Eingin annar hevur rætt til tað, sum hann hevur skapt; men hann kann lata til, onnur at brúka. Av røttum hoyra vit Guði til, tí hann hevur skapt okkum, evnað okkum til í síni mynd. Og hann gav menniskjanum [...] sum bíblian brúkar um Guð fyri at lýsa Guð og eginleikar hansara? Sum tað fyrsta vilja vit nevna hetta at skapa, at evna til at mynda og at byggja. Smiðurin skapar og evnir til og fær ein brúkslut ella [...] tað lidna verkið fyri sær og evnir so tilfari til eftir tí. Hann hevur eisini teknað sær lutin upp ella arbeiðir eftir eini tekning, sum ein annar hevur gjørt; men hann evnir tilfari til, tað er altíð spennandi
feløgini hava tikið hædd fyri. Heðin Mortensen heldur ikki, at feløgini hava tikið hædd fyri, at tey hava fingið 30 prosent í stuðli til nýggju felagshølini í Gundadali og til gomlu felagshølini, sum standa [...] taka støðu til, um tað framhaldandi vildi leiga gamla B36 húsið til barnaansing, ella um húsið skuldi keypast. Avgerð varð tikin um tað seinna, og við tí fekk B36 eina millión í kassan. Fyri uttanfyristandandi [...] handan bygningin fyri eina mió. krónur, tí kappingin um bygningin er ikki serliga stór, tá alt kemur til alt? ? Tað er nokk í meira lagið, men havandi í hugað, at pengingurin fer til ungdómsarbeiði, so
hon ongantíð hevur møtt nøkrum illvilja fyri sína støðu. ? Eg ferðist har fólk vanliga ferðast, men eri ongantíð komin út fyri, at fólk hava víst mær illvilja fyri mína støðu. Hon ivast onga løtu í, at nógv [...] Hon gevur seg eisini til at tosa við tey, sum ikki eru samd við henni. ? Í nógvum førum snýr tað seg um fordómar og manglandi vitan, og tá ber væl til at tosa við fólk og »tosa tey til rættis«, sigur Turið [...] handað Nordfag virðislønina 1999. Dómsnevndin hevði gjørt at, at lata Turið virðislønina fyri tað arbeiði hon ger, fyri at menna public service hugtakið í almenna kjakinum. Sjálv gjørdist Turið bilsin tá hon
meira enn nakar annar hevur stríðst fyri Tórsvølli, síðani hann varð valdur av býráðnum at standa fyri arbeiðnum. ? At kalla allur parturin av míni arbeiðsorku er farin til hetta her í ár. Mong onnur hava [...] storminum mikunáttina í farnu viku í Gundadali. Formaðurin fyri Tórsvøll Poul Michelsen, sum býr nakrar fáar metrar frá vøllinum, fyrireikaði seg til, at eftirvindarnir kundu gerast uppaftur harðari. ? Eg [...] , ið ikki átti at verið heftur, sum hann var. Formaðurin fyri Grunnurin Tórsvøllur er eisini vísur í, at trygdin hevði ikki verið í vanda fyri áskoðararnar, tí ongin hevði leikt fótbólt á Tórsvølli í slíkum
sum lesararnir ivaleyst koma at leggja merki til, so er sniðið á blaðnum nakað broytt. Sjálvandi vilja vit framhaldandi at Yngd skal blaðið, sum er sett av til tey ungu, og vilja vit tí framvegis viðgera [...] fer sjálvandi at viðføra, at vit framyvir hava møguleika fyri at viðgera tey ymisku evnini gjøllari. Økta síðutali gevur okkum eisini møguleika fyri at taka nýggjar tættir inn í blaðið, uttan at hetta ger [...] hava spurt okkum fyri, hvat tey ungu halda um Robinson. Harumframt hava vit hitt ein ungan føroying, sum á einhvønn hátt hevur gjørt vart við seg sjálvan. Sjálvandi hava vit eisini rúmd fyri tónleikinum, har
gjaraði út til høgru og vinstru. ? Heldur ikki tá, vóru neyðugu játtanirnar lætnar til heilsuverk og almannaverk. ? Og heldur ikki tá eydnaðist at broyta sjúkradagpening hjá teimum tímaløntum, fyri at nevna [...] mæla fólki frá at atktvøða fyri fullveldinum. Hon segði, at hon tók ikki undir við einum fullveldi, sum skuldi fíggjast við at skerja korini hjá teinum lægstløntu. Hon sipaði til, at nógvar sparingar vóru [...] formaðurin í landsins størsta fakfelag fer við ósannindum fyri at venda fólki frá fullveldisætlanini. ? Ingeborg Vinther nevnir fleiri orsøkir til at mæla einum so týdningarmiklum parti av landins borgarum
kundi tykjast tápuligt fyri henni júst í hesi stund, nú hon gekk aftaná á børuni hjá tí einasta, hon átti á jørð, og sínum einasta umsyrgjara. Men var tað ikki tað frægasta fyri hana? Tað nyttaði ikki [...] mold skal tú aftur rísa upp - Eg eri uppreisnin og lívið - Hann, sum hevur endurføtt teg til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krist frá deyðum. Tað verður neyvan momentant sum her í tekstinum. Einkjan [...] men ikki ein passiv samkensla, eitt ypp við økslini, ein bílig viðmerking um, at hetta var óheppið fyri hana; men ein aktiv samkensla, sum setur nakað í gongd hjá Kristi. Ja, tað, at hann var tilstaðar
»idiot!« meðan vit sita fyri opnari mikrofon, sigur ein argur Jóhann í Kollafirði. ? Orsøkin til, at eg eri sáttmálabundin at Atlantic Radio er, at eg havi gjørt lýsingar fyri støðina. Í veruleikanum havi [...] heima og gjørt lýsingar fyri støðina við míni egnu útgerð síðani hon byrjaði at senda. Og, sjálvt um Atlantic Radio gevst, havi eg enn framúr góðar møguleikar at gera lýsingar fyri aðrar loftmiðlar, sigur [...] starvsfólkunum, ið ikki er bangin fyri at seta navn sítt til ákærurnar, er Rúni Ellingsgaard, sum í løtuni er staddur í Keypmannahavn. Hann sigur, at hóast hann kemur aftur til Føroya, ætlar hann sær als ikki
uttaná klæðunum, men hjarta er kalt og hjart. Tað er størsti skaðin fyri útbreiðslu av kristindóminum. Hugmóð førir til fals. Eyðmýkt førir til Jesus. John S. Myllhamar [...] myndugari rødd fyri: »Nær fer tú at eyðmýkja teg?« Hesin setningur helt fram at arbeiða í sinni hansara, og hann fór ikki úr aftur tonkunum. Hann var raktur í hjarta. Umsíður fell hann á knæ fyri Guði í játtan [...] Fyri mongum, mongum árum síðan segði ein professari við universitetið í Keypmannahavn frá, hvussu hann í ungdómsárunum royndi at halda kristindóminum burtur frá sær; sum so mong onnur vildi hann við kjaki
stykkir, sum til endans vera dreya til ein lampuskerm. Fyrsta arbeiðið er at »rádreya«, til tilfari hevur fingið eina ávísa tjúkd. Tá hetta er gjørt verður síðani farið meira málrættað til verka fyri at skermurin [...] spennandi at vita um tað heldur til viðferina, sigur Ole Jakob. Nýggjan verkstað Fyri ikki so langari tíð síðan tók Ole Jakob ein nýggjan verkstað í nýtslu. Í staðin fyri at byggja út í kjallaranum gjørdi [...] hendurnar skulu nevniliga vera væl skrúvaðar upp á til slíkt arbeiði, sum hann tekst við. Maðurin vit tosa um er Ole Jakob Nielsen, sum uttan iva er best kendur fyri lampuskermarnar, sum hann so hegnisliga dreyar