Verandi sáttmáli millum manningarfeløg og reiðarar gongur út á nýggjárinum, og tá nýggjur sáttmáli verður gjørdur, skulu manningarnar ikki longur gjalda part av oljukostnaðinum hjá skipunum. Tað verður eitt absolutt krav í samráðingunum.
Tað sigur Føroya Fiskimannafelag í dag, sum samstundis ásannar, at tað var ein feilur av teimum stóru, at felagið í einari sera kroystari støðu undir seinastu sáttmálasamráðingum gekk við til, at manningarnar skuldu átaka sær ein part av oljuútreiðslunum.
- Oljugjaldið hevur alla tíðina hingið sum eitt tvíeggjað svør yvir fiskimonnum síðani 2005, tá tað kom inn í sáttmálan gjøgnum eitt protokollat. Tað hevur verið nýtt til at leggja trýsta á Fiskimannafelagið síðan tá. Men hesaferð verður staðið fast um kravið at fáa oljugjaldið burtur úr aftur sáttmálanum.
Felagið sigur, at manningarnar á okkara fiskiskipum hava ikki ráð til at rinda part av rakstrinum av skipunum.
- Eftirmetingar, sum Fiskimannafelagið nú hevur gjørt, vísa, at frammanundan hart fyrispentu fiskimenninir missa í tíggjutúsundavís av krónum um árið, tí teir skulu rinda ein part av oljuni. Hetta ber snøgt sagt ikki til longur.
Tað ljóðar so pent, heldur felagið, tá sagt verður, at manningarnar skulu bera sín part av útreiðslunum, tá oljukostnaðurin fer upp um eitt vist.
- Men í veruleikanum er talan um ein reguleran lønarniðurskurð - og um, at manningin átekur sær eina rakstrarútreiðslu uttan at fáa nakra sum helst ávirkan ella annan ágóða afturfyri.
Fiskimannafelgið vísir á, at longu, tá verandi sáttmáli varð gjørdur tíðliga í 2011 gjørdi felagið eisini vart við, at tað fór at verða nærum ógjørligt at halda skil á, hvussu oljugjaldið fór at verða handfarið av teimum ymisku reiðaríunum.
- Soleiðis bleiv eisini. Har er eingin fastur leistur, sum reiðararnir ganga eftir, og einki gjøgnumskygni. Felagið hevur brúkt nógva orku upp á at kanna, um manningargjaldið fyri oljuna fer rætt fram. Úrslitið hevur í fleiri førum verið, at tað fer tað ikki.
Lagt verður aftrat, at eitt nú hava einstøk reiðarí ikki givið manningunum teirra part, tá avsláttur er fingin upp á oljuna.
- Eftirmetingin sum heild undirstrikar bert, at tað var ein feilur at ganga við til oljugjaldið. Ein feilur, ið eg sum formaður í Fiskimannafelagnum harmist, og sum eg vil gera alt fyri at rætta í nýggja sáttmálanum.
Fiskimannafelagið heldur, at fiskimenn ikki aftur eiga at víkja frá prinsippinum um, at manningarnar ikki skulu átaka sær rakstrarútreiðslur og harvið gjalda fyri at sleppa til arbeiðis.
- Oljuprísurin tyngir raksturin hjá fleiri skipum, men ein stórur partur av flotanum liggur eisini tungt í sjónum, tí hann er gamal, ótíðarhóskandi og niðurslitin. Tað kann ongantíð verða skyldan hjá fiskimonnunum at halda lív í gomlum skipum, sum langt síðani skuldu verið skift út, sigur felagið.