fyrsta treyt má vera, at kvinnur koma upp á listarnar, tí annars kunnu tær ikki veljast!

 

Kvinnur stillið upp! Gott val!"