Tað er ikki óvanligt hjá nógvum foreldrum at geva børnunum teldilin ella telefonina eina løtu í gerandisdegnum. Nógv føroysk børn eru á appini Youtube, tá tey nýta teldil ella telefon, og har á ber til hjá børnunum velja og skifta í millum filmsbrot, sum tey vilja síggja.
Foreldur mugu tó vera varin, og fylgja við í tí, sum børnini hyggja at. Tað liggja nógv brot á Youtube, sum geva seg út fyri at vera vanligir teknifilmar til børn, men sum síðani vísa seg at vera óhugnalig, voldlig og óhóskandi fyri børn at hyggja at.
Dømi um hetta er brotið, har myndin er tikin frá til greinina. Hetta er ein teknifilmur, sum gevur seg út fyri at vera Peppa Pig, men í brotinum leggur Peppa eftir pápa sínum og byrjar at eta av honum. Í einlum líknandi broti, sum eisini gevur seg út fyri at vera Peppa Pig, skerur Peppa av armi sínum fyri at fáa bacon ella flesk. Í báðum brotunum er nógv blóð, og onki er at ivast í, at hetta er óhóskandi fyri børn.
Peppa Pig er annars ein vældámdur enskur teknifilmur í nógvum partum. Tað eru serliga børn frá 1 til 6 ár, sum hyggja at Peppa Pig.
Tað eru nógv onnur líknandi brot á Youtube, sum geva seg út fyri at vera vanligir teknifilmar. Brotini hava ofta perónar, sum børnini kennast við, so sum Peppa Pig, Elsu frá teknifilminum Frozen og Spiderman.
TV2 skrivar, at av tí at tað eru fleiri túsund følsk brot á Youtube, so er møguleikin fyri at barnið endar á einum slíkum stórur. Hetta er ein trupulleiki, sigur Kuno Sørensen, sum er sálarfrøðingur í felagsskapinum Red Barnet, við TV2.
-Alt tað sum børnini uppliva ella koma fram á flætta tey inn í spæl og atferð. Síðani er tað vandi fyri, at tey halda, at hesin atburðurin er nakað, sum tey eisini kunnu loyva sær, sigur hann.
Sálarfrøðingurin mælir til, at foreldur veruliga umhugsa hvørt børnini skulu sleppa at brúka Youtube, tí tað fyrst og fremst er ætlað vaksnum, og ikki ber til at hava eftirlit við hvat verður lagt út har.
-Eg taki sterka frástøðu frá slíkum filmsbrotum, tí tey gera seg inn á óskyldig børn. Tað er skeivt at brúka kendar persónar sum agn, fyri síðani at vísa børnunum ræðandi tilfar, sigur sálarfrøðingurin við TV2.