útróðrarbátar fáa íløgustuðul. Hetta vísir seg at vera neyðugt, um hesar vinnugreinar skulu yvirliva. Tað ber til at rokna út, hvussu stóran stuðul, tað er ráðiligt at lata til ymsu vinnugreinarnar, í mun til [...] m við fysiskum blokadum at forða fyri, at teirra virkir vórðu tømd og oyðiløgd. Tann stóri spurningurin er, hvørja nyttu hava Fiskavirking og Føroya Banki av, at hava hesar bygningarnar standandi tómar [...] vísir seg, at tey ofta ikki fáa nakað konkret svar. Eru tey áhugaðu før fyri at seta 1 mill. í virkið, vil bankin hava 2 mill., og verður bjóðað 5 mill. krevur bankin 8 o.s.fr. Kundi tað hugsast, at bankin
. Serliga verður dentur lagdur á, at samgongufundirnir eru góðir, og at skipanin við samgongufundum hevur fulla undirtøku í landsstýrinum. Men so er at spyrja, hvussu í Guðs garði løgmansskrivstovan, sum [...] í fíggjarmálum, at bygnaðurin hjá Finn Norman Christensen er vrakaður, og at hann nú arbeiðir við at finna ein annan bygna fyri fíggjarmálastýrið. Dagin eftir lesa vit í bløðunum, at Almanna- og heilsustýrið [...] javnaðarflokkurin ynskti at uppskotið hjá Finn Normann Christensen varð meira viðgjørt í landsstýrinum og samgonguni, fekk flokkurin tvey í at velja. Antin at góðtaka uppskotið ella at finna hurðina. Men vit eru
av Reyni hevur ikki nakað yvirlit yvir, hvussu nógvar bilar Reyni Service hevur selt, men heldur hann at talið man ligga um 4.000 bilar øll árini síðan 1947. Men at keypa bil í dag í mun til fyrr er ikki [...] goymslu - fyri at kundin skal hava nakað at velja í. Hátíðardagurin á Reyni Service verður hildin fríggjadagin. Frá klokkan 14 - 18 verður móttøka, og klokkan 15 kemur Sverri Djurhuus at hugleiða um tíðina [...] tað ikki av ongum, at hann varð nevndur Bugli-Jensen, greiðir Eivind av Reyni frá. Tá hesir menn nú høvdu tikið yvir umvælingararbeiðið av Morrisbilum, fór Sigird av Reyni aftur at arbeiða sum elektrikari
annars, at tey, hóast hesa misskiljing, sum vónandi nú er rættað, eru sera fegin um, at Kristian Magnussen, landsstýrismaður, nú fer at leita eftir politiskum stuðli til at byggja nýtt í staðin fyri at umbyggja [...] flokkar um at stuðla landsstýrismannin. Starvsfólkini ivast ikki í, at landsstýrismaðurin nú skilir, hvussu álvarsom støðan á landssjúkrahúsinum er. Eisini siga tey, at fáa tey vónir um, at eitt nýtt hús [...] m, ið hava vent sær til Sosialin fyri at fáa rætta hesa misskiljing. Tey vísa á, at Kristian Magnussen hevur sagt við pressuna, at starvsfólkini hava mælt til at gera tað stóra projektið til yvir trý hundrað
líkasum hug at streika. Klæðini frystu beinanvegin stív, og praktikantarnir, sum við vóru, vóru meira at kalla bláfrystir, tá komið var útaftur. So hóast álmanakkin vísti, at oktober er við at enda, kendist [...] hjá blaðmanninum at bukka seg niður alla tíðina. Men blíðir vóru teir og vístu fegnir fram, hesir ungu japansku fiskimenninir, sum vóru at kalla eiðasørir í enskum málið, so ilt var at fáa nakra samrøðu [...] reint, at til hevði borið at lagt tunguna á allastaðni. Á brúnni var ein føroyingur, sum hevði verið við skipinum til fiskiskap. Tað var Hans Johannesen úr Norðdepli, sum fegin greiddi frá, hvussu fiskiskapurin
byrjar aftur. Tey síggja fyri sær, at at hon fer at dálka havið so illa, at fiskurin rýmir Og tey síggja fyri sær, at hon fer at hita búskapin so heitan í einum nýtslu-rúsi, at vit fara fullkomiliga um koll [...] politikarunum, at teir hava rygg til at stýra oljuinntøkunum skilagott og at teir ikki fara at klára at standa ímóti trýstinum, sum fer at koma úr øllum herðashornum í takt við oljuinntøkurnar um at brúka, brúka [...] fyri at vita um arbeiðsgongdir og framferðarhættir áttu at blivið broyttir, so vandastøða ikki tók seg uppaftur. Henrik Old sigur, at á henda hátt var tað eydnast summum pallum at forða fyri, at skaði
sera áhugavert at hoyra, hvussu stovnurin megnar sína uppgávu, og hvussu hann verður respekteraður. Marita Petersen sigur, at tað tók eini tvey ár at venja íslendingar við stovnin, men at hann í dag verður [...] tveimum. Annað var at frætta um, hvussu tey í Íslandi skipa tingarbeiðið, og hvussu tey loysa tær praktisku uppgávurnar í tinginum. Hin parturin snúði seg um at finna út av, hvussu AlÞingsins umboðsmaður [...] hava nýggja lóg um løgtingsgrannskoðanina, og at tað tí var sera áhugavert at tosa við fólkini á íslendsku ríkisgrannskoðanini. Annars siga tey bæði, at tey vóru sera væl móttikin í íslandi. Ferðin var
varð nógv mitt ígjøgnum, men har kláraði Neistaverjan at gera treytirnar hjá StÍF-kvinnum ringar. Tá StÍF kom ígjøgnum á síðunum kláraðu tær ikki at skora. Hinvegin gekk álopsspælið hjá Neistanum munandi [...] 21-16 (7-11) Bæði hjá monnum og kvinnum vóru dystirnir millum Neistan og StÍF heldur løgnir. Og ið hvussu so er var talan um leikgongd, sum ikki so ofta kemur fyri. Víst var bragdið hjá mansliðnum hjá StÍF [...] Neistan og StÍF byrjaði javnt, og meginpartin av fyrra hálvleiki gekk javnt á, og liðini skiftust um at gera mál. Fyrst var Neistin frammanfyri, men StÍF javnaði, og síðani var gongdin tann øvugta. Seinastu
heldur, at tað er einki at ivast í, at nýggja skipanin fer at betra um møguleikarnar at fáa róðrarnar betri og skjótari avgreiddar. ? Tað er einki dulsmál, at tað hevur verið ein trupulleiki, at dómararnir [...] kortið, og eg ivist ikki í, at tá bátsmanningarnar fara at vita tað, so verða tær lagaligari at fáast við, sigur formaðurin í RSF. Og vit onnur mugu so vóna, at dómararnir fara at samstarva væl við róðrarfólkið [...] 1997, og hvussu óheppið tað hevur verið, at róðrarnir hava fingið eitt eftirspæl á skrivaraborðinum, og tað vórðu gjørdar samtyktir, sum RSF og róðrarfeløgini vóna fara at byrgja upp fyri, at tað so ofta
hava verið rættiliga eksperimenterandi, men segði undan hesari frumframførsluni, at her fór eitt sindur av ?musikki? at vera at finna. Hesum kundu tey lurtandi eisini geva komponistinum rætt í. Ælaveður, sum [...] av og enntá megnað at endurskapað og tulkað í hesum nýggja verkinum hjá sær. Lógvabrestirnir vóru nógvir eftir framførsluna og sum heild lótu fólk í steðginum væl at. M.a. varð sagt, at tónaskaldið hevði [...] skrápolitikkin hjá Symfoniorkestrinum, hvussu væl tey duga at blanda nýtt og gott gamalt. Hesaferð var tað tann sjeynda symfoniin, sum varð spæld. Sjálvur helt Beethoven, at hetta var eitt av hansara bestu verkum