vitjanini var at finna útav, um íslendingurin var áhugaður í at gerast venjari hjá mansliðnum hjá Kyndli, og um Kyndil var áhugað í at fáa hann sum venjara. Og báðir partar hava eftir øllum at døma verið [...] kvinnunum seinasta kappingarár, at taka sær av venjingini. Ætlanin er at halda frí í juli og so byrja aftur aftan á ólavsøku. Tað fer uttan iva eisini at koma væl við hjá Kyndli at fáa ein málmann afturat, tí [...] eisini fótbóltsspælari og er sáttmálabundin at HB. Sostatt kann hann ikki veruliga fara undir at spæla hondbólt aftur fyrr enn í oktober, tá fótbóltskappingin endar, og tá er hondbóltsárið longu komið væl
skaða. Mikkelsen-systrarnar hava báðar krossbandsskaðar, og hvørgin av teimum verður at síggja á vøllinum í øllum førum hesu megin summarsteðgin. Á Skála rokna tey kortini við, at liðið verður styrkt í næstum [...] eiðiskvinnum at taka leiðsluna innaftur. B36-kvinnurnar vóru fegnar um sigurin. Í steypakappingini taptu tær á Eiði, so fyri tær hevði tað týdning at vinna á EB hesaferð. Tað eydnaðist, men at B36 fær ein [...] á seks lið. Tað at sjey lið eru í deildini í ár merkir, at hvørt umfar er eitt lið, sum hevur frí. Í fyrsta umfari var tað KÍ, og komandi sunnudag er tað LÍF, sum kann fara at hyggja at onkrum av komandi
men eru gleðiliga bilsin, at so nógvir luttakarar hava valt at leggja leiðina hendavegin á ráðstevnu, sigur Sæunn Ólavsdóttir Hansen. Orðaskifti og fyrilestrar Vit hava valt at skipa eina breiða skrá fyri [...] læknastjóri, heldur fyrilestur um arbeiðið hjá læknaskrivararum. Jón á Steig fer eisini at halda fyrilestur um arbeiðið í roykfríum umhvørvi, og Dr. med. Sjúrður Olsen hevur fyrilestur um hvussu nógv nýføðingar [...] fyrilestrar, orðaskifti, pallborðsfundir og ymiskt um okkara arbeiði er á skránni. Umframt tað hava vit skipað fyri útferðum í Havn og í Eysturoynni soleiðis, at gestirnir kunnu fáa ein hóming av landinum,
vit ætla at halda okkum til tað, sum vit hava lovað, og tað er at hava eina frágreiðing frá triðju deild hvørja viku. Hesa ferð taka vit saman um tey bæði umførini, sum hava verið hesar báðar síðstu vikurnar [...] toppskoraralistin eisini við. Eftir at ein sættingur av kappingini er lagdur afturum, eru tað tvey feløg, sum hava fult stigatal. Talan er um tvey feløg, sum ikki hava havt tað serliga gott tey seinnu árini [...] ringdu teir suður og boðaðu frá, at teir fingu ikki mannað lið. Vit frætta úr Klaksvík, at ungu menninir hildu tað vera ov langt at fara suður á Sand! FSF hevur loyvi til at senda lið úr kappingini, sum ikki
sigur, at fyrrenn kanningarnar eru lidnar, ber ikki so frægt sum til at siga, um tað er nakað at velja ímillum, tí eingin veit, hvussu fjallið er at bora ígjøgnum. Er tað ov trupult at hava við at gera [...] ætlanin var at brúka tað einu milliónina komandi ár til kanningar at vita, hvat er ráðiligast at fara undir. Og fyrrenn tær kanningarnar eru lidnar, ber ikki til at siga, um Landsverkfrøðingurin fer at mæla til [...] Enn hava vit ongar pengar. Og eg veit ikki um vit fáa pengar at byrja fyrireikingarnar komandi ár. Tað tekur ikki Landsverkfrøðinginum langa tíð at taka pippið frá teimum suðuroyingum, sum hava sett nøsina
