Dagny Joensen
Tað er Læknaskrivarafelag Føroya, sum skipar fyri ráðstevnuni, við Sæunn ólavsdóttir Hansen, formanni, á odda.
Formaðurin í Læknaskrivarafelagnum sigur, at ráðstevnan er triðja hvørt ár, og vanliga í hinum Norðurlondum, har eini 150 fólk luttaka.
Vit høvdu ikki væntað so stóra undirtøku á ráðstevnuni í Føroyum, av tí at vit eru so fjarskotin frá hinum londunum, men eru gleðiliga bilsin, at so nógvir luttakarar hava valt at leggja leiðina hendavegin á ráðstevnu, sigur Sæunn Ólavsdóttir Hansen.
Orðaskifti
og fyrilestrar
Vit hava valt at skipa eina breiða skrá fyri ráðstevnuni, har fyrilestrar, orðaskifti, pallborðsfundir og ymiskt um okkara arbeiði er á skránni. Umframt tað hava vit skipað fyri útferðum í Havn og í Eysturoynni soleiðis, at gestirnir kunnu fáa ein hóming av landinum, sigur formaðurin í Læknaskrivarafelagnum.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum. Hon verður sett hósdagin 27. mai, har Sæunn Ólavsdóttir Hansen bjóðar vælkomin. Síðani setir Jón á Steig, leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, ráðstevnuna.
Nógvir fyrilestrarhaldarar verða hesar báðar dagarnar, bæði úr hinum luttakaralondunum og herheima.
Eitt nú fer Elin Súsanna Jacobsen at halda fyrilestur um føroyska sjúkrahúsverkið í 100 ár, og Pál Weihe, læknastjóri, heldur fyrilestur um arbeiðið hjá læknaskrivararum.
Jón á Steig fer eisini at halda fyrilestur um arbeiðið í roykfríum umhvørvi, og Dr. med. Sjúrður Olsen hevur fyrilestur um hvussu nógv nýføðingar viga í Danmark og Føroyum, bert fyri at nevna dømi.
Hvørt luttakaralandið sær leggur fram ymiskt, sum hevur við arbeiðið hjá læknaskrivararum at gera.
Útferðir og veitsla
Fríggjadagin verður útferð í Eysturoy, har vitjað verður við Gjógv og í Gøtu, eins og á heilsumiðstøðini í Runavík. Henda dagin verður døgurði fyri gestunum á Svangaskarði.
Slík ráðstevna hevur altíð á skránni eitt veitslukvøld. Veitslan verður fyri innbodnum og luttakararum hóskvøldið á Hotel Føroyum.
Ráðstevnufólkini eru so nógv í tali, at gistingarhús og hotell í Havn eru fullsett hesar dagar.