Ruðuleiki á Atlantic Radio

Hóast starvsfólk siga upp í hópatali orsakað av, at tey ikki fáa løn og av vánaligum arbeiðsumstøðum, vissar stjórin í Atlantic Radio um, at viðurskiftini á støðini eru í fínasta lagi

? Kleyvarskapur ræður á Atlantic Radio.

Tað eru ikki hissini orð, starvsfólkini á útvarpsstøðini nýta um leiðslu sína.

Áður hevur verið at hoyrt, at starvsfólkini hjá Atlantic Radio ikki fáa løn fyri sítt arbeiði, og sum Sosialurin skilir er tað sama enn galdandi. Sambært Halli Hjalgrímssyni og Jóhann í Kollafirði, ið báðir hava starvast á støðini, hava starvsfólk ikki fingið løn í langa tíð.

Hallur Hjalgrímson vísir á, at hann hevur starvast hjá útvarpsstøðini í tríggjar mánaðar, uttan at hava fingið nakra løn. Burtursæð frá einum hundraðkrónurseðli av og á, tá hann hevur hótt við at rýma. Hallur hevur havt eina arbeiðsviku, ið hevur ligið um 30 til 40 tímar allar tríggjar mánaðirnar, men tá hann hevur kravt stjóran og eigaran av Atlantic Radio, Lárus Robert Árason, eftir løn síni, hevur hann fingið boðið 15.000 krónur fyri allar tríggjar mánaðirnar.

Hetta heldur Hallur Hjalgrímson vera undir alt lágmark, og tí hevur hann als ikki tikið av hesum tilboði. Heldur ikki, tá Lárus Robert Árason beyð honum at fáa eitt sindur afturat í lumman - uttanum skattamyndugleikarnar. Tískil hevur hann saman við øðrum starvsfólkum vent sær til Blaðmannafelagið, sum í løtuni viðger málið.


Sáttmálabundin

Støðan hjá Jóhann í Kollafirði er eitt sindur ørvísi enn støðan hjá Halli Hjalgrímssyni. Jóhann er nevniliga sáttmálabundin at Atlantic Radio gjøgnum egna partafelag sítt. Men hann hevur, eins og Hallur, ongan pening fingið fyri arbeiðið. Hetta hevur hann fleiri ferðir gjørt vart við hjá leiðsluni í Atlantic Radio, men tað einasta hann hevur fingið burturúr er, at leiðslan hevur roynt at skumpa hann út av støðini.

Jóhann viðgongur, at hann er vorðin so mikið argur inn á leiðsluna á útvarpsstøðini, at hann fleiri ferðir hevur verið ógvusligur í munninum móti stjóranum, Lárusi Robert Árasyni. Men hann vísir á, at stjórin sanniliga hevur lønt honum hetta aftur.

? Tað er fleiri ferðir hent, at stjórin er hevur gloppað dyrnar inn í studio og kalla okkum »idiot!« meðan vit sita fyri opnari mikrofon, sigur ein argur Jóhann í Kollafirði.

? Orsøkin til, at eg eri sáttmálabundin at Atlantic Radio er, at eg havi gjørt lýsingar fyri støðina. Í veruleikanum havi eg sitið heima og gjørt lýsingar fyri støðina við míni egnu útgerð síðani hon byrjaði at senda. Og, sjálvt um Atlantic Radio gevst, havi eg enn framúr góðar møguleikar at gera lýsingar fyri aðrar loftmiðlar, sigur Jóhann í Kollafirði, ið ikki er bangin fyri at leggja fingrarnar ímillum, tá hann tosar um leiðsluna í Atlantic Radio.

Jóhann vísir á, at orsøkin til, at útvarpsstøðin ikki hevur ráð at gjalda út lønir, er einføld.

? Leiðslan í Atlantic Radio hevur søplað allan peningin burtur til óneyðugt fjas, sigur hann og vísir á, at stjórin hevur keypt eina rúgvu av óneyðugum fartelefonum, ið hava ovurstórar rokningar. Harafturat skal nógvur peningur eisini vera brúktur til óneyðugar uttanlandsferðir.


