Poul ynskti seg til Norðpólin

Formaðurin fyri Tórsvøll Poul Michelsen visti at stormskaðin á Tórsvøll hósmorgunin í farnu viku var bara byrjanin til ein annan storm...

Niclas Johannesen


Tað vóru ikki bara sponsorskelti, ið ruku í storminum mikunáttina í farnu viku í Gundadali. Formaðurin fyri Tórsvøll Poul Michelsen, sum býr nakrar fáar metrar frá vøllinum, fyrireikaði seg til, at eftirvindarnir kundu gerast uppaftur harðari.

? Eg má viðganga, at tá eg vaknaði og sá oman á Tórsvøll úr vindeyganum hjá mær hósmorgunin ? ja, tá ynskti eg, at eg búði á Norðpólinum.

? Eg havi fyrr ligið niðri, men hetta kendist svárt, sigur maðurin, ið meira enn nakar annar hevur stríðst fyri Tórsvølli, síðani hann varð valdur av býráðnum at standa fyri arbeiðnum.

? At kalla allur parturin av míni arbeiðsorku er farin til hetta her í ár. Mong onnur hava brúkt at kalla alla teirra frítíð til Tórsvøll; tey hava gjørt ein megnarinnsats. So sjálvsagt var eg ómetaliga keddur, at hetta skuldi henda.


(anti)klimaks

Vindskaðin á Tórsvølli kom sum eitt slag av (anti) klimaksi í kjalarvørrinum av atfinningum móti vøllinum. Aldurnar hava gingið høgt, og Poul Michelsen er bæði sloppin at spæla leiklutin sum hetja og skurkur.

? Tað hava allatíðina verið tey uttan fyri Havnina, sum vóru ímóti Tórsvølli. Og eisini í Havnini hevur verið talan um tvær legur ? tey, sum vildu hava Tórsvøll uttan rennibreyt, og tey sum vilja hava rennibreyt kring vøllin.

? Viðvíkjandi vindskaðanum, so vita vit, hvør orsøkin er. Talan var um eitt býtt mistak við einum lýsingarveggi, ið ikki átti at verið heftur, sum hann var.

Formaðurin fyri Grunnurin Tórsvøllur er eisini vísur í, at trygdin hevði ikki verið í vanda fyri áskoðararnar, tí ongin hevði leikt fótbólt á Tórsvølli í slíkum vindi, sum kom seinni um náttina.

Um tú skuldi gjørt, nakað umaftur ? heldur tú so tað hevði verið frægari at bíða við at leikt á dystinum inntil alt arbeiðið var liðugt?? Nei, tað meti eg ikki. Vit hava ein góðan vøll, ið er stakgóður at spæla á. Eg vildi heldur ikki verið tær royndir fyri uttan, sum vit hava fingið við at hava dystir á Tórsvølli. Hetta er avgjørt nakað, vit kunnu byggja á frameftir, sigur Poul Michelsen.

? Nú hava vit allan veturin at arbeiða víðari í. Og tú kanst líta á, at vita fara at gera alt, sum er í okkara makt fyri at fáa ein so dyggan Tórsvøll sum gjørligt, sigur Poul Michelsen, ið eisini sigur seg hava fingið rúgvu av emailum frá fólki, ið biðja hann halda á við arbeiðnum.