sigast má, at talan er um eitt sera spennandi projekt. Tað er Hjørring Seminarium, sum í samband við at skúlin hevur 40 ár á baki, sum hevur fingið sangleikin upp at standa. Skúlin heitti á teir báðar, Henneberg [...] í hesum leikinum eru gjørdir til nýggjari rytmir. Ikki so at skilja at talan er um hipp hopp, men heldur um góðan tónleik, har tað ber til at syngja við. Orkestrið er stórt - heili 16 mans og har eru bæði [...] Henneberg og Olsen, um at gera eitthvørt, og Jens Henneberg sigur í skránni, tað sama sum Malmros segði, at hann altíð hevur verið bergtikin av hesi kvinnu - teirri føroysku Marie Grubbe. Fríar teymar Høvundarnir
ag enn einaferð ásanna, at teir ikki hava somu styrkina sum meistaraliðið. FCK fekk vátan vøtt í andlitið longu tá fýra minuttir vóru farnir av dystinum. Samanspæl millum báðar teir frálíku Brøndby-ál [...] men einki hjálpti. Brøndby gjørdi fyrsta málið í dystinum, dúvaði so uppá kontraspæl, og vísti, at teir hava tað sjálvsálitið og neyvleikan, sum altíð fylgir einum meistaraliðið. Danska steypafinalan 1998 [...] spælararnar endaði við, at Bo Hansen royndi seg við skoti. FCK-málverjin, Karim Zaza, var ikki blivin heitur, og so fór ikki serliga harða skotið inn undir hann og líka inn um málstrikuna. Todi Jónsson
eigur KÍ at fáa einki minni enn tað sama í ár. Spurningurin er so, um klaksvíkingar megna at spenna bein fyri HB, sum í ár hevur fingið reinar B36-tendensir og hóttir við at rýma frá øllum hinum. Um KÍ megnar [...] At KÍ ikki ætlar sær at fara við ongum, tá landskappingin endar, fingu øll, sum vóru í Klaksvík og hugdu sunnudagin, eina sera góða ábending um. NSÍ var og vitjaði, og fyri aðru ferð á rað fóru fýra mál [...] megnar at fylgja við, fæst at síggja í Gøtu 2. hvítusunnudag, tí at gøtumenn eru svangir eftir stigum, man lítil ivi vera um.
hugsar seg um eina løtu og sigur síðan, at danir ikki vilja leggja forðingar, og at teir ikki aftur fara at blanda seg í føroysk viðurskifti. Nú ræður bert um at fáa skuldina burtur, soleiðis at føroyska [...] fáast uppá pláss. Tí hava føroysk/donsku samráðingarnar skund. Spurdur um tað ikki er óhóskandi at leggja seg út í arbeiðið hjá nýggja Landsstýrinum, sum hevur brúk fyri at hava stundir at seta seg inn í málini [...] hevur verið um vitjanina. Vit leggja okkum ikki út í føroysk mál Hvat heldur tú um at vit nú hava fingið sjálvstýrislandsstýri, sum krevur at Føroyar fáa fullveldi? Tað fara vit ikki at leggja okkum
avleiðingarnar hava teir nú: at hava loynifund við umboð floksins í Vági, uttan at boða toppolitikkarinum á Tvøroyri frá, tað bøtur ikki um trúvirði. Nú hevur fólkaflokkurin buktina og báðar endarnar í verðandi [...] snildi løgmans at forða sosialistunum at fáa meira politiska makt, her hava teir snávað. Tað blivu Tórshavn og Klaksvík, sum nú skulu berjast um, hvør fær mest í sín part. Um tað var so, at fólkaflokkurin [...] eg Annfinn Kallsberg høgt. Men eitt hava hann og flokkurin ikki skilt, at við valið av landsstýrismonnum, har møguleikin at taka umboð úr Suðuroy við, og harvið at fáa skrásett fólkaflokkin sum ein politiskan