Hótt

Hallur Hjalgrímson og Jóhann í Kollafirði vísa báðir á, at stjórin í Atlantic Radio, Lárus Robert Árason, fleiri ferðir hevur hótt starvsfólk við uppsagnum, um tey halda fram at grenja um pening. Harafturat vísir Hallur Hjalgrímson á, at hann eisini veit um, at stjórin á støðini hevur hótt við at meiðsla fyrrverandi starvsfólk, um tey slatra til fjølmiðlarnar um støðuna á Atlantic Radio.

Beint eftir, at Sosialurin í gjár tosaði við Lárus Robert Árason um skuldsetingarnar móti útvarpsstøð hansara, fekk Jóhann í Kollafirði teldubræv frá einari dulnevndari sokallaðari hotmail teldupostaddressu. Í hesum teldubrævi, ið er skrivað á enskum, verður sagt, at øll vita hvør hann er, og tískil kann hann nú koma út úr skápinum. Greitt verður frá, at alt aftur er sum vant á støðini og øll eru aftur til arbeiðis, burtursæð frá teimum, ið hava rænt pening úr sodavatnsmaskinuni. Víst verður á, at tey, ið nú eru til arbeiðis, ikki eru limir í Blaðmannafelagnum.

Í teldubrævinum verður harafturat sagt, at kopi av øllum samskifti millum Jóhann í Kollafirði og eitt annað av starvsfólkunum er sent løgregluni í Havn, somuleiðis sum upplýsingar um rætta identitet hansara eisini eru tað. Víst verður í hesum sambandi á, at Jóhann kann vænta sær, at myndugleikarnir fara at taka til lógina ímóti honum.

Jóhann ivast ikki í, at hetta teldubrævið kemur frá Atlantic Radio, men hann sigur seg als onga grund hava at ræðast hesar hóttanir, tí hann hevur einki lógarbrot framt.


Heit linja

Eftir at tað gjáramorgunin frættist, at Sosialurin fór at skriva um støðuna á Atlantic Radio, hevur telefonin hjá blaðnum nærmast gløtt. Hópurin av starvsfólkum og fyrrverandi starvsfólkum hjá Atlantic Radio hava ringt og greitt okkum frá, at ógvusligt óskil ræður á útvarpsstøðini. Flestu teirra vátta eisini tíðindini um, at stjórin í Atlantic Radio, Lárus Robert Árason, hevur hótt starvsfólkini ógvusliga.

Eitt av fyrrverandi starvsfólkunum, ið ikki er bangin fyri at seta navn sítt til ákærurnar, er Rúni Ellingsgaard, sum í løtuni er staddur í Keypmannahavn. Hann sigur, at hóast hann kemur aftur til Føroya, ætlar hann sær als ikki at hava nakað við Atlantic Radio at gera.

Rúni Ellingaard sigur seg hava tosað við Jóhann í Kollafirði, og sigur hann seg kunna vátta alt tað, Jóhann hevur sagt blaðnum.


Tómar skuldsetingar

Lárus Robert Árason, stjóri á Atlantic Radio og einasti partaeigari, sigur einki hald vera í nøkrum av skuldsetingunum. Hann sigur, at Jóhann aldri hevur arbeitt hjá Atlantic Radio. Hann hevur bert verið leigaður, eins og vaktarfólkini eisini eru, og nú hevur fyritøkan einki við Jóhann í Kollafirði at gera.

Stjórin í Atlantic Radio vísir á, at øll starvsfólkini fáa løn, og alt gongst væl á støðini. Vald eru nýggj álitisfólk, og semja valdar á støðini.

Lárus Robert Árason endar við at siga, at hann ikki skilir, at Sosialurin rekur slíka herferð móti Atlantic Radio, og vísir hann á, at hetta fer at gera, at Sosialurin missir trúvirðið sítt.