Nú er leisturin lagdur

Uppskotsstillararnir hava síðsta hálva árið roynt at greiða løgfrøðiligu træðrirnar, soleiðis at eitt danskt málsøki kann reisast og viðgerast í løgtinginum. – Við hesum uppskotinum hava vit funnið ein leist at viðgera málið, siga Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen

- Stóri spuringurin hevur verið, um tað nú ber til at reisa eitt fólkatingsmál í løgtinginum. Tann knútin hava vit nú loyst við at gera tað á henda hátt, sigur Poul Michelsen.
Saman við Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum er formaðurin í Framsókn sjálvur triði til at leggja fram uppskot fyri tingið, sum skal broyta hjúnarbandslógina soleiðis, at fólk av sama kyni fáa rætt til eina borgarliga vígslu. Lógartekniskt er málið bundið saman av trimum løgtingsmálum, sum verða løgd fram sum ríkislógartilmæli. Tey snúgva seg ávíkavist um at broyta grein-1 í hjúnarbandslógini, soleiðis at hon eisini fevnir um borgarligt hjúnarband millum tveir persónar av sama kyni. Um at broyta rættargangslógina soleiðis at persónar av sama kyni eisini fáa møguleika og rætt til at skiljast. Og um at broyta hjúnarbandslógina soleiðis at kirkjan ikki fær skyldu til at vælsigna vígslur millum tvey av sama kyni, eins og dagførda lóggávan í Danmark ásetir.
- Broytingin hevur við sær, at einans verður hjúnaband millum mann og kvinnu, sum kann verða vælsignað í kirkju, siga Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam í viðmerkingunum til uppskotið.
Fólkakirkjan er føroyskt málsøki, og teir tríggir løgtingslimirnir eru sannførdir um, at rættast er at kirkjan sjálv ger upp sína støðu í hesum máli.

Langur vegur
Verða tey trý uppskotini samtykt í løgtinginum, so fer málið víðari til donsku stjórnina at avgreiða. Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam rokna við, at danski ráðharrin á økinum kann seta broytingarnar í gildi fyri Føroyar við sonevndari ”kongligari fyriskipan.” Men meta løgfrøðingarnir, at ráðharrin ikki hevur heimild at fremja broytingarnar av sínum eintingum, so endar málið í Fólkatinginum.
- Hóast tað skuldi komið so langt, at málið endar í fólkatinginum, so dugi eg ikki at ímynda mær, at fólkatingið fer at seta seg ímóti einum ynski úr Føroyum, sigur Poul Michelsen avgjørdur.
Somu sannføring hava Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam. Men áðrenn tað møguliga kemur so langt, so skal málið sum nevnt fyrst av øllum samtykkjast í løgtinginum.
- Tað ber sjálvandi til at seta spurningin, um eitt fólkatingsmál kann reisast í løgtinginum. Okkara argument hevur alla tíðina verið, at talan er um eina demokratiska prosess millum Føroyar og Danmark. Og tað má bera til at byrja hesa prosessina í løgtinginum, sigur Poul Michelsen.
Tey trý hava arbeitt við málinum í útvið hálvt ár. Talan hevur verið um eina tunga tilgongd, sum hevur verið merkt av nógvum, løgfrøðisligum ivaspurningum.
- Men vit hava fingið sera góða hjálp frá einum løgfrøðingi, sum sjálvboðin hevur arbeitt við at greina allar ivaspurningarnar og smíða lógaruppskotini, sigur Poul Michelsen.
Uppskotini vóru løgt fyri løgtingið á tingfundinum mikudagin, og tey koma væntandi til fyrstu viðgerð í aðru viku.