veðurstovnurin á okkara leiðum. Eitt gott samstarv við stovnarnar í grannalondunum hevur tí alstóran týðning. At fáa høvi til at skipa fyri NMM-ráðstevnuni er eitt gylt høvi at kjakast við starvsfelagar og onnur [...] fólk í vinnum, sum er tengdar at veðurfrøði og veðurmátingum, ella bara hava serstakan fakligan áhuga fyri veðrinum. Slíkur áhugafelagsskapur, sum vit kenna tað í grannalondunum, er ikki stovnaður í Føroyum [...] verður brúkt til at gera veðurforsagnirnar. Góðar og neyvar veðurmátingar eru grundleggjandi fyri at gera haldbarar veðurforsagnir, men eisini avgerandi fyri at lýsa okkara veðurlag og hvussu tað møguliga broytist
effektivum og tryggum barnakoppsetingum . Verður hugt at forðingum, so meta bert 4 % av foreldrunum, at tað er so tvørligt at fáa koppsetingar, at barnið ikki fær allar koppsetingarnar. Úrslitini frá [...] barnakoppsetingum er minkandi í Føroyum. Vit megna tí ikki at liva upp til málsetningin hjá heimsheilsustovninum, WHO, um, at í minsta lagi 95 % av børnunum skulu hava viðmældu koppsetingarnar fyri at røkka fl [...] av álvarsligum sjúkum. Tí eigur skeiva gongdin í Føroyum at verða tikin í álvara. Um átøk skulu gerast fyri at betra um undirtøkuna, er neyðugt at skilja, hvørji viðurskifti ávirka avgerðina hjá foreldrum
so smá, at tað ikki ber til við veruligari sparring, at tað ikki ber til at deila uppgávur, og at tað verður torført hjá leiðsluni at stýra fakliga, tí leiðslan ikki hevur fakligu vitanina. At fara burtur [...] Fosturtøkulógin er eitt dømi um hetta. Er tað rætt, at hvørt lógin verður samtykt ella ikki, hongur saman við hvat varafólk av tilvild er inni ella úti? Umboðar tað fólkaviljan betri, um tað er no. 5 við 111 [...] smáum aðalráðum er eitt stig á leiðini, men tað er ein ov lítil broyting til at hetta veruliga ger mun. Heldur áttu vit grundleggjandi at broytt mátan miðfyrisitingin er sett saman. Vit eiga at fara burtur
sum øll eftir øllum at døma hava samband við royndina at broyta úrslitið av forsetavalinum í 2020, sum demokraturin Joe Biden vann. Politico skrivar, at eingin av teimum á listanum er skuldsettur ella ákærdur [...] advokat hansara, Rudy Giuliani. Tað stendur í einum uppslagi á sosialu miðlunum hjá náðisakføraranum hjá Trump, Ed Martin. Fyrrverandi stábsleiðarin í Hvítu Húsunum, Mark Meadows, er eisini á langa listanum yvir [...] fangum ella lækka teirra revsing. Náði kann eisini vera galdandi fyri fólk, sum standa fyri ákærum, sum enn ikki hava ført til dóm. Rætturin til náði er bert galdandi fyri samveldisbrotsverk. Ikki brotsverk
- Hetta er ikki eitt elituprojekt, og vit gera hetta ikki fyri at útiloka 20 prosent av sáðgevunum. Jakob Schöllhammer Knudsen, stjóri í Donor Network, sigur við DR, at hann heldur tað ikki vera etiskt [...] etiskt rætt at selja nakað, sum stovnurin ikki kann standa inni fyri, sum hann tekur til. Hann heldur, at vandin fyri at fáa eitt minni begávað barn er størri, um IQ er lágt. - Meðan eitt IQ millum 80 og 89 [...] Sambært Danmarks Radio sleppur tú ikki at geva sáð í danska sáðbankanum, Donor Network, um tú hevur eitt IQ, sum er lægri enn 85. DR veit at siga, at sáðbankin sendur heimaftur smá 20 prosent av sáðgevunum
enn í hæddini. Tað munnu vera fá, sum ikki duga at syngja “Alla nátt”. *** ##med4## Eg fari at biðja Karla Martin Samuelsen, Hans Black, Jógvan Olsen og Eyðun Nolsøe at koma á pallin at móttaka sømdargávu [...] ##med2## Røða borgarstjórans: Gott kvøld, øll somul Hetta er heilt fantastiskt, ha? Ikki sørt man verður glaður at hoyra allar hesar góðu, gomlu slagaranar aftur. Eg rokni við, at tey flestu sum sita her minnast [...] frá byrjan góð, og hóast 50 ár eru liðin, er hon enn í hæddini. Tit vísa vegin!” Tað var Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, ið handaði heiðurin uttan at bólkurin Hjarnar vistu um nakað. Tí gjørdist
2003, 2007, 2011, 2015, 2019 og 2024. Tað eru sostatt liðin góð tríati ár síðan ESPAD kanningar byrjaðu – tilfarið er goymt her á Heilsugranskingareindini. Tað er tókt hjá teimum, sum vilja kanna hetta [...] øðrum londum luttóku. Tilfarið er nú skrivað saman í bók, sum varð almannakunngjørd 21. oktober – https://www.espad.org/espad-report-2024. Um kanningina 2024 er stutt at siga Kanning bleiv gjørd í døgunum [...] skúla kanningardagin, fingu høvi at svara spurningunum. Kanningin var fyri fyrstu ferð skipað soleiðis, at allir næmingarnir svaraðu spurnablaðnum á netinum. Hetta tilfar er síðani sent okkara samstarvspørtum
nátt, fær við sær eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Hon er upp á 1.500 krónur, og hana fær hann fyri at hava órógvað og fyri at vera fornermisligur ímóti løgregluni. [...] sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hann sigur, at løgreglan seks ferðir hevur verið úti eftir tí, sum tey á politimáli kalla 'berúsarar'. Tað eru full fólk, sum ikki klára seg sjálvi. Av teimum seks
bygg. Tað skrivar Carlsberg í tíðindaskrivi. Leiðarin fyri kornmenning á Carlsberg Laboratory, Christoph Dockter, sigur, at nýggja vitanin kann koma bøndum kring heimin til góðar. - Tað fer at hjálpa [...] Hetta kann hava við sær, at kornið ikki kann nýtast til manna- ella djóraføði. Við økisroyndum og genetiskari greining hava granskararnir funnið útav, at genið MKK3 er lykilin til at loysa trupulleikan. Summir [...] áhugaverdir í eini tíð við veðurlagsbroytingum. - Hetta slóðar fyri nýggjum hættum at ala grøði soleiðis, at hon bæði er mótstøðufør móti ekstremum veðurlagsviðurskiftum og hóskar til ymsan landbúnaðarligan
Sjóverkur var, men hann spýði ongantíð. Ráðini hjá skiparanum vóru at royna at eta og drekka, og tað vísti seg, at hetta gjørdi honum gott. - Tað var skjótt, so var eingin sjóverkur meira, sigur ungi maðurin [...] og tað er pápin, Egin Fríði, eisini. Hann siglir í Grønlandi. Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar, er ein størri samrøða við unga sjómannin, sum fyribils ætlar sær at halda fram at sigla [...] hann kortini var heima, eftir at hava verið úr Føroyum í nakrar mánaðir. Á sumri í 2023 varð hann liðugur við fólkaskúlan, og tá lá hugurin meira til arbeiði og sjógvin enn at halda fram í skúlanum – fyribils