Soleiðis sigur Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum í Gøtu við Norðlýsið um vikuskiftið.
Tilsipingin er til grein her í blaðnum fríggjadagin, har Kári Petersen, búskaparfrøðingur, hevur roknað seg fram til, at ein milliard er tikin úr rakstrarfeløgunum í vinnuni seinastu 10 árini – og har hann eisini hevði roknað seg fram til, at 2,2 milliardir kunnu verða tiknar úr næstu fýra árini.
Tað er sjálvandi at fegnast um, at feløg tjena pengar. Tað er sjálvsagt grundarlagið fyri framhaldandi rakstri og vinnu. Men at onnur fólk hava eina politiska dagsskrá, tað nýtist nú ikki at vera so vandamikið ella ræðandi, sum gøtumaðurin vil gera tað til. Alt eftir, hvat tú sjálvur heldur, kanst meta um, hvørt tað er at øsa fólk uppímóti politisku skipanini – ella tað er at fáa fólk at ávirka politisku skipanina, so broytingar verða gjørdar.
Vit skilja væl, at fólk sum fáa – fegin vilja hava. Í hesum føri fólk, sum fáa tilfeingi fyri einki, og sum kanska í framtíðini verða noydd at gjalda fyri rættin at sleppa at veiða tilfeingi, sum er ogn Føroya fólks.
Tað óhugnaliga við samrøðuni við Jákup Jacobsen er tó hóttanin um at selja. Hann sigur við Norðlýsið, at skal hetta verða grundarlagið undir framtíðar fiskivinnupolitikkinum, »so verða vit noyddir at fyrihalda okkum til tað, og so er tíðin komin at selja alt virksemið«.
Og so leggur hann afturat, at tær nýtist onga útbúgving at rokna út, at skulu teir fáa nøktandi prís fyri virksemið hjá Varðanum, so mugu teir selja til útlendingar.
Páll á Reynatúgvu nevndi í tinginum, at Varðin hevur fingið eitt tilboð upp á 2,5 milliardir frá útlendingum, sum vilja keypa alt virksemið hjá Varðanum. Jákup Jacobsen sigur við Norðlýsið, at Varðin hevur gjørt íløgur upp á eina hálva milliard. Hvat er tað so, sum Jákup Jacobsen skal selja til útlendingar? Er tað ikki okkara felags tilfeingi, sum svimur í havinum, sum ikki er fiskað enn?
Tað ber ikki til at leggja reiðarar undir at vera óreiðiligar. Teir virka bara í tí skipan, sum er galdandi.
Tað er ein skipan, sum politikararnir hava skapt. Tað er ein skipan, sum nógvir politikarar vilja broyta. Men ikki teir, sum valda. Tann, sum ræður, vil ikki, at vinnan skal gjalda fyri veiðiloyvi, og harvið verður tað. Men politikkur er at vilja broytingar. Og broytingar munnu fara at vísa seg.