seg ávíkavist um at broyta grein-1 í hjúnarbandslógini, soleiðis at hon eisini fevnir um borgarligt hjúnarband millum tveir persónar av sama kyni. Um at broyta rættargangslógina soleiðis at persónar av sama [...] sama kyni eisini fáa møguleika og rætt til at skiljast. Og um at broyta hjúnarbandslógina soleiðis at kirkjan ikki fær skyldu til at vælsigna vígslur millum tvey av sama kyni, eins og dagførda lóggávan [...] málið í Fólkatinginum. - Hóast tað skuldi komið so langt, at málið endar í fólkatinginum, so dugi eg ikki at ímynda mær, at fólkatingið fer at seta seg ímóti einum ynski úr Føroyum, sigur Poul Michelsen
Trupulleikin er bert tann, at tað, sum landsstýrismaðurin royndi at sníkja ígjøgnum sum tjóvur á nátt, hevur einki við nakað privat alternativ at gera. Ikki so leingi sum at Lív er alment partafelag, og [...] Jógvan Mørkøre vísir á, at Lív átti helvtina av p/f Skálafjarðartunlinum og er nú vorðið einaeigari av hesum, eftir at hava keypt helvtina hjá Eik Banka. Havandi í huga, at Lív royndi at selja landinum sína [...] Sosialinum um vikuskiftið. Samfelagsfrøðingurin vísir á, at teir vanligu ideologisku frontarnir eru trektir millum høgra og vinstru, men tað er ilt at síggja, at flokkarnir sum flokkar fáa rættað seg inn eftir
verða noydd at gjalda fyri rættin at sleppa at veiða tilfeingi, sum er ogn Føroya fólks. Tað óhugnaliga við samrøðuni við Jákup Jacobsen er tó hóttanin um at selja. Hann sigur við Norðlýsið, at skal hetta [...] m, »so verða vit noyddir at fyrihalda okkum til tað, og so er tíðin komin at selja alt virksemið«. Og so leggur hann afturat, at tær nýtist onga útbúgving at rokna út, at skulu teir fáa nøktandi prís [...] er sjálvandi at fegnast um, at feløg tjena pengar. Tað er sjálvsagt grundarlagið fyri framhaldandi rakstri og vinnu. Men at onnur fólk hava eina politiska dagsskrá, tað nýtist nú ikki at vera so vandamikið
uttan at fáa nakra sum helst ávirkan ella annan ágóða afturfyri. Fiskimannafelgið vísir á, at longu, tá verandi sáttmáli varð gjørdur tíðliga í 2011 gjørdi felagið eisini vart við, at tað fór at verða [...] Fiskimannafelagið heldur, at fiskimenn ikki aftur eiga at víkja frá prinsippinum um, at manningarnar ikki skulu átaka sær rakstrarútreiðslur og harvið gjalda fyri at sleppa til arbeiðis. - Oljuprísurin [...] ag í dag, sum samstundis ásannar, at tað var ein feilur av teimum stóru, at felagið í einari sera kroystari støðu undir seinastu sáttmálasamráðingum gekk við til, at manningarnar skuldu átaka sær ein part
nógvar mánaðir var, at tað ikki eydnaðist at fáa meiri enn málleysan javnleik burturúr á útivølli ímóti B68. Tað kann fara at vísa seg at verða munurin á gulli og silvuri. Eftir at HB leingi var í vónleysari [...] radio fara at verða nógv frammi í Fløtugerði í Fuglafirði seinnapartin í morgin. Serliga fara fuglfirðingar at fylgja við í, hvussu tað fer at ganga við Margáir, og tey í HB fara eisini at hava eygu og [...] mikið væl, at nú er tað upp til HB sjálvt at gera av, um sigursvanda liðið og stolta felagið skulu tryggja sær rættin at taka lut í europeisku kappingini næsta summar. Tað er møguleiki fyri, at tað í morgin
tí teir mettu, at naggatódnin var so mikið stór, at tey komu ikki víðari. Súni Selfoss sigur, at tey høvdu ikki annað at gera enn at taka tað til eftirtektar. Men hann sigur samstundis, at stóð tað til [...] Selfoss sigur, at tað er avgørt ein møguleiki, at tað endar við tí. Hann sigur, at eftir lógini skulu tey boða frá tí minst 48 tímar frammanundan. Eydnast tað ikki at finna semju, er vandi fyri, at arbeiðssteðgi [...] semingsmaðurin ikki boðsendur longu. – Vit halda, at vit áttu at roynt at mýkt støðuna nakað enn, áðrenn semingsmaðurin varð boðsendur, sigur hann. Hann sigur, at tá ið semingsmaðurin er boðsendur, er tað hann
uppskotið fram, heldur, at ein 17 ára gamal er nóg búgvin til at taka koyrikort. Hann vísti eisini á, at til dømis í USA er loyvi at taka koyrikorti sum 16 ára gamal. Í Danmark er loyvi at koyra bil sum 17 ára [...] Hansara grundgeving var, at tað verður lættari hjá teimum ungu at sleppa til og frá støðum. Hann vísti eisini á, at tað eisini hevði bøtt, um fleiri trupulleikar í ferðsluni, tí at tann 17 ára gamli hevði [...] útlát, segði hon. - Tit siga, at 17 ára gomul skulu koyra við lægri ferð. Er tað ikki tryggari at øll koyra við somu ferð? So at tað ikki verður yvirhála. - Vit halda, at tað hevði verið betri um ein myndigur
váðan fyri at sjúk doyggja, um hvussu nógv lond fóru at megna at fáa eina flata smittukurvu, og um hvussu leingi hetta fór at vara. Sjálvt um eingin veit, júst hvussu leingi koronasmittan fer at herja, eru [...] skjótar at játta umfatandi hjálparpakkar, og at miðbankarnir gera sítt til at lækka rentur og keypa virðisbrøv. Men enn eru allar súðir ikki syftar, og tað hevði helst verið ov bjartskygt at hildið, at kursirnir [...] gongdina sum, at búskaparliga niðurgongdin verður ógvuslig her og nú, men at tað skjótt fer at ganga uppeftir aftur. Tí hækka kursirnir á partabrøvum so nógv. Henda gongdin er eisini stuðlað av, at stjórnir
rusk, ið stendst av skotnum fýrverki. Tí heldur hon, at vit eiga at avmarka tíðina, vit hava loyvi at skjóta fýrverk, so at vit ikki hava loyvi til at skjóta fýrverk í fleiri dagar. – Hvørja ferð vit senda [...] er tað bara í Føroyum, at tíðin, har tað er loyvt at skjóta fýrverk, ikki er avmarkað við lóg. Í Danmark er loyvt at skjóta frá 27. desembur til 1. januar. Í Noregi er loyvt at skjóta frá 31. desembur [...] støðuna. Hon vísir á, at tá ið vit hugsa um fýrverk, hugsa tey flestu av okkum um løtuna á midnátt, tá vit bresta okkum úr einum ári, og inn í tað nýggja. – Tað kann vera flott at hyggja at, men fýrverk hevur
liggjandi. Tað er ikki tað lættasta at gera at velja burðardyggar loysnir, men tað er tað rættasta at gera. Eg skilji væl, at tað tykist møtismikið. Men um vit vilja, at heimurin skal vera í nøkulunda standi [...] Tú fert ikki at geva einum alkoholikara øl, so hann ikki drekkur snaps. Eins og vit í føroyum ikki skulu leita eftir olju fyri at fáa fígging til at sleppa undan at brenna olju. Hvat er tað, landsstýrið [...] flokkar setti sær fyri, at vit skulu minka um orkutørvin og leggja um til varandi orku. Til tess krevst IKKI, at vit fara undir at bora eftir olju. Heldur øvut. Til tess krevst, at veittra farvæl til oljuna