? Glað fyri viðurkenningina

Turið Debes Hentze var bilsin tá hon hoyrdi, at dómsnevndin hevði valt at geva henni Nordfag virðislønina, men hon tekur hana sum eina viðurkenning av tí sum hon hevur tikist við

Mikukvøldið um níggju tíðina fekk Turið Debes Hentze, advokatur, handað Nordfag virðislønina 1999. Dómsnevndin hevði gjørt at, at lata Turið virðislønina fyri tað arbeiði hon ger, fyri at menna public service hugtakið í almenna kjakinum.

Sjálv gjørdist Turið bilsin tá hon fekk at vita, at tað var fallið í hennara lut at vera virðislønarvinnari í ár. Men samstundis var hon bæði stolt og fegin um heiðurin, tí hon sær tað sum ein heiður og eina viðurkenning av tí, sum hon hevst at.

Tað munnu fáir føroyingar, sum ikki kenna rødd hennara. Seinasta veturin hevur hon saman við trimum øðrum manna paneli í sendingini Spyr bara í útvarpinum fríggjakvøld, og eins og hon ger í skrift, so ger hon eisini í talu.


Gevi mína

meining til kennar

Hon gevur sína meining til kennar, so eingin ivast um hennara støðu.

Málini, sum Turið dámar at takast við eru sokallaði kvinnumál. Sjálv heldur hon ikki, at tey altíð eru so eym, men heldur mál, sum vera tagd burtur, um so var at m. a. hon ikki tók fatur í tey.

? Eg vil ikki siga, at eg leggi meg út í viðurskifti, men heldur siga, at eg gevi mína meining til kennar.

Skal ikki eitt ávíst dirvi til at leggja seg út í eitt alment kjak?

? Tað skal tað nokk. Í ávísum førum er tað nakað, sum vit hava upp á hjarta, men tað er ein spurningur um at fáa tað sagt alment. Tað er sum at sita í skúlanum við einum spurningi, sum vit aftra okkum við at seta. Tá vit hava sett hann vísir tað seg at fleiri onnur sótu við júst sama spurningi, sigur Turið.

? Tað ræður um at tora at siga setningin, heldur hon.


Ongantíð møtt illvilja

Hóast málini, eftir hennara egna tykki, ikki eru eym, so viðgerð hon mál, sum flestu okkara hava eina meining um. Vit siga hana ikki øll alment, men hon er har.

Kortini sigur Turið Debes Hentze, at hon ongantíð hevur møtt nøkrum illvilja fyri sína støðu.

? Eg ferðist har fólk vanliga ferðast, men eri ongantíð komin út fyri, at fólk hava víst mær illvilja fyri mína støðu.

Hon ivast onga løtu í, at nógv fólk hava eina aðra hugsan enn ta hon hevur, og tað góðtekur hon sjálvsagt. Hon gevur seg eisini til at tosa við tey, sum ikki eru samd við henni.

? Í nógvum førum snýr tað seg um fordómar og manglandi vitan, og tá ber væl til at tosa við fólk og »tosa tey til rættis«, sigur Turið Debes Hentze.


Eitt herðaklapp

Hóast Turið sum sagt gjørdist rættiliga bilsin av, at tað nú er hon, sum kann kallað seg Nordfag virðislønarvinnara 1999, so er hon sera fegin um tað.

? Eg meti tað sum eitt herðaklapp fyri tað sum eg havi gjørt, og sum eina viðurkenning, sigur hon.

Hevur tað stóran týdning fyri teg at fáa viðurkenning?

? Ikki beinleiðis, men tað er nú soleiðis, at okkum dámar best tá vit fáa at vita, at tað er gott, sum vit hava gjørt, og eg eri ikki øðrvísi í so máta. Men viðurkenning nýtist ikki at vera ein virðisløn. Tað kann eisini vera eitt gott orð á vegnum, sigur Turið at enda.