Vit og skil

Hans Andrias Sølvará og hansara keldur avnokta jomfrúføðingina, Jesus, sum son Guds, uppreisnina og tríeindina. Funnist verður at teimum bíbliutrúgvu kristnu, sum ikki nýta vit og skil í síni trúgv

Richard Danielsen.

Lat okkum nú ganga ígjøgnum greinina hjá Hans Andriasi og hyggja eftir hvørjar próvførslur hann hesaferð hevur fyri at gera til einkis tað skrivaða orðið, nú í nýggja testamenti.

Markus verður tikin fram sum tann rættasti. Markus gudómligger ikki Jesus eins og Jóhannes ger. Dømi: “Orðini í Markus 10, 18 har Jesus sigur við ein:” Hví kallar tú meg góðan, eingin er góður uttan ein, tað er Gud,” leggja ikki upp til, at Jesus segði seg vera Gud.” Vælsignaður, hetta er einki prógv. Jesus gekk ikki runt og rópti upp um, at hann var Gud. Tvørturímóti, hann bað lærisveinarnar ongum at siga, at hann var Kristus. Matteus 16,20. Tá ið Jesus svarar her, svarar hann, sum ein jødi svarar einum jøda. Hatta er so einfalt. Eitt annað dømi er, at Markus letur tey seinastu orðini hjá einum líðandi og ógvuliga menniskjaligum Jesusi á krossinum vera :” Gud mín, Gud mín hvi fórt tú frá mær.”

Hans Andrias ! Hatta sigur Markus ikki, tí hann ikki trýr á Jesus sum Kristus son Guds. Her fer harafturímóti nakað, fyri okkum menniskju, óskiljandi fram, Gud vendir sær eina løtu burtur frá soni sínum, og Jesus missir sambandi við faðir sín, nú hann ber burtur syndirnar hjá Richardi, Hans Andriasi og øllum menniskjum.

Víðari verður sagt, at taka vit Lukas við, so er beinleiðis mótstríð millum evangeliini hesum viðvíkjandi. Bara ein pástandur, uttan at greina út, hvat hann meinar við.

Orðini hjá Markusi í fyrsta kapitli, har Markus sigur Jóhannes doypara at siga, at hann sum kemur aftaná meg, skal doypa tykkum í Heilaga Andanum. Og at rødd kom av himli, sum segði: “Tú ert Sonur Mín hin elskaði, sum eg havi tokka til”, sum vísa at Markus trúði á Jesus sum Kristus, Son Guds, vera slett ikki tikin við. Er hetta við vilja útilatið, ella lesa menn skriftirnar so illa, sum teir loyva sær at kritisera so nógv.

Síðani fer Hans Andrias til tríeindina. Hann sigur, at tann læran finst ikki í bíbliuni, men er skapt av Tertullian í 3. øld e.Krist. Jesus, sigur hann, skilti ikki seg sjálvan sum Gud og kann ikki hava havt minstu hóming um tann seinri kristna lærusetningin, har hann er annar persónur í eini gudómligari tríeind.

Hetta er langt við síðuna av veruleikanum. Nýggja testamenti sigur, at Jesus álegði lærisveinunum at doypa tey, sum trúðu, til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Men hetta nyttar ikki at trætast við Hans Andrias og hansara menn um, tí teir trúgva ikki Matteusi, men tað gera vit mong onnur.

Orðið tríeind finst nokk ikki í bíbliuni, men tá ið Pætur ápostul doypti teir fyrstu heidningarnar, segði hann, at teir skuldu doypast í navni Jesu Krist. So Pætur roknaði, sum Jesus sjálvur eisini gjørdi, Jesus og Gud sum ein. At Heilagi Andin hoyrir við er skilligt, tað er einki at kjakast um. Eins og andi menniskjans er ein partur av menniskjanum, so er vituliga Andi Guds ein partur av honum. Gud er Andi. Jóhannes 4,24.

Víðari verður sagt í hesi grein, at John Hick, ein gudfrøðingur, sum kallar seg kristnan, og sum er ein av teimum, sum H.A. styðjar seg til, sigur, at tað var vanligt tá á døgum at nýta orðið sonur Guds um kongar, hetjur og heimspekingar. Í jødadóminum, sigur hann , varð orðingin nýtt metaforiskt um allar Guds tænarar, m.a. profetar, kongar, jødar ella alt ísraels fólk. Í veruleikanum kundi einhvør trúgvandi jødi kallast Guds sonur. Men allar hesar forkláringar um tað, sum var vanligt kunnu ikki gera tað til einkis, at tað er naka heilt serligt við Jesusi, soleiðis sum Markus sigur frá. Og hann er so tann, sum H.A. hevur frægast álit á. So her dettur alt á gólvið aftur. Her eru eingin seriøs prógv, sum kunnu gera sanleikan í evangeliinum til einkis. Sjálvandi.

Síðani hevur Hans Andrias eina nokkso langa frágreiðing um kristnar mytur og trúgv uttan vísindi frá Matteus til Luther og Goebbels. Hetta, fyri enn einaferð at siga okkum, at Jesus ikki er Kristus , men ein myta. Her pástendur hann aftur, at teir tekstkritisku ivaspurningarnir eru nógvir og stórir, uttan at vísa til, hvat hann meinar við. Hann sigur víðari, at áðurnevndu tekstútleggingar av skriftstøðum í gamla testamenti kunnu ikki fáast at samsvara við upprunaliga týdningin, uttan so at teksthøpi, tekstkritikkur og vanligt vit og skil verða sett til síðis. Hann hevur her einki nýtt at føra fram, men fer aftur til stríðið um moyggj ella ung kvinna. Hetta havi eg viðgjørt fyrr, so her er ikki meir um at røða.

At Jesus er ein søguligur persónur avnoktar H.A. ikki, men hann avnoktar jomfrúføðingina, Jesus sum son Guds, uppreisnina og tríeindina. Jesus var bert ein vanligur jødi, men ein stórur profetur, ásannar hann. Til seinast kemur hann til, at jødarnir venda sær frá tí, sum bíblian sigur um dóm yvir synd. Hetta vil hann hava nútíðartrúgvandi at gera við. Verða 3. mósebók 18,22 og rómbr.1,26 ikki tulka saman við tí søguliga veruleika, sum tey eru avmarkað og treytað av, so er væntandi, at tann einastandandi parturin av kristna boðskapinum viknar í tí modernaða samfelagnum. Tað hevði verðið spell, sigur hann.

Tað vil siga , at vit skulu lúka tað burtur, sum okkum ikki dámar, og hava tað behagiliga í kristindóminum eftir. Víðari sipar hann til John Hick, sum leggur dent á tað í kristindóminum, sum handlar um ein kærleiksfullan og náðiríkan Gud.

Tað ber ikki til Hans Andrias. Kristindómurin stammar frá tí Kristusi, sum bíblian sigur frá. Lærisveinar Jesusar og Paulus hava víst okkum hendan vegin. Ápostlasøgan sigur, at tað vóru tey, sum høvdu tikið ímóti boðskapinum, sum teir prædikaðu, sum vóru kallað kristin. Teir hevur tú gjørt til lygnarar. So hetta verður ein óhaldbar gudfrøði, bert at byggja á nakað, sum teir siga, men annars at rokna teir sum ringastu lygnarar. Hendan gudfrøðin kann nokk ganga í hesum lívinum, men heldur ikki í deyðanum. Øll gudfrøði teld til í hugaheiminum er sum avgudarnir, teir teldu úr traði. Tað heldur ikki, og bíblian fellir dóm yvir slíkt.

Bíblian, harafturímóti, er álítandi. Eg havi fyrr nevnt, hvussu stóran ómak Lukas gjørdi sær fyri, at tað skuldi vera álítandi, sum hann skrivar. Og Jóhannes, sum er so illa viðfarin og gjørdur til ein stóran lygnara, sigur hetta: “Tann, ið hevur sæð tað, hevur vitna tað, og vitnispurur hansara er sannur; hann veit, at hann sigur satt, fyri at eisini tit skulu trúgva.” Jóh. 19,35.

Greinarøðin endar við, at tað er langt frá vist, at alt tað, sum vísindin sigur um bíbliuna er satt, niðurstøðurnar eru fyribils og kunnu broytast av nýggjum rannsóknum.

Hetta var so tað. Tað er betri vit og skil, at vit líta á tað, sum í morgin kann vera ein lygn, sleppa tí, sum Gud gjøgnum orð sítt hevur lovað okkum við óvikandi lyftum um eina trygga framtíð. Harafturímóti skulu vit trúgva, at lærisveinarnir lugu fyri sær sjálvum og okkum, at Kristus reis uppaftur og valdu at doyggja ein ræðuligan deyða fyri hesa lygnina. Allir uttan Jóhannes doyðu blóvitnisdeyðan, sigur søgan.

Gud hevur gjørt vísdóm heimsins til dárskap.

Kristindómurin er ofta nevndur i hesi greinarøð. Eg fari um Gud vil og eg livi, og um bløðini geva mær rúm, at royna at definera hvat kristindómur er. Og tað verður víð bíbliuni sum einasta leiðvísara.