verður fyri Prix Føroyum. Vinnararnir gjøgnum árini hava verið Moirae, Mark No Limits, Taxi og Clickhaze, og av hesum er tað so at siga bara Clickhaze vit hoyra nakað til í dag. Sjálvandi er Clickhaze [...] nakrar av Føroya bestu tónleikarum við, og tað kann ikki sigast annað enn vera spell, at teir ikki eru at hoyra longur. Vónandi fer Clickhaze ikki eisini í ommu sína, og vónandi verður komandi Prix Føroyar [...] tveimum bólkum, og bara frontfigurur í tí eina. Í fyrstuni varð lagt út við, at hvør tónleikari bara slapp at vera við í einum bólki, men tað vakti mikla øsing millum tónleikararnar, og eftir eitt sindur
frítíðarumstøður og eldrarøkt fyri at nevna nøkur. Og ikki minst skulu læknaviðurskifti og tílíkt vera í lagi, so fólk kenna seg trygg. Í Sandoynni tykist hetta vera rímiliga væl skipað. Og infrastruktururin [...] Sostatt sigur tað seg sjálvt, at burðatalið lækkar. Og avleiðingarnar eru øgiligar. Meðalaldurin hækkar samsvarandi, og tað krevur aftur, at størri og størri partur av inntøkunum, sum koma, skulu til eldrarøkt [...] staðni stór, og tí kann ikki væntast, at skatturin fer at lækka. Tað stuðlar ikki fólki til at koma aftur. Hinvegin er húsaprísurin lágur, og ansingarmøguleikarnir til børnini eru góðir. Og tað kundi so
at tað er langt frá vist, at alt tað, sum vísindin sigur um bíbliuna er satt, niðurstøðurnar eru fyribils og kunnu broytast av nýggjum rannsóknum. Hetta var so tað. Tað er betri vit og skil, at vit líta [...] rin er ofta nevndur i hesi greinarøð. Eg fari um Gud vil og eg livi, og um bløðini geva mær rúm, at royna at definera hvat kristindómur er. Og tað verður víð bíbliuni sum einasta leiðvísara. [...] fram, Gud vendir sær eina løtu burtur frá soni sínum, og Jesus missir sambandi við faðir sín, nú hann ber burtur syndirnar hjá Richardi, Hans Andriasi og øllum menniskjum. Víðari verður sagt, at taka vit Lukas
innan so at siga øll øki innan skip og veiðitól. Og tí er heldur ikki vist, at útrokningarhátturin í dag er hin rætti. - Gear, skrúvutoy og dysur eru í støðugari menning, og tí er tað rætt, at tað ikki ney [...] eins. Og tá veiðiorkan á einum nýggjum skipi er størri enn á tí gamla, loyvir lógin stutt sagt ikki eini flyting av fiskiloyvinum. So einfalt er tað. Bjørn Kalsø kennir væl til hetta dømi við Sancy og Sunbeam [...] a søktu um og fingu loyvi til at skifta Roc Amadour út við Sunbeam. - Í tí førinum var eingin trupulleii, tí har var avlops veiðiorka. Trupulleikin uppstóð, tá eigararnir skiftu meining og heldur vildu
heldur at royna at hava nógvar sterkar og stórar handlar ella fyritøkur við einum høgum tænastustøði framum at hava eina ørgrynnu av smáum, sum nóg illa hóra undan. Og hartil ikki kunnu loyva sær nakað serligt [...] serligt orsakað av fíggjarstøðuni, spyr hann. Og leggur samstundis dent á, at við undirsjóvartunlinum harðnar kappingin øgiliga nógv, og tí verður marknaðarføring ein rættiliga avgerandi partur av hand [...] lyft allan býin upp á eitt hægri støði og hevði havt ávirkan á alt, sigur hann. Her hugsar hann serliga um sethúsaprísir, trivnaðin, hvar fólk velja at búseta seg og so framvegis. Eyðfinn skilir ikki, at
Føroyum aftur, og tað kann vera nokk so tung og dýr prosess at fara ígjøgnum einaferð aftrat, og tað er slettis ikki vist, at feløgini hyggja henda vegin aftur. Tað veldst so alt um áhugan og prísin annars [...] at vit eiga bert hetta og hetta økið og hetta kunnu vit bjóða út, so kunnu vit fáa rætt í tí. Tá vil rætturin kanska siga, at tá tit ikki hava sett krav um meira og tit eru so fá og lítið fólk, so er hetta [...] feløg og bólkar hava gjørt íløgur fyri hundraðtals milliónir á føroyaøkinum og hetta gera ikki til stuttleikar. Hann vísir eisini á projektini, sum eru í gongd við kanning av streymi og veðri og umhvørvi
tingini og vísa børnum og ungum, at tað er í lagi ikki altíð at vera í góðum lag – og at góða lagið saktans kann koma. - Men, hetta krevur, at tú hevur nøkur amboð og kunnleika til kenslur, sum børn og ung [...] Alt fleiri børn og ung hava tørv á sálarligari viðgerð, og í eitt nú Región Sælandi í Danmark sæst ein munandi vøkstur í ávísingum til barna-og ungdómssálarfrøðina. Talið av børnum og ungum, sum fingu [...] hevur við børn og ung at gera, og her kann talan vera um sálarfrøðingar, skúlalærarar, námsfrøðingar og onnur. - Vit trúgva, at sálarfrøðin í samstarvi við tann kunnleika, sum kommunur og tess starvsfólk
- Men eitt er so púra vist. Og tað er, at í allar nærmastu framtíð fer tað at bera til at kanna arvaeginleikarnar hjá fólki og á tann hátt at fáa at vita, hvat liggur til tey og at vita, um tey fara at [...] nógv ár verið at kalla eitt alment ítriv at kanna slag og slekt og at geva tað út í bók. - Kring landið sita hundraðtals fólk og granska ættartalvur og tað verður skipað fyri ættarveitslum í heilum. - Pál [...] sagt var. Og tað kom eisini fram, at summir vóru ímóti at lata upplýsingar um okkara innastu loynidómar til ein ?privatan, útlendskan spekulant?, sum onkur tók til. Og fyri at skera vandan og álvaran út
føroyskur ítróttur ikki er nóg góður til sjónvarpið. Hinvegin verða vit fóðrað við donskum og norskum sendingum dag út og dag inn. Heðin Mortensen heldur avgjørt ikki, at sjónvarpið í hesum sambandi røkir sína [...] meiri burturúr føroyskum ítrótti. Tí tað er púra vist, at áhugin er sera stórur. Vit vita, hvussu nógv fólk lurtar eftir ítróttarfrásagnunum í útvarpinum. Og vit vita, hvussu nógv fólk hava hugt eftir teimum [...] málið um at gera eitt føroyskt ítróttarsjónvarp Misnøgdin við ítróttartilfarið í sjónvarpinum er gomul og spurningurin hevur fyrr verið frammi um at stovna eina føroyska ítróttarrás. Einaferð varð enntá
orkanum og vatnflóðum. Og gaman í hava vit eitt sera framkomið og frælst samfelag, tøkniliga, vinnuliga og samferðsluliga, meðan fólk aðrastaðni ikki hava frælsi til at samskifta, handla og flyta seg [...] í 1908, og síðan fullan valrætt til løgtingsval og fólkatingsval í 1915. Hetta lesa vit um í fimta bindi av Havnarsøg u , eftir Nolsøe og Jespersen. Eg ivist ikki í, at tann andliga vekingin og frambur [...] Hygg at umhvørvisdálkingini og veðurlagsbroytingunum. Hygg at ójavnanum millum rík og fátæk. Hygg at menniskjahandlinum, narkoídnaðinum, krígsídnaðinum og vápnahandlinum og øllum tí, sum hetta elvir